22. desember 2023

Paracetamol stikpillari 250 mg krevur nú eisini resept frá lækna

Paracetamol stikpillari er at fáa sum Panodil, Pinex og Paracetamol.

Fyri at tryggja veitingina av heilivági við paracetamol til smábørn, so hevur danska Lægemiddelstyrelsen avgjørt, at tað bert ber til at fáa paracetamol stikkpillara 125 mg á forskrift frá lækna, og at paracetamol sum stikkpillari 125 mg til børn bert kann útvegast á apotekunum, og ikki í handkeypssølum, sum áður. 

Í løtuni er eisini neyðugt við forskrift frá lækna fyri at fáa Paracetamol 250 mg stikkpillara. Óvist er, hvussu leingi hetta er neyðugt.

 

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir