30. august 2019

Nýggir farmakonomar á Tjaldurs Apoteki

Hósdagin 29.08.2019 var hátíðardagur á Tjaldurs Apoteki. Ragnfríð G. Hansen, Jóhan B. Johansen og Anja S. Danielsen fingu handað prógv í sambandi við, at tey eru liðug sum farmakonomar. Útbúgvingin hevur tikið 3 ár, og er skipað sum skiftisvís skúli á Pharmakon í Hillerød og starvsvenjing á Tjaldurs Apoteki í Tórshavn. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu framyvir.

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir