Pláss:
22

Kodimagnyl ikki bindandi tabl. 20 stk

Frágreiðing

Innihald

Acetylsalicylsýra 500 mg, kodein 9,6 mg og magnesiumoxid 150 mg

‍

Virknaður og nýtsla

Kodimagnyl er heilivágur, ið linnar pínu, sum t.d. høvuðpínu, menstruatiónspínu, tannapínu, vødda- og liðapínu. Kodimagyl inniheldur eisini evnið magnesiumoxid, sum virkar fyri magasýru og trekan maga.

‍

Soleiðis skalt tú taka Kodimagnyl

  • 1-2 tablettir, í mesta lagi 4 ferðir um dagin.
  • Børn undir 15 ár eiga ikki at fáa hesar tablettirnar uttan í samráð við lækna.

‍

Tak ikki Kodimagnyl, um

  • Tú ert ovurviðkvom/-kvæmur fyri acetylsalicylsýru, kodein ella magnesiumoxid.
  • Tú ert við barn í 7. – 9. mánaði.
  • Tú gevur bróst.

‍