Eksem

Alment um eksem

Eksem er ein skriðandi húðsjúka, sum kann koma um allan kroppin. Húðin rodnar, bløðrur koma, húðin flusnar, hovnar og rivnar. Eksem er ein sjúka, sum sæst ofta.

Ymisk sløg av eksem eru:

  • Atopiskt eksem (vanliga rópt barnaeksem)
  • Fluseksem
  • Stasieksem
  • Nummulat eksem
  • Kontakt eksem
    - Irritativt
    - Allergiskt
  • Kontakt notusótt (kontakt nældefeber)

Atopiskt eksem

Atopiskt eksem (barnaeksem, astmaeksem, atopiskt dermatitis ella prurigo Besnier) er ein arvalig sjúka, sum saman við astma og hoyfepuri, verða róptar tær “atopisku” sjúkurnar. Hevur tú eina av hesum, er vandin størri at fáa eina av hinum, ella at geva børnum sínum eina av teim trimum.

Atopiskt eksem kann ikki lekjast, men tað kann linnast, og tað serstaka sjúkueyðkennið kann viðgerast. Fyri tey  flestu hvørvur sjúkan so við og við av sjálvum sær, tá ið barnið er 7-11 ár. Men ikki hvørvur sjúkan hjá øllum, nøkur hava hetta eksem í tannárunum, og nøkur tilkomin kunnu aftur fáa eksemið, ofta sum handeksem.

Eyðkennið fyri atopiskum eksemi er turr og skriðandi húð, sum við hvørt kyknar upp og rodnar og flusnar, og skriðin versnar. Vanliga er eksemið turt, men verður klórað ofta, so kann ígerð koma, sum ger, at væta rennur úr húðini.

Tey fyrstu árini sæst eksemið serliga á kjálkum, ørmum og beinum, men eftir 2 ára aldri er tað í høvuðsheitum í kreppingarliðunum, altso knæsbótum, albogaliðum, handliðum og framman á hálsi. Fleiri fólk, ið hava atopiskt eksem, men verri enn so øll, hava eitt ílegu- brek, ið viðførir, at húðin er ikki so mótstøðufør, sum hon átti at verið.

Tá ein hevur atopiskt eksem, er bakteriumongdin størri á húðini, og tað í sjálvum sær bøtir ikki um støðuna. Mat-ovurviðkvæmið kann koma fyri hjá einum lítlum parti av børnum við atopiskum eksemi. Hetta viðkvæmið kann longu staðfestast hjá pinkubørnum vegna ovurviðkvæmi fyri millum annað mjólk og eggum. Ein viðkvæmisroynd (prik í arm ella blóðroynd) kann í hesum høpi verða vegleiðandi.

Fólk við atopiskum eksemi og matovurviðkvæmi skulu halda seg frá mati, sum er ávístur av lækna.

Ymiskt er frá fólki til fólk, nær eksemið brýtur út og hvussu meint, hvør einstakur verður raktur.

Eksemið kann brádliga bróta út og vara í mánaðir ella vikur – og síðani tykjast at vera horvið.

Fleiri húðsjúkur eru verri vetrarhálvárið, eftirsum luftvætan er lítil. Mong fólk halda tí, at atopiska eksemið er serliga ringt á vetri, tí at kalda vetrarluftin turkar húðina.

Blómusáðviðkvæmið (pollenallergi) kann elva til, at eksemið er verri á vári og sumri, tí at tá er nógv blómusáð í luftini.

Orsøkirnar til atopiskt eksem eru ikki kendar. Men granskarar halda, at arvur og umhvørvi og immunverjan eiga týðandi leiklut í, at fólk fáa atopiskt eksem.

Orsøkirnar eru allarhelst t.d.:

  • Ílegubrek
  • Arvur
  • Umhvørvi og lívsháttur í vesturheiminum
  • Broyting í immunverjulagnum

Les meir um hetta á: www.huddoktor.dk 

Ovurviðkvæmið er ikki orsøkin

Ovurviðkvæmið er ikki orsøkin til atopiskt eksem, men kann gera, at eksemið versnar. Atopiskt eksem er ikki eitt ovurviðkvæmt aftursvar (reaktión). Tí kann atopiskt eksem ikki lekjast við at halda seg burtur frá ávísum tingum.

Fluseksem (Seborrhoisk eksem)
Hetta eksemið er ógvuliga vanligt, og mong hava sjúkuna í mildum líki. Reyðdæmi og feittkent flus sæst í andlitinum – við nasagluggarnar og í eygnabrúm og í hárbotni og eisini ovarlaga á bringu og ryggi.

Ofta finst ein stór mongd av soppinum pityrosporum ovale á ekseminum. Øll frísk vaksin hava nevnda sopp, men vakstrarmøguleikarnir eru serliga góðir, um nógv tálg (feitt) verður útskilt. Hetta kann vera ein av atvoldunum til fluseksemið. At kanna fluseksem gjølligari er ikki neyðugt, eyðkennini eru tær serstøku húðbroytingarnar.

Stasieksem

Hetta eksemið er bara á leggum og fótliðum og kemur av tí, at húðin verður tambað av ov nógvari vætu í beinunum. Sum við øðrum eksemi kann tað viðføra, at dæmið gerst reyðligt, flus, smábløðrur og ein herviligan skriða. 

Nummulat eksem

Verður eisini kallað myntskapað eksem og sæst sum smáir rundir eksemblettir á beinunum og við hvørt eisini víða hvar á húðini um allan kroppin. Javnan eru bakteriur í ekseminum, sum altíð volda ein ringan skriða. Ikki er kunnugt, hví fólk fáa hetta eksemið, men týdningarmikið er at kanna, um atvoldin kann vera ovurviðkvæmi.

Kontakteksem

Sum navnið sigur, so kemur kontakteksem av, at húðin hevur verið í sambandi við evni, sum hava elvt til antin eitt irritativt ella eitt allergiskt eksem.

  • Irritativt kontakteksem kemur av, at húðin verður overvað av t.d. vatni og sápu, mati, upploysingarevnum ella skerioljum, sum elva til øsing á húðini, sum so líðandi verður til eitt eksem.
  • Allergiskt kontakteksem kemur av sambandi við evni, sum fólkið er ovurviðkvæmt fyri, evnini kunnu vera nikkul, parfuma, plantur ella haldevni í vakurleikaevnum og í reingerðarevnum. Eksemið kemur fyrst í tey støð á húðini, sum hava verið í sambandi við áðurnevndu evni ella við evnafrøðilig evni, oftast hendur og andlit, men kann skjótt fara víða um á kroppinum. Kontaktviðkvæmisroynd (plásturroynd á ryggi) kann gerast av húðlækna. Les meir um kontakteksem og fá eisini góð ráð um handeksem á www.videncenterforallergi.dk

Kontakt notusótt (Kontakt nældefeber)

Hetta eksemið kemur av proteinum, t.d. í mati ella av latex (natúrgummi), sum koma at húðini, og síðani síggjast notusótt líknandi broytingar, sum líðandi verða til eksem. Ovurviðkæmið kann ávísast við eini prikroynd í armin. Um antistoffir eru í blóðrenslinum fyri tí ávísa allergeninum, kann ovurviðkvæmið staðfestast. 

Viðgerð

Viðgerðaryvirlit

Yvirhøvur verður alt eksem viðgjørt við nýrakolsbørkshormonum sum krem ella salvur. Styrkin er ymisk (bólkur 1-4, bólkur 1 veikast, bólkur 4 sterkast), og styrkin valdast aldur, og hvar eksemið er.

  • Bólkur I: Til andlit og kropp hjá smábørnum
  • Bólkur II: Til kroppin hjá smábørnum
  • Bólkur I ella II: Undir armin, til rørarnar (lyskefold), innanlærs, bleyta húð á ørmum og kring baktarmin  
  • Bólkur III: Til vaksin til kropp og armar
  • Bólkur IV: Undir ilina og onnur støð við harðari húð
  • Um bundið verður um, so trongir meira inn í og munar betur, men vandin, fyri at húðin gerst tunn, økist
  • Um húðin er ógvuliga turr, so verður mælt til heldur at brúka salvu enn krem

Nýrakolsbørkshormonkrem eigur oftast at verða nýtt í minst einar 2 vikur fyri at fáa eksemið heilt burtur, men hvussu long viðgerðartíðin akkurát er valdast, hvat eksem talan er um. 

Steroidkremið skal smyrjast á í einum tunnum lagi, hetta fyri at minka um møgulig hjáárin. Týdningarmikið er at kanna – og møguliga burturbeina – møguliga atvold til eksemið og fylgja ráðunum hjá læknanum, at smyrja á tað tíðina, ið er avtala fyri, at eksemið ikki kyknar upp aftur. Hetta fyri at stimbra leking og fyribyrgja nýggj útbrot.

Ljósviðgerð hjálpir eisini, og ráðiligt er at tosa við læknan um tað. Um illgruni er av ígerð, so er týðandi at viðgera við antibiotika.

Daglig røkt er týdningarmikil:

  • At nýta vætukrem ella vætusmyrsl er týdningarmikið
  • Oljubað munar ikki betur enn vætukrem
  • At vera hvønn dag undir brúsu týnir bakteriumongdina
  • Skola sápuna væl av
  • Ver stutta tíð í bað, so húðin ikki turkar óneyðuga nógv
  • Turka varliga – ikki gníggja 

Atopiskt eksem

Óvissa er um, hví fólk fáa atopiskt eksem, og tí eru eingi greið svar um grøðing. Men harafturímóti eru góð ráð og evni til at viðgera sjúkueyðkennini og linna eksemið.

Hjá børnum, ið hava atopiskt eksem, og eksemið ikki hvørvur við vanligari viðgerð við nýrakolsbørkshormonevnum, verður matovurviðkvæmið kannað.

Umframt dagliga fyribyrging og eksemgrundviðgerð við vætukremi, so er týdningarmikið, at tú setir teg í samband við lækna og fert í viðgerð, um eksemið brádliga kyknar upp.

Fleiri viðgerðarhættir eru – krem, tablettir, bað og ljósviðgerðir – sum linna eksemið, hjálpa fyri skriða og forða møguligum bruna.

Vætukrem eru týðandi í atopisku eksemviðgerðini, tí tey nýtast til at endurbyggja mótstøðuevnini í húðini.

Góð ráð um atopiskt eksem:

  • Bað og húðrøkt væl fyri songartíð
  • Sov ikki í nógvum hita
  • Tunn klæði
  • Lat ikki klæði úr ull vera at kroppinum
  • Skift klæði, um sveittaroykur kenst
  • Ansa eftir ígerð í húðini
  • Klipp neglinar stuttar – nýt fíl, klóra bara við lógvanum – ella við húðini
  • Sov møguliga í bummulshandskum
  • Ansa tær fyri sýrukendari frukt – og sker í smáar flísar – smyr runt munnin við feitum kremi, áðrenn etið verður
  • Ver ikki strongdur/strongd –strongd hevur árin á húðina 

Fluseksem (Seborrhoisk eksem)

Soppatýnandi shampoo kann leggjast afturat fluseksemviðgerðini. Um eksemið ikki verður doyvt av nýrakolsbørkshormonskremi, so kunnu hormonfrí krem ella hormonfríar salvur nýtast, sum hava árin á immunverjuna og sostatt doyva eksemið. 

Stasieksem

Er talan um stasieksem, so er týdningarmikið, at blóðrenslið í beinum verður kannað av lækna. Læknin ráðgevur um stuðulssokkar og metir, um møguligir æðraknútar skulu viðgerast. Ofta er tað eitt gott hugskot at kanna fyri møguligt kontaktovurviðkvæmi fyri viðgerðarevnunum.

Nummulat eksem

Er talan um nummulat eksem, so kann dagligt sápuvask av ekseminum doyva bakteriumongdina.

Kontakteksem

Er illgruni av kontakteksemi, er týdningarmikið, at ein viðkvæmisroynd verður gjørd (plásturroynd á ryggi) – og um viðkvæmið verður staðfest, so er umráðandi at halda seg burtur frá avvarðandi evni framyvir. At verja húðina og at nýta vætukrem eru týðandi tættir í viðgerðini, tá ið talan er um kontakteksem.

Framtíðarútlit

Fyri alt eksem er galdandi, at sjúkugongdirnar so mangan eru ógvuliga drúgvar og skiftandi. Serliga á hondum er ofta so, at eksem er kroniskt í fleiri ár. O.u. 60 prosent av øllum børnum og ungum, ið hava atopiskt eksem, vaksa frá sjúkuni, áðrenn komið er í tannáringaárini, men vandin er stórur fyri, at tey fáa handeksem sum tilkomin, tí at húðverjan er ikki so góð sum hjá teim, sum  hava normala húð. Tí er umráðandi at velja arbeiði, har hendurnar ikki støðugt koma í nánd av t.d. vatni og sápu, ymsum matvørum, oljum ella skarni og evnafrøðiligum evnum.

Far til lækna

Um tú ella barn títt hava eksem-eyðkenni, far so til lækna tín. Eyðkennið staðfestir læknin og veitir tær viðgerðarráð.
 

  • Um tað fer at renna úr ekseminum, so kann tað vera tekin um ígerð av stafylokokkum. Set teg í samband við lækna skjótast møguligt.

Á apotekinum hava vit eisini holla vitan um viðgerðarhættir fyri eksem, so kom á apotekið, um tú stríðist við eksem.

Tú kanst lesa meir um evnið á www.huddoktor.dk og á www.astma-allergi.dk

Les meira her.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00