16. november 2023

Paracetamol stikpillari 125 mg krevur nú resept frá lækna

Fyribils er útflýggjanar ásetanin av paracetamol stikpillara broytt. Paracetamol stikpillari er at fáa sum Panodil og Pinex.

Fyri at tryggja veitingina av heilivági við paracetamol til smábørn, so hevur danska Lægemiddelstyrelsen avgjørt, at tað bert ber til at fáa paracetamol stikkpillara 125 mg á forskrift frá lækna, og at paracetamol sum stikkpillari 125 mg til børn bert kann útvegast á apotekunum, og ikki í handkeypssølum, sum áður.

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir