Pláss:
21

Koffinautin tabl. 25 stk

Frágreiðing

Innihald

Diphenhydraminhydroclorid 50 mg og koffein 50 mg

‍

Virknaður og nýtsla

Koffinautin er heilivágur, ið verður nýttur fyri sjóverk og fyri ovurviðkvæmi.

‍

Soleiðis skalt tú taka Koffinautin

Skamtur fyri sjóverk:

  • Vaksin: 1 - 2 tablettir.
  • Børn í skúlaaldri: ½ - 1 tablett.
  • Takast ½ - 1 tíma áðrenn fráferð. Tablettirnar virka í uml 6. tímar.

‍

Skamtur fyri ovurviðkvæmi:

  • Vaksin: 1 - 2 tablettir 3 - 4 ferðir um dagin
  • Børn í skúlaaldri: ½ - 1 tablett 3 - 4 ferðir um dagin
  • Børn yngri enn 7 ár og barna- og bróstakonur eiga ikki at fáa hesar tablettir uttan í samráð við lækna.

‍

Tak ikki Koffinautin, um

  • Tú ert ovurviðkvom/-kvæmur fyri diphenhydraminhydroclorid ella koffein.

‍