Lívmóðurhálskrabbi

Lívmóðurhálsurin er niðasti partur á lívmóðrini niður í móðurskeiðina. Lívmóðurhálsrásin bindur saman móðurskeið og lívmóður. Í lívmóðurmunnanum er slímhinna júst sama slag sum í móðurskeiðini.

Slímhinnan í lívmóðurhálsinum er eitt heilt annað slag. Har hesar báðar ymisku slímhinnur renna saman, kunnu íkoma kyknubroytingar, ið seinni kunnu verða til lívmóðurhálskrabba.

Títtleiki av lívmóðurhálskrabba

Kvinnur kunnu fáa lívmóðurhálskrabba á øllum aldri. Í Føroyum fáa umleið 10 kvinnur árliga staðfest lívmóðurhálskrabba. Helmingurin av kvinnunum eru yngri enn 45 ár, tá tær fáa tað staðfest.

Sjúkan kann fyribyrgjast, um kvinnur javnan fáa gjørt lívmóðurháls kyknukanningar. Lívmóðurhálskrabbatilburðirnir hava verið fækkandi seinnu árini, alt av kyknukanningunum, og væntað verður, at tilburðirnir alsamt fækka, nú lívmóðurhálskoppsetingin er ásett í barna-koppsetingar-skránni.

Orsøk til lívmóðurhálskrabba

Høvuðsorsøkin til lívmóðurhálskrabbamein skyldast eini kroniskari ígerð við human papillomavirus (HPV), sum er ein seksuelt yvirførd sjúka. HPV er ein virusbólkur, nøkur av hesum virussløgum smitta kynsgøgnini hjá bæði kvinnum og monnum. Øll, ið eru seksuelt virkin, kunnu verða smittað. 

HPV smittan er oftast uttan sjúkueyðkenni, og tí hava fleiri smittuna uttan at vita tað. Fyri teimum flestu hvørvur smittan av sjálvum sær, men av ókendum grundum verður smittan hjá summum kvinnum kronisk. Og hetta í sjálvum sær økir um kyknubroytingarvandan í lívmóðurhálsinum og elvir í versta føri til lívmóðurhálskrabba.

Tað finnast nógv sløg av HPV, men tað er í høvuðsheitum ávikavist HPV-16 og -18, sum oftast verða sett í samband við lívmóðurhálskrabba. Aðrir sjúkuváðar knýttir at hesum eru: Fleiri  kynspartnarar, royking og HIV ígerð.

Sjúkueyðkenni

Ikki eru nøkur undaneyðkenni fyri lívmóðurhálskrabba. Men er talan um lívmóðurhálskrabba, so kunnu ávísast eitt ella fleiri sjúkueyðkenni:

  • Bløðing í móðurskeið
  • Útflot
  • Pína
  • Bløðing undir samlegu

Av tí at lívmóðurhálsurin er nærliggjandi við bløðru og baktarm, kunnu, um sjúkan er ring, síggjast eyðkenni sum:

  • Óviljað vatnlát
  • Óstøðugt vatnlát
  • Trupulleikar at sleppa av við skarnið

Hvat kann ein sjálvur gera?

  • Fyri at minka um lívmóðurhálskrabbaváðan skulu fyribyrgjandi kanningar (screening) fyri krabbamein takast í ramasta álvara. Kvinnum millum 25 og 60 ár stendur í boði at fáa fyribyrgjandi kanningar fyri lívmóðurhálskrabba. Kyknuroyndir verða tiknar úr lívmóðurhálsinum 3. hvørt ár.
  • Endamálið við kanningunum er at ávísa kyknubroytingar so tíðliga sum gjørligt, so at tær ikki verða til lívmóðurhálskrabba. Kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum er ikki krabbamein, men kann ístaðin vera undanstig, sum verða til lívmóðurhálskrabba, um tær ikki verða tiknar burtur. Tí er týdningarmikið at fylgja kanningarskránni (screeningarskránni), men screening basir ikki kyknubroytingum. 
  • Eftirsum kyknubroytingar og lívmóðurhálskrabbi eru íkomin av eini HPV ígerð, kann fyribyrgjast, at kyknubroytingar/lívmóðurhálskrabbi taka seg upp við at koppseta fyri HPV. Í dag verjir koppsettingin fyri tveimum sløgum av HPV (HPV-16 og HPV-18), sum tilsamans elva til 70% av øllum lívmóðurhálskrabbatilburðum og meira enn 50% av teim hættisligu kyknubroytingunum í lívmóðurhálsinum. Hetta er ein partur av barna-koppsetingar-skránni, sí Koppsetingar til børn.
  • Legg av at roykja
  • Nýt hít undir samlegu, so at smittuváðin minkar fyri HPV-virus smittu 

Koppseting

Í Føroyum er fyribyrgjandi koppsetingin fyri lívmóðurhálskrabba nú partur av barna-koppsetingar-skránni, og verður givin, tá gentan er 12 ár. 

1. februar 2016 varð barnakoppsetingarskráin broytt, soleiðis at HPV- koppingarevnið Cervarix verður nýtt í staðin fyri Gardasil. Koppsetingin verjir fyri HPV -16 og -18, tvs. ikki øllum HPV-sløgunum. Men sum áður eisini er sagt, so skyldast 70% av øllum lívmóðurhálskrabba tilburðum HPV-16 og -18. HPV-6 og -11 eru tey virus sløgini, sum elva til flest tilburðir av kynsvørtum.

Koppsetingin verður endurtikin eftir ávikavist tveimum og seks mánaðum. Allir tríggir skamtar skulu í hvørt fall gevast innan eitt ár.

Enn er ikki greitt, hvussu leingi koppsetingarvirknaðurin varar.

Nógv kjak hevur verið um møgulig hjáárin av HPV koppsetingini, men donsku heilsumyndugleikarnir meta, at fyrimunirnir at koppseta gagna væl betur enn vandahjáárinini. 

Lívmóðurhálskrabbi verður býttur í 4 stig

Um einhvør ikki hevur verið til regluligar kyknukanningar, og kyknubroytingarnar sostatt ikki eru staðfestar, kunnu tær fjølgast og breiða seg. 

Kyknurnar kunnu gerast virknari og fara inn í slímhinnuna. Hendir tað, so er talan um lívmóðurhálskrabba. Verður býtt upp í stig, so kann metast, hvussu víða sjúkan hevur breitt seg, og lívmóðurhálskrabbi verður mettur í stigum úr stigi 1 (tíðliga) til stig 4 (seint). 

Stig 1

1A: Lívmóðurhálskrabbin sæst bara undir sjóneyku (minni enn 7 mm)

1B: Lívmóðurhálskrabbin er bara í lívmóðurini, men er størri enn 7 mm

Stig 2

Lívmóðurhálskrabbin nørist út yvir lívmóðurina og niður í ovasta part av móðurskeiðini.

Stig 3

Lívmóðurhálskrabbin veksur út til kokuveggin og longri niður í móðurskeiðina

Stig 4

Lívmóðurhálskrabbin veksur inn í kringliggjandi gøgn og hevur breitt seg víða um kroppin (fjarmetastasir)

Jú minni krabbin hevur breitt seg, jú størri eru lekimøguleikarnir. 

Viðgerð

Um kyknubroytingar verða staðfestar í kanning, verður vevnaðurin kannaður (biopsi). Hetta er ein gynækologisk kanning, og nýtt verður ein serstøk sjóneyka (kolposkopi) – ein kikari, sum kannar lívmóðurhálsins flatu. 

Læknarnir kunnu ikki síggja, hvørjar kyknubroytingar, sum ganga í seg sjálvar aftur og hvørjar verða til krabbamein. Tí verða kvinnur við løttum kyknubroytingum kannaðar ofta, meðan kvinnur við álvarsligum kyknubroytingum fáa tilboð um viðgerð.

Skurðviðgerð í lívmóðurhálsinum kann verða viðgerðin eins væl og geislaviðgerð, sjúkuútbreiðslan er avgerandi fyri viðgerð.

Stig 1 og 2 av lívmóðurhálskrabba kunnu skurðviðgerast, men seinni stig verða geislaviðgjørd ella kemo-terapiviðgjørd. Lívmóðurhálskrabbi á fyrsta stigi (1A) verður møguliga burturbeindur við einum keiluskurði, har bert eitt vet av lívmóðurhálsinum verður skorin burtur, annars er viðgerðin á teim fyrstu stigunum tann, at lívmóðurin verður tikin. Hevur sjúkan tikið dik á seg, verður í fyrsta lagi geislaviðgjørt og samstundis kemo-terapiviðgjørt. Í vissum førum verður geislaviðgjørt og kemo-terapiviðgjørt eftir skurðviðgerðina.  

Ein kann leita sær meira kunning á www.krabbamein.fo og á www.vidunderlivet.dk.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00