Slitgikt

 

Slitgikt er ein støða, har tosað verður um slit og niðurbrótan av bróskinum og beinagrindini í teimum raktu liðunum. Hetta er tað mest vanliga slagið av gikt, og flest øll verða rakt av slitgikt við aldrinum, í einum ella fleiri liðum. Tá ein hevur fingið slitgikt í ein lið, so verður ein ikki frískur aftur av hesum,  slitgikt er varandi.

Slitgikt rakar ofta teir liðir við størstu byrðu, t.d knæliðir og mjadnarliðir. Tumlar, stórutær, nakki og lendar vera eisini ofta rakt.

 

Orsøk til slitgikt er:

Aldur

Yvirvekt

Arvur

Skaðar á beinagrind og liðir, sum ofta seinni elva til slitgikt

Tungt og einstáttað arbeiðið, sum tyngir skeivt á liðirnar

 

Við slitgikt er trupulleikin, at bróskið ímillum 2 beinknútur er skatt ella slitið burtur, og ofta sæst skeivur beinútvøkstur á liðunum, sum á myndini niðanfyri.

Sjúkueyðkenni eru:

-          Pína

-          Brakan í liðunum

-          Stívir liðir

-          Harður útvøkstur á liðinum

-          Liðurin kann hovna av bruna

-          Tað er truplari at røra liðirnar

-          Niðursett vøddastyrki rundanum liðin

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu hvør einstakur er merktur av pínu. Summi kunnu vera sera ring av pínu, hóast lítið slit sæst, ímeðan onnur næstan ikki føla nakra pínu, hóast nógv slit. Ein følir ofta pínu í sjálvum liðinum, men pínan kann eisini kennast sum djúp og borandi pína, sum strálar út frá liðinum.

 

Pínan verður býtt í 3 stig:

1.       Pína, tá ein byrjar at røra seg

2.       Minni pína, tá ein er komin í gongd

3.       Aftur pína aftaná rørslu í longri tíðarskeið

 

Viðgerðin av slitgikt kan býtast í 3 partar:

Lívsstílsbroytingar:

Tað er av stórum týdningi, at ein ið hevur slitgikt, kennir til sína støðu og skilir týdningin av at ansa eftir sær sjálvum. Her verður t.d. hugsað um at røra seg eftir førimuni, soleiðis at vøddarnir kring teir raktu liðirnar styrkjast. Eisini verða liðirnir smurdir inn við liðvætu í rørslu. Hetta kann vera við til at minka um pínuna hjá tí einstaka. Tað er gott at súkkla og svimja, tá hetta ikki overvar liðirnar. Eisini er ein møguleiki, at seta seg í samband við fysioterapeut, og saman við honum gera eina ætlan yvir hvussu ein skal røra seg.

Er ein ov tungur, er av týdningi at fara nøkur kilo aftur, serliga um slitgikt er í knøunum ella mjadnunum.

Viðgerð við heilivági:

Í dag er eingin heilivágur, sum lekir, men viðgjørt verður eftir sjúkueyðkennunum, t.d. pínu, fyri at styrkja lívsgóðskuna.

Av pínustillandi heilivági er paracetamol 1. val til slitgikt. Um ein ikki hevur so nógva pínu, kann ein nýta 1 gram av paracetamol tá tørvar. Um ein hevur varandi pínu, kann ein royna við fullari skamtan av paracetamol, tvs. 1 gram 4 ferðir um dagin.

Um hetta ikki hjálpir, skal ein, saman við læknanum, finna hvør viðgerðin so skal vera.

Læknin kann tá velja at viðgera við NSAID-tilbúningi, sum t.d. Ibuprofen. NSAID tilbúningar finnast umframt sum tablettir eisini sum ávikavist krem og gel at smyrja á tað rakta liðin. Hetta fæst í handkeypi.

Um ein hevur ógvuliga ringa pínu, so kann vera neyðugt at viðgera við morfin-tilbúningi. Í teimum stóru liðunum kann viðgerast við nýrakolsbørkshormon (binyrebarkshormon), sum verður sprænt í liðin, tó skal hetta ikki nýtast ov nógv, tá tað eisini kann virka oyðileggjandi.

Summi meta seg hava gagn av heilivágnum/kostískoytinum Glucosamin. Ymisk er, hvat kanningar siga hesum viðvíkjandi.

Klinisk viðgerð:

Í onkrum føri er ein so hart raktur av slitgikt, at neyðugt er at fara undir skurðviðgerð, og møguliga fáa ein nýggjan eftirgjørdan lið.

Nær skal ein fara til læknan:

-          Tá ein hevur eyðkennir um slitgikt

-          Tá slitgiktin versnar

-          Tá ein er í viðgerð, og hóast tað hevur pínu

Sí annars:

min.medicin.dk

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00