Vit vita, at diabetes kann hava eftirsjúkur við sær, men hvørjar eru hesar sjúkur?


Persónar við diabetes kunnu fáa eftirsjúkur av diabetes - bæði kropsligar og sálarligar.


Váðin verður størri jú longri, ein hevur havt diabetes, og tað er eisini knýtt at, hvussu væl diabetes er viðgjørt. Umráðandi er eisini, at ein hevur gingið  regluliga til eftirlit hjá sínum viðgerum.

Tíbetur eru tað nú á døgum færri og færri fólk við diabetes, sum uppliva tær álvarsomu avleiðingarnar av diabetes, so sum at gerast blindur, at nýruni svíkja og at tað gerst neyðugt at taka limir burtur.

Tá tað er sagt, er tað sjálvandi umráðandi at ansa væl eftir sjúkuni. Tað er tó eingin trygd fyri, at ein ikki fær eftirsjúkur, men fyribyrging kann steðga ella seinka, at eftirsjúkur kykna upp.

Vandin fyri eftirsjúkum kann vera arviligur, men tað hongur næstan altíð saman við, at ávikavist blóðsukrið, blóðtrýstið ella blóðfeittið er ov høgt. Vigar ein ov nógv, økir tað eisini um vandan fyri eftirsjúkum. Tann keðiligasta samansetingin, er ein vánaliga viðgjørd diabetes og royking. Tí verður mælt til at leggja av at roykja. Týdningarmikið er tískil at hava ein sunnan lívshátt og eitt støðugt blóðtrýst, blóðsukur- og blóðfeitt virði.

Jú meira umfatandi tann eini vandatátturin (risikofaktor) er, jú størri er váðin fyri eftirsjúkum.

Hvat kann ein sjálvur gera?
Eitt gott blóðsukureftirlit og vitanin hjá hinum einstaka, hvussu diabetes skal viðgerðast, hevur sera stóra ávirkan á eitt gott úrslit av diabetesviðgerðini, og minkar um vandan fyri eftirsjúkum.

Neyðugt er at vera varugur við eyðkennini av ov høgum og ov lágum blóðsukri, sí www.apotek.fo/diabetes.

Rørsla

Rørsla hevur góða ávirkan á blóðsukrið, blóðfeittið og blóðtrýstið. Kroppurin arbeiðir, og hjálpir til at økja sukur upptøkuna í vøddunum og lækka insulin- og sukurnøgdina í blóðinum. Samstundis krevur hetta nógv av blóðrenslið, vøddum og beinagrind – og tað er gott fyri kroppin. Reglulig rørsla økir viðkvæmi fyri insulini og hjálpir til at fyribyrgja eftirsjúkum av diabetes. Royking Tá diabetikarar eru í størri vanda fyri æðrakálking, verður mælt til at leggja av at roykja.

Kostur
Kosturin er sera avgerandi liður í einum væl viðgjørdum diabetes. Ráðini eru fleiri í tali, og tey 10 kostráðini eru sera skilagóð at fylgja:

1. Et fjølbroytt, ikki ov nógv og rør teg
2. Et frukt og nógv grønmeti
3. Et meira fisk
4. Vel fullkorn
5. Vel soltið kjøt og soltnan viðskera
6. Vel soltnað mjólk og soltnan mjólkaúrdrátt
7. Et minni mettað feitt
8. Et mat við minni salti
9. Et minni sukur
10. Drekk vatn

Fólkaheilsuráðið
 
 
Sløg av eftirsjúkum


Hjartað og blóðrenslið
Orsøkin til trupulleikar í hjarta og blóðrensli er æðrakálking, tí blóðæðrarnar snarast. Hetta kann í ringasta føri elva til blóðtøpp, oftast í hjartað, heilan og í beinini.


Yvirvekt, ov høgt blóðtrýst/blóðfeitt/langtíðar blóðsukur, royking og ósunnur lívsháttur økja nógv um vandan.


Mælt verður til at kanna blóðtrýstið 3. hvønn mánaða, og blóðfeittið minst eina ferð um árið.

Nýrini
Diabetes nýrasjúka – nefropati - er ein eftirsjúka av diabetes. Við nefropati oyðileggjast fínu blóðkørini spakuliga, soleiðis at nýra virknaðurin ikki er best møguligur. Nýruni virka, sum eitt filtur, ið reinsar blóðið. Harafturat regulera nýruni vætu og salt í blóðinum og blóðtrýstið. Virkar hetta ikki nøktandi, kann tað tískil hava álvarsom árin.


Mælt verður til at kanna nýratølini eina ferð um árið.

Eyguni
Við diabetes eygnasjúkuni – retinopati - gerast tey smáu blóðkørini í eygunum trengri, og tí gerst tað torførari hjá blóðinum at koma fram, tað kann elva til bløðingar á nethinnuni. Hetta kann gera sjónina verri og í ringasta føri kann ein gerast blindur.


Tí er reglulig kanning av eygunum týdningarmikið, so at smáir skaðar á eyguni verða steðgaðir skótast gjørligt. Mælt verður til at kanna eyguni minst eina ferð um árið.

Nervalagið
Diabetes nervasjúkan – neuropati – kemur av ringum blóðrensli og løstaðum nervum. Bruni er í nervunum, og eyðkennini kunnu vera pína um náttina í ørmum, hondum, beinum og fótum. Ein kann hava sansaórógvan. Maðurin kann hava trupult við at fáa standing, meðan kvinnan kann fáa turrar rovur í móðurskeiðini, og tískil eisini trupulleikar við kynslívinum.

Neyðugt er tí at tosa við læknan, um ein merkir nakrar av hesum trupulleikum, so hetta kann viðgerðast.

Sár á fótunum

Sár á fótunum er ein ógvuliga vanlig eftirsjúka av diabetes. Hetta kemst av ov vánaligum blóðrensli, eins og evnini at sansa bæði pínu og hitamun eru versnað. Tí er týdningarmikið at vera varin við sárum á fótunum, tí grøðingin er nógv versnað. Tá evnini at sansa eru viknað, økist vandin fyri, at ein ikki merkir skursl, trýstsår og ígerð. Tá blóðrenslið ikki er nøktandi, gerst húðin tunn og harvið meira følin. Sjálvt tey heilt smáu sárini skulu viðgerðast skjótast gjørligt, soleiðis at tey ikki verða til størri og álvarsamari sár.


Mælt verður til at ein sjálvur kannar føturnar (eisini undir) hvønn dag og gongur regluliga til fótarøktara/lækna.

Góð ráð annars sí:

diabetes.dk


Aðrar eftirsjúkur

- Høgt sukurinnihald í spýttinum elvir til ringa munnrøkt, sum kann gera hol í tenninar, sopp í munnholuna, bruna í tannkjøtið og paradentosu (tannhaldsbruna). Er blóðsukrið ov høgt er verri at fáa sár í munnrovunum at lekjast. Neyðugt er við regluligari kanning hjá tannlækna.

- Fólk við diabetes eru í størri váða fyri at verða tunglynt. Orsøkin til hetta er ikki heilt greið, men tað er ein sannroynd, at fólk við varðandi sjúku verða lættari tunglynt enn onnur. Eyðkennini eru sera ymisk frá einum persóni til annan, men møði er sera vanligt eyðkenni. Eitt annað eyðkenni kann vera andvekur og broyttir sovivanar.

Eitt annað er diabetesstrongd. Eitt av eyðkennunum er kenslan av, at diabetes tekur alla orkuna frá einum, at diabetes stýrir lívinum. Ein óttast eftirsjúkur, og um ein nú røkir sítt lív við diabetes nóg væl.
Tað er týdningarmikið, at eyðkennini verða tikin í álvara, og ein setur seg í samband við lækna ella annan serfrøðing.

Sí annars kunning um eftirsjúkur á:

diabetes.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00