ADHD

ADHD er ein stytting fyri Attention Deficit Hyperactivity Disorder. Ein sjúklingur við ADHD hevur ofta trupulleikar við at savna seg um eitthvørt, megnar ikki at fylgja við í tí, sum fyriferst rundan um hann, og er alt ov virkin (hyperaktivur).

ADHD er ein arvalig sjúka. Tó kunnu eisini aðrar orsøkir vera til, at ein fær ADHD, t.d. súrevnistrot í samband við føðingina, ella at barnið er ov tíðliga føtt. Nøkur stríðast við ADHD alt lívið, hóast tey fáa viðgerð fyri sjúkuna. Hjá øðrum hvørva sjúkueyðkennini so við og við, sum árini ganga. Heilivágur saman við øðrum viðgerðarhættum gevur ofta  besta úrslitið. Inntil 1990 varð hildið, at  sjúkan hvarv, tá barnið vaks til. Nú er vorðið greitt,  at fleiri vaksin hava ADHD, men at sjúkeyðkennini eru broytt ella eru í minking. Tað er torført at staðfesta sjúkuna hjá vaksnum, tí at:

  • Vaksin duga betur at fjala sjúkeyðkennini 
  • Vaksin duga betur at stýra”hyperaktivitetinum”
  • Vaksin fáa ofta aðrar sálarligar sjúkur at stríðast við, har nøkur av sjúkueyðkennunum eru tey somu 

Títtleiki

Kanningar  úr londunum rundan um okkum vísa, at 2-5% av øllum børnum hava ADHD. Tað eru 4 ferðir so nógvir drongir, ið fáa sjúkuna staðfesta, enn gentur.

Orsøk 

Enn er ikki endaliga staðfest, hvat hendir í heilanum  hjá sjúklingum við ADHD, men í  tveimum ávísum økjum í heilanum kann órógvandi virksemi ávísast:

  • Í einum øki miðskeiðis í neðra í heilanum (Nucleus Caudatus) er virknaðurin av tveimum signalevnum (Dopamin og Noradrenalin)  niðursettur. Hetta førir við sær, at samskiftið  ímillum heilakyknurnar ikki virkar, sum tað skal. Hjá børnum, ið hava fingið staðfest ADHD, er virksemið í hesum partinum av heilanum minni enn hjá børnum, ið ikki hava hava ADHD.
  • Í frontallappunum, ið  stýra heilanum og stýra impulsum, sum stýra evnum okkara at leggja til rættis og at fáa yvirlit, sæst, at blóðrenslið er seinkað, og at virksemið er minni í hesum partinum av heilanum. Hetta førir við sær, at  t.d. evnini at fáa  tamarhald og yvirlit  á ymsum støðum í gerandisdegnum eru tarnað. 

Sjúkueyðkenni

Flestu sjúkueyðkennini verða staðfest í barnaárunum. Sjúkueyðkennini kunnu t.d vera, at barnið hevur ymsar  trupulleikar í gerandisdegnum, er tarnað í samveruni við onnur, hevur innlæringartrupulleikar ella atferðartrupulleikar. Barnið hevur sjáldan øll hesi sjúkueyðkennini, og ofta er  torført  at skyna á, um ein ávísur atburður hjá barninum kemur orsakað av ADHD, ella um aðrar orsøkir eru til atburðin. Hetta førir við sær, at ymsar kanningar skulu fremjast, áðrenn ADHD kann staðfestast - t.d. at  foreldur og námsfrøðingar fylla út spurnarbløð um sjúkueyðkenni og atburð hjá barninum.  Barnið verður eisini í summum førum eygleitt av fakfólki eitt ávíst tiðarskeið, áðrenn sjúkan endaliga verður staðfest  av lækna/serlækna.

Sjúkueyðkenni hjá pinkubørnum

Summi  børn hava sjúkueyðkenni frá tí degi, tey vera borin í heim. Tey eru ófriðarlig og ónøgd og ávirkast lættliga av ljóði og  ljósi. Tey hava ilt við at sovna og vakna í tíð og úrtíð. Ofta hava tey eisini búkkreppan (kolikk). Hjá nøkrum pinkubørnum eru sjúkueyðkennini harafturímóti, at tey eru sera óvirkin, og at tey sova óvanliga nógv.

Sjúkueyðkenni hjá smábørnum

Tey hava ilt við at summa seg um tað, tey havast at, eru ófriðarlig og alt ov virkin (hyperaktiv). Tey órógva, larma illa, nema við alt og eru uppi í øllum, sum onnur havast at. Tey hava ikki bindindi til at tekna ella at lurta eftir søgu o.s.fr. Tey duga ikki væl at spæla við onnur børn. Tey øsa seg lættliga og eru sera  ótolin. Tey eru óttaleys og hugsa seg  ikki um. Tey duga illa at lata seg í, binda lissurnar ella  knappa troyggjuna o.s.fr. Tað er trupult hjá teimum at spæla bólt, hoppa band o.a. 

Sjúkueyðkenni hjá skúlabørnum

  • Tey hava innlæringartrupulleikar og/ella atferðartrupulleikar
  • Tey megna ikki sjálv at leggja gerandisdagin til rættis
  • Tey hava trupulleikar við málburðinum
  • Tey lurta ikki eftir og droyma seg burtur í aðra verð
  • Tey fullføra ikki tað, tey eru í holt við og missa alt úr hondunum
  • Tey ávirkast av larmi og av øllum tí, ið fer fram rundan um tey
  • Tey arbeiða ikki sjálvstøðugt og skulu alla tíðina rættleiðast
  • Tey megna ikki at bíða til tey sleppa framat (t.d. at standa í einari bíðirøð) 
  • Tey útinna gerðir uttan at hugsa seg um
  • Tey eru klombrut og kenna seg ikki væl í egnum kroppi
  • Tey hava torført við at skilja umstøðurnar, soleiðis sum tær eru (vantandi situatiónsfornemmilisi)
  • Teimum dámar ikki broytingar, men vilja helst halda seg til tær mannagongdir, ið tey kenna 

Viðgerð

Viðgerðin byrjar við, at tey, ið vara av barninum, eru før fyri at skilja, at ADHD er ein sjúka, sum ávirkar heilan. 

Ráðgeving, leiðbeining og stuðul: Familja, lærarar, námsfrøðingar og onnur, ið dagliga eru um barnið, skulu vegleiðast og ráðgevast soleiðis, at barnið við ADHD fær ein neyvt tilrættislagdan gerandisdag við teimum serligu atlitunum, ið skulu til, og sum barninum tørvar. 

Viðgerð við heilivági

Tað er sera týdningarmikið at hava gott innlit í støðu og tørvi barnsins, áðrenn viðgerð við heilivági verður sett í verk.Tá rætti skamturin er funnin, virkar heilivágurin væl hjá teimum flestu. Tó hava nøkur børn við ADHD sjúkueyðkenni restina av lívinum, hóast viðgerðin við heilivági er sett í verk. Onnur hava sjúkueyðkennini í ein minni mun, og uppaftur onnur hava ongi sjúkueyðkenni eina tíð eftir, at viðgerðin við heilivági er sett í verk.

Nøkur foreldur ynskja ikki, at børn teirra skulu setast í viðgerð við heilivági. Í einum slíkum føri metir læknin, um onnur viðgerð kann setast í verk.

Heilivágur 

Tað finnast tveir bólkar av heilivági til børn við ADHD.

Sentralstimulerandi heilivágur verður ofta nýttur í byrjanini av viðgerðini. Hesin heilivágur økir mongdina av signalevninum Dopamin í heilanum. Samskiftið millum heilakyknurnar verður betri, og barnið fylgir betur við í tí, ið hendir rundan um tað og fær betur savnað seg um dagligar uppgávur.

Virkna evnið í sentralstimulerandi heilivágnum fyri ADHD eitur Methylphenidat. Hetta evnið stimulerar mongdina av signalevninum Dopamin í ”synaptisku rivuni” í heilanum. 

Dexamfetamin virkar á sama hátt sum Metylphenidat. Evnið hevur í fleiri ár bert verið nýtt í avmarkaðari nýtslu, tí misnýtsluvandi er.

Í hinum bólkinum av heilivági til børn við ADHD, eitur virkna evnið Atomoxetin. Hetta evnið stimbrar mongdina av signalevninum Noradrenalin. Hesin heilivágur verður t.d.  nýttur, um heilivágurin skal virka alt samdøgrið, ella um barnið eisini hevur onnur sjúkueyðkenni, sum t.d. angist. Hetta evnið virkar fyrst eftir, at tað hevur verið tikið í minsta lagi 3-4 vikur.   

Vanligastu hjáárinini

  • Høvuðpína 
  • Svøvnloysi
  • Órógv
  • Vánaligur matarlystur
  • Hevur ilt í búkinum 
  • Hevur vaml ella spýr
  • Hækkað blóðtrýst og hækkaður pulsur 

Spyr á apotekinum

Um tú hevur spurningar um heilivág fyri ADHD, ber altíð til at spyrja starvsfólkið á apotekinum, ið hevur førleika  til at geva serkøna ráðgeving á økinum.

Hvat kunnu foreldur og onnur, ið vara av barninum, sjálv gera?

  • Legg eina neyva ætlan fyri gerandisdagin hjá barninum
  • Hugsa serliga um smálutir, ið eru týdningarmiklir fyri barnið  
  • Lat umhvørvið hjá barninum vera trygt og friðarligt og bera brá av tí, ið barnið kennir í gerandisdegnum
  • Gev tær góða tíð og vís tolsemi
  • Gev barninum smáar uppgávur, ið tað megnar at fullføra 
  • Royn at sleppa undan støðum, har barnið kemur í tvístøðu

Les meira her.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00