Ovurviðkvæmi

Hvat er ovurviðkvæmi?

Ovurviðkvæmi er, at fólk ikki tola ávís føðsluevni ella at koma í samband við ávís evni. Hesi ávísu evnini kunnu vera óskaðilig og meinaleys og elva tí ongan trega hjá fleiri, men sum sagt tola onnur tey ikki.

Mangan er soleiðis, at brádliga tolir ein ikki eitthvørt evni, ið ein ongar trupulleikar hevur havt av áður. Ikki er so, at ávísu evnini eru vandamikil fyri kropp okkara, men kortini tulkar immunverjan ein møguligan vanda, ið hon skal stríðast ímóti. Her kann nevnast ovurviðkvæmi fyri blómusáði, dusti og ymiskum matvørum.

Tað, ið kann henda, er, at brádliga hevur tú tipta nøs, skriða í eygunum, og tárini renna. Í vælindinum skríður, og tú kanst koma í andaneyð. Um eitthvørt er, sum tú hevur etið, so kanst tú fáa herviligan skriða í svølgrúminum.

Ymisk sløg eru av ovurviðkvæmi, og kunnu tey bólkast soleiðis:

 

  • Ovurviðkvæmi, ið kemst av luftbornum bitlum
  • Ovurviðkvæmi av matvørum
  • Ovurviðkvæmi av beinleiðis sambandi við evnið 

Ovurviðkvæmi, ið kemst av luftbornum bitlum

Tá tosað verður um ovurviðkvæmi fyri bitlum, ið berast luftvegis, verður hugsað um blómusáð hjá trøum og grasi. Eisini verður hugsað um eitt nú dýrahár, royk og dust. Hetta er alt at finna í luftini, ið vit anda í okkum og sostatt koma í samband við.

Ovurviðkvæmi av matvørum

Í høvuðsheitum er sannlíkt, at ovurviðkvæmi kann fáast av øllum føðsluvørum. Men tað eru serliga hesar føðsluvørur, har ovurviðkvæmi er staðfest: Mjólk, fiski, skeljadýrum, hveiti, eggjum, nøtum og ymiskum frukt- og grønmetis sløgum.

Ovurviðkvæmi av beinleiðis sambandi við evnið

Tá talan er um ovurviðkvæmi, ið fæst av beinleiðis sambandi við ymisk evni, verður serliga tosað um ovurviðkvæmi fyri nikkul, ið ofta er at finna í prýðislutum, knøppum o.ø. Men kroppurin kann eisini vera ovurviðkvæmur fyri øðrum evnum, ið ein beinleiðis kemur í samband við.

Um evnið kemur at húðini, so svarar immunverjan í kroppinum harðliga aftur.

Eyðkennini eru skriði, útbrot og smáar bløðrur.

Hyggjuráðini eru at skýggja tey evni, ið ørkymla húðina. Lat t.d. armbandið vera liggjandi, hav tað ikki um skøvningin, um tað er tað, ið ørkymlar

Hvat hendir í kroppinum, tá vit gerast ovurviðkvom?

Verjuskipanin verður virkin, og tær sokallaðu mastkyknurnar lata frá sær eitt nú evnið histamin, ið júst er orsøkin til ovurviðkvæmið. 

Hvussu virkar histamin?

 

  • Histaminið víðkar blóðæðrarnar, so at slímhinnurnar hovna, tí væta rennur út í vevnaðin.
  • Histaminið skundar undir teir slímgerandi kertlarnar í andingarleiðini og í nasagluggunum (tað rennur úr nøsini).

Saman við histamini verða evni frígjørd, ið gera, at vøddalagið í andingarleiðini tekur seg saman, so at andingarleiðin verður trengri og trupult verður at anda út, fólk koma í andingarneyð. Histaminið elvir eisini til tann sera ringa skriðan.

Er annað, ið framskundar herðindi?

Jú, ovurviðkvom fólk hava viðkvæmar slímhinnur, sum lættliga ørkymlast av fleiri orsøkum:
 

  • Tubbaksroyki
  • Dálking, royki frá tá ein steikir mat
  • Parfumu o.s.fr.

Alt hetta kann framskunda og gera viðkvæmið verri. Álvarsamt er, um børn eru passivir roykjarar. 

Sjúkutekini kunnu vera:

Skriði í eygunum, hovin um eyguni, reyð eygu og tað rennur úr teim

  • Njósan
  • Tipta nøs og snorar illa
  • Hosti
  • Skriði í munninum
  • Útbrot, skriði og møguliga bløðrur á húðini

Góð ráð:


  • Roynið at sleppa undan tí, ið elvir til herðindi (eitt nú blómusáð, dýrahár, roykur og dust)
  • Latið t.d. onkran sláa grasvøllin
  • Sovið ikki við opnum vindeyga
  • Latið vindeygu og hurðar aftur, tá nógv blómusáð er í luftini
  • Ansið eftir, tá nógv blómusáð er í luftini
  • Luftið út, tá ið lítið blómusáð er í luftini
  • Heingið ikki klæði út á snór, tá ið nógv blómusáð er í luftini
  • Roykið ikki inni
  • Innrættið bústaðin sum best (eingi teppi ella annað, ið goymir dust)
  • Dustsúgvið ofta, ger reint við vátum klúti
  • Nýtið handskar, masku, tá gjørt verður reint
  • Ongi húsdýr
  • Heilivágsviðgerð

Far til lækna um:


  • Um tú hevur tekin um ovurviðkvæmi alt árið
  • Um tú hevur roynt ovurviðkvæmisheilivág, men til fánýtis
  • Um tú hevur andadrátstrupulleikar og kenna tygum illa
  • Um tú hevur illgruna um astma
  • Um bara annað eyga skriðar 

Hvussu staðfestir læknin ovurviðkvæmi?

Ofta er nóg mikið at greiða læknanum frá, hvussu, nær og hvar tú fekst sjúkueyðkennið. Læknin leggur síðan viðgerð til rættis, sum m.a. kann umfata húðroyndir og ymiskar blóðroyndir. Umframt hetta eisini útandingarroyndir, um illgruni er um astma.

Heilivágsviðgerð:

Tað finnast ymiskir heilivágsbólkar til at viðgera ovurviðkvæmi; og teir eru:

  • Antihistamin
    • systemiskt virkandi (ikki tálmandi)
    • systemiskt virkandi (tálmandi)
    • lokalt virkandi
  • Kombinatiónsheilivágur
    • antihistamin og sympatomimetikum
    • antihistamin og steroid
  • Steroid
  • Cromonir
  • Antikolinergika
  • Allergenspesifikk immunterapi


          Anti-histamin

          Av ovurviðkvæmi verður m.a. evnið histamin loyst frá mastkyknunum. Histamin setir seg á ávís støð í kroppinum (kallað reseptorar) og elvir harvið til sjúkueyðkennini, sum t.d. skriða í eygunum, tipta nøs, snor, njósan, hosta og skriða um kroppin. Anti-histamin er evni, ið tálmar histamin ávirkanini.
          Anti-histamin setir seg á júst somu støð sum histamin, og harvið verða tey ótolandi árinini av histamini tálmað.
          Heilivágstilbúningar, ið hava anti-histamin í sær, finnast sum ávikavist:
           

          • Lokalt virkandi – eitt nú nasapístr, eygnadropar og hostasevja
          • Systemiskt virkandi – eitt nú tablettir og miksturur

          Okkurt fæst í handkeypi og okkurt er neyðugt við forskrift frá læknanum.

          Heilivágurin kann takast fyribyrgjandi og til viðgerð fyri ovurviðkvæmi. 

          Steroid

          Steroid verður eisini nýtt fyri ovurviðkvæmi. Um ikki antihistamin er nøktandi kann fyriskipast nasapístr við smáum skamtanum av nýrakolsbørkshormonum. Henda viðgerð er drúgv (fleiri dagar), men ávirkanin á ta tiptu nøsina er stór. Evnið skal takast regluliga fyri at fáa besta úrslit. Hesi nasapístr kunnu bæði fáast í hondkeyp og á forskrift.

          Steroid er eitt hormon, sum verður gjørt í hjánýranum, heilt neyvt í nýrakolsbørkinum. Steroid verður tí kallað nýrakolsbørkshormon. Er sjúkan ring, so kann læknin vera noyddur at útskriva nýrakolsbørkshormon sum tablettir ella innspræning.

          Cromonir

          Hesi evni ávirka mastkyknurnar soleiðis, at tey tarna histamini at loysa seg frá. Hetta ger, at ovurviðkvæmis eyðkennini verða tálmað.

          Heilivágstilbúningar, sum hava cromoglicat í sær, finnast bæði sum nasapístr og eygnadropar og fáast í handkeypi.

          Antikolinergika

          Antikolinerg evni blokera reseptorarnar, so at sonevnt acetylkolin ikki sleppur framat. Hetta ger, at snorað verður munandi minni.

          Allergenspesifikk immunterapi

          Til ber at koppseta. Tað verður rópt hyposensibilisering ella immunterapi. 

          Tað er ein viðgerð, ið minkar tørvin á nasapístri, eygnadropum og tablettum munandi – ella ger, at hesin heilivágur virkar betur, og serliga er her galdandi ovurviðkvæmi av trøum og grasi. Viðgerðin varar í 3-5 ár, tí at so er úrslitið best. Tú verður koppsettur við tí, tú ikki tolir, í størri og størri skamtanum, sostatt verður kroppurin vandur til tað, ið elvir ovurviðkvæmið. Er talan um grassáð, so ber til at viðgera við tablettum. Tú skalt hvønn dag í 3 ár leggja eina tablett undir tunguna.

          Heilivágurin skal takast fyribyrgjandi, tí tá virkar hann best!

          Fá meir at vita!

          Víst verður til heimasíðuna hjá Astma-Allergi Danmark: http://www.astma-allergi.dk/

          Les eisini faldaran her.

          Samband/Upplatingartíðir

          Tjaldurs Apotek

          Tjaldurs Apotek
          R.C. Effersøesgøta 31
          Fo-110 Tórshavn

          Telefon: +298 34 11 00
          Fax:

          +298 34 11 92

          Teldupost:

          tjaldur@apotek.fo
          (ikki til átroðkandi boð)

          V-tal:

          323853

          EAN:  5797100002373
          mán - frí: 9.00 - 17.30
          leyg: 10.00 - 14.00
          sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
          Annars eftir avtalu.

          Apotekið Steinatún

          Apotekið Steinatún

          Telefon: +298 34 11 61
          Teldupost:

          steinatun@apotek.fo

          V-tal:

          323853

          EAN:  5797100002373
          mán - frí: 10.00 - 17.30
          leyg: 10.00 - 14.00

          Suðuroyar Apotek

          Suðuroyar Apotek
          Undir Heygnum 4 
          800 Tvøroyri
          Telefon: +298 36 03 00
          Fax: +298 37 17 68
          Teldupost: suduroyar@apotek.fo
          V-tal: 345490
          EAN:  5797100002632
          mán - frí: 9.00 - 17.30
          leyg: 9.00 - 12.00
          Annars eftir avtalu.

          Eysturoyar Apotek

          Eysturoyar Apotek
          Mýravegur 6 
          620 Runavík
          Telefon: +298 47 34 00
          Fax: +298 47 34 01
          Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
          V-tal 549118
          EAN  5797100002649
          mán - frí: 10.00 - 17.30
          leyg: 9.00 - 13.00

          Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

          Norðoya Apotek

          Norðoya Apotek
          Klaksvíksvegur 5
          700 Klaksvík
          Telefon: +298 47 25 00
          Fax: +298 45 41 00
          Teldupost: nordoya@apotek.fo
          V-tal: 330833
          EAN:    5797100002625
          mán - frí: 9.00 - 17.30
          leyg: 9.00 - 13.00
          Annars eftir avtalu.

          Landsapotekarin

          Landsapotekarin

          Staravegur 15

          100 Tórshavn

           

          Telefon: +298 35 52 00
          Teldupost:
            landsapotekarin@apotek.fo 
             
          mán - frí: 10.00 - 15.00

          Fíggjardeildin

          Fíggjardeildin

          Staravegur 15

          100 Tórshavn

           

          Telefon: +298 35 01 50
          Fax: +298 35 01 51
          Teldupost: bokhald@apotek.fo 
             
          mán - frí: 10.00 - 15.00