Hjarta/æðrasjúkur

Hjarta/æðrasjúkur er felagsheitið fyri sjúkur í hjartanum og/ella blóðæðrunum í kroppinum. Oftast koma hjarta/æðrasjúkur av, at æðrar gerast ov trongar, tí at evni, serliga feittevni, leggja seg á veggin inni í æðrini. Hetta elvir í longdini til, at blóðrenslið verður darvað, og tískil verður súrevnaførslan til tey ymisku gøgnini minni.

Aðrar hjarta/æðrasjúkur eru eitt nú: Hjartaðsvíkjan, ov høgt blóðtrýst, hjartalokabrek ella blóðtøpp í lungunum. 

Orsøk

Meginorsøkin til hjarta/æðrasjúkur er æðrakálking, sum viðførir, at blóðrenslið til vevnaðin kring kroppin er skert, og vandi er fyri blóðtøppi ella, at æðr brestur. Tað eru fleiri viðurskifti, ið elva til æðrakálking, eitt nú:

  • Royking
  • Æðrakálking tykist vera arvalig (um foreldur ella systkin hava havt blóðtøpp ella heilabløðing o.a. á ungum árum)
  • Ov stórt kolesteroltal í blóðinum
  • Fiti, helst um búkurin er stórur
  • Mannfólk
  • Konufólk komin í skiftisárini
  • Diabetes
  • Ov høgt blóðtrýst
  • Ov lítil kropsrørsla

Tørvurin á iltaðum blóði økist, tá ið tú arbeiðir hart ella tekur tung tøk, samanborið við, at tú hvílir teg. Tì kunnu fólk fáa ein blóðtøpp í hjartað, tá ið tey gera hart kropsligt arbeiði. Eisini í øðrum førum kann hjartanum tørva meira súrevni enn annars. Nevnast kann sálarlig strongd, kynslig samvera, ella um tú verður kaldur/køld. 

Sjúkueyðkenni

Fólk merkja næstan ongantíð sjúkueyðkennið av æðrakálking, fyrr enn lívæðrarnar eru ov trongar. Sjúkueyðkennini koma, av tí at partar av kroppinum fáa ov lítið blóð.

Harafturímóti so eru akuttir blóðtøppar í hjartanum og blóðtøppar ella bløðingar í heilanum megin orsøkirnar til bráðdeyða. 

Sjúkueyðkennini eru ymisk, og tey eru treytað av, hvar í kroppinum æðrakálkingin ger mest um seg, og tískil hvørji gøgn fáa ov lítið blóð.

Sjúkueyðkennini frá hjartanum eru: Hjartakrampi, blóðtøppur í hjartanum, hjartasvíkjanbankan við andingarneyð og hovnum beinum, óregluligt hjartalag við hjartabankan, svimbul/ørilsi ella svímilsi.

Æðrakálking í heilanum kann elva til blóðtøpp ella heilabløðing (apopleksi/slagtilburð). Heilabløðing kann elva til t.d. tosingar-/sjónar trupulleikar, lammilsi, krampar ella møguliga demens.

Æðrakálking í beinunum ger, at blóðrenslið til beinini er skert. Hetta elvir til pínu í beinunum og serliga í leggjunum, tá ið fólk ganga. Summi rópa hetta “Lúrara sýndromið”.

Æðrakálking í nýrunum kann gera, at nýruni svíkja.

Hvat kann eg gera?

Neyðugt er at broyta lívsførslu, tí tað er ávíst, at um tú roykir ella vigar ov nógv ella hevur ov høgt kolesteroltal ella ov høgt blóðtrýst, so kann hetta verða atvoldin til hjarta/æðrasjúkur.

Harumframt økist vandin, um hjarta/æðrasjúkur eru í familjuni.

  • Royking
    Um tú roykir, so er tað ongantíð ov seint at gevast. Tú fært færri herðindi av hjartakrampa, um tú leggur av at roykja. Harafturat er vandin fyri blóðtøppum minni
     
  • Blóðtrýst
    Ov høgt blóðtrýst økir um vandan fyri at fáa hjartasjúku. Tí er tað av stórum týdningi, at blóðtrýstið verður mált av og á. Ov høgt blóðtrýst eigur at viðgerast við hóskandi heilivági

  • Kolesterol
    Kolesterol er fitievni, sum tú partvíst fært úr matinum og partvíst verður gjørt í livrini. Tað fer við blóðrenslinum kring allan kroppin í ymsum líki. Um kolesterolið er ov nógv, so kann tað elva til, at æðrar gerast ov trongar, og sostatt ger vandan størri at fáa blóðtøppar. Tað kann vera ættarbreðgi at hava ov nógv kolesterol í blóðinum. Feitur matur økir kolesterol innihaldið í blóðinum. Tí verður rátt til ikki at eta ov feitan mat.

Diabetes

Ein møgulig sukursjúka skal vera væl ansað
 

  • At viga ov nógv 
    Yvirvekt økir um hjartasjúku vandan. Tí er tað av stórum týdningi at fáa leiðbeining um heilsugóðan kost. Eisini hevur tað stóran týdning, at tú rørir teg í minsta lagi ½  tíma hvønn dag, so pulsurin verður títtari. Tú kanst fáa góða venjing, um tú gongur ein túr hvønn dag

Er tú í øktum vanda fyri at fáa hjarta/æðrasjúkur, so eigur tú at fáa mált kolesteroltal, blóðtrýst og blóðsukur, hóast tú ongi sjúkueyðkenni hevur. 

Viðgerð

Hóast tú betrar um tey ymsu viðurskiftini og tískil ger nakað við sjúkuvandan, so er ofta tørvur á heilivágs- og møguligari skurðviðgerð. Hugsast má um kostin, helst færri kaloriur og minni djórafeitt, heldur meira fisk, trevjuríkan kost og grønmeti.

Sí meira um ta einstøku viðgerðina á:

www.hjerteforeningen.dk/hjertesygdomme/medicin/

Harumframt kanst tú lesa meira um hjarta/æðra sjúkur, og hvussu einstaki heilivágurin virkar, hjáárin o.a. á heimasíðunum:

www.apoteket.dk undir sygdomsleksikon

www.hjerteforeningen.dk/hjertesygdomme/hjerte_og_kredsloeb/

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00