Vinstrumegin sæst beinagrindsvevnaðurin hjá einum frískum menniskja. Høgrumegin sæst beinagrindsvevnaðurin hjá einum menniskja við beinbroyskni

Beinbroyskni (Osteoporosa)

Hvat er beinbroyskni?

Osteoporosa ella beinbroyskni er ein beinsjúka, sum kemur av tí, at beinvevnaðurin er nógv viknaður.

Ikki sæst við berum eygum, at osteoporosa herjar, so leingi sjúkan ikki hevur elvt til beinbrot, men beinvevnaðurin viknar støðugt, og beinið verður broysknari og broysknari. Tískil kann bein brádliga støkka ella brotna í gerandis yrkinum, ella um dottið verður inni sum úti.

Oftast eru tað handlið, ryggjageislar og lærlegshálsur, sum verða meinast rakt, um fólk, ið hava beinbroyskni, detta og bróta seg sundur.

Beinbroyskni er ein ógvuliga vanlig sjúka. Tað tykist, at umleið 30% av konufólki og 10% av mannfólki einaferð í lívinum verða fyri beinbroyskni. 

Orsøkin til beinbroyskni:

Í beinagrindini er beinvevnaðurin mestur á o.u. 25-ára aldri. Beinvevnaðurin minkar, og beinagrindin viknar, sum árini ganga. Eftir 50-ára aldurin svinnur beinvevnaðurin í miðal 0,5-1% um árið. Hetta er galdandi bæði fyri kvinnur og menn. Umleið skiftisárini verða konufólkahormonini (østrogen) ikki longur gjørd í egggørnunum. Hesin østrogenmangul økir um beinbroytingina og minkingina av beinvevnaðurin 10 tey fyrstu árini eftir skiftisárini.

Ongin veit við vissu, hví beinvevnaðurin svinnur meir hjá summum enn hjá øðrum, at svinnið er so stórt, at talan er um beinbroyskni, men hetta hevur týdning:

  • Arvur. Um foreldur ella systkin tíni hava beinbroyskni, so er vandi fyri, at tú eisini fært sjúkuna
  • Beinvevnaðarmissur hjá kvinnum eftir skiftisaldur, sum kemur av tí, at konufólkahormon, østrogen, ikki verða gjørd ella, at hormonnøgdin minkar so líðandi
  • Ov lítil uppbygging av beinvevnaðinum frá barnaárum. Hetta kann partvíst vera arvaligt
  • Beinvevnaðarsvinn, sum økist við árunum, og at minni kálk verður fingið og eisini tað, at eldri fólk vanliga eru minni kropsliga virkin
  • Heilivágsviðgerð við nýrakolsbørkshormonum
  • Royking. Tubbak ger, at kvinnnur koma fyrr í skiftisárini, enn tær áttu at komið, og tubbak skundar undir at niðurbróta østrogen.
  • Harumframt eru eldri fólk í størri vanda at fáa beinbroyskni, tí at so skjótt er at detta. 

Sjúkueyðkenni

Eru ofta ongi í byrjanini, tí beinbroyskni í sjálvum sær er ikki pínufult. Tað er fyrst, tá ið tú brýtur beinið, at tú fært ilt.

  • Ryggjarpína 
    Ilt í ryggi kann vera tekin um beinbroyskni. Pínan kemur, um ein ryggjargeisli brotnar ella verður løstaður. Eins og øll onnur beinbrot er hetta brotið ella hesin løstur atvoldin í pínuni. Ofta er pínan burtur, tá ið 2-3 mánaðir eru farnir, tí at tá er brotið grøtt.

  • Bogin ryggur og lægri á vøkstri
    Um ryggurin er meira bogin, enn hann var, so kann tað vera beinbroyskni, og í hesum førum er tað tí, at ryggjargeislar eru ”kroystir saman” og vorðnir kílaskapaðir. Nøkur fólk vita sjálv, at tey eru vorðin kúlutari og fara síðan til lækna. Um tú ert lægri á vøkstri, enn tú vart, kann atvoldin vera beinbroyskni. Hetta sæst, um fleiri kílaskapaðir ryggjargeislar eru, ella um fleiri ryggjargeislar eru kroystir saman.

  • Búkurin verður størri
    Um brek í ryggjargeislunum gera, at ryggurin bognar, so verða gøgnini í maga og bringu kroyst saman niðast í maganum, og búkurin verður størri. Hetta sæst best, um tú snarar tær á framman fyri spegilinum.

  • Handliðar-, undirarms-, mjadnar- ella onnur beinbrot í smærri óhappum
    Brýtur tú handliðin, undirarmin ella mjødnina, kann talan vera um beinbroyskni. Um hetta hendi í lítlum óhappi, t.d. eitt lítið fall, meðan tú gongur ella stendur, so er helst talan um beinbroyskni.

Hvat kann gerast?

Um tú vilt fyribyrgja beinbroyskni, eigur tú at vera umhugsin, og tað merkir:

  • At fáa nóg mikið av kálki og D-vitamin
  • At røra seg
  • At leggja av at roykja
  • At eta fjølbroyttan kost; ikki fitna

Um tú longu hevur beinbroyskni kanst tú:

  • Síggja til, at tú ikki dettur, so at vandi er fyri, at bein brotnar
  • Vera umhugsin, tá ið tú rørir teg 

Viðgerð

Er beinbroyskni staðfest, so er ikki nóg mikið at vera umhugsin og varin. Flestu sjúklingar verða viðgjørdir við heilivági, ið antin styrkir uppbyggingini av beinvevnaðinum ella forðar fyri, at bein framhaldandi vikna. Kálk- og D-vitamin ískoyti eru partur av dagligu viðgerðini. 

Heilivágur fyri beinbroyskni kann býtast í 5 bólkar:

  • Bisfosfonat
  • Strontium
  • Antievni fyri beinbroyskni
  • Østrogenreseptormodulerendi evni (SERM) – bara fyri konufólk
  • Skjaldbróskskertlahormon (Biskjoldsbruskkirtelhormon)

Hesi ymisku evnini eru øll næstan eins gagnlig, tí mugu upplýsingar nágreina gagn og hjáárin. Hetta verður avgerandi fyri, hvat evni hóskar best til hvønn einstakan.

Her viðgera vit bara Bisfosfonat gjølla, tí at hetta er tann mest nýtti heilivágurin fyri beinbroyskni. Meira fæst at vita á apotekinum ella at vitja t.d. heimasíðurnar her niðast. 

Bisfosfonat

Beinvevnaðurin upptekur bisfosfonat, og tað tarnar tær beintýnandi kyknurnar (osteoklastarnar), og beinkyknurnar verða styrktar. Evnið mennir beinvevnaðin í minni mun, men ger, at vandin fyri beinbroti er munandi minni.

Beinmineralnøgdin økist í bæði rygginum (við 5-9%) og í mjadnunum við (2-6%) yvir 3 ár. Kanningar hava ávíst, at bisfosfonat kunnu helvtarbýta vandan fyri beinbroti í rygginum, og vandin fyri øðrum beinbroti er eisini munandi minni. Viðgerðin gagnar eisini teimum, ið eru í viðgerð við nýrakolsbørkshormonum (t.d. Prednisolon).

Illa upptekur tarmurin bisfosfonat, og tí skal tað takast fastandi ½-1 tíma fyri morgunmatin. Annar heilivágur skal ikki takast samstundis. Tú skalt standa ella sita beint upp og niður, tá ið tú skolar tablettirnar niður við einum glasi av kranavatni, so at tær ikki verða hangandi og ørkymla vælindið.

Fleiri sløg av bisfosfonatum eru. Sum oftast er nóg mikið at taka eina tablett einaferð um vikuna ella einaferð um mánaðin. Eisini kann viðgerðin verða innspræning í blóðæðr – antin triðja hvønn mánað ella einaferð um árið. Til viðgerðina hoyrir eisini eitt kálk og D-vitamin ískoyti hvønn dag. Teir flestu sjúklingar, ið samráð við lækna, velja viðgerðina við einari alendronat-tablett einaferð um vikuna. Tey evni, ið finnast, eru: Alendronat, Etidronat, Ibandronsýra, Risedronat og Zoledronsýra. Hesi eru at finna undir ymiskum vøruheitum.

Les meira:

www.min.medicin.dk

www.osteoporosedoktor.dk

http://www.sst.dk/publ/publ2005/cff/Knogleskorhed/Knogleskorhed.pdf

http://www.apoteket.dk/Sygdomsleksikon/SygdommeEgenproduktion/Knogleskoerhed%20osteoporose.aspx

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00