Tunglyndi

Øll menniskju hava skiftandi dagar í góðum og ringum hýri. Hetta er heilt vanligt. Tá eitt fólk fær tunglyndi (depressión), rakar hetta bæði sinnið og kroppin, og hýrurin svarar ikki til tað, ein vanliga upplivir. Tunglyndi er ein álvarsom og langdrigin sjúka, sum í stóran mun ávirkar lívsgóðskuna. Tunglyndið fevnir um nógv ymisk fyribrigdi. Sjúkueyðkennini eru sera ymisk, og tað er eisini  ymiskt í hvønn mun sjúkueyðkennini ávirka hvørt einstakt fólk. Hetta ger, at tunglyndi kann vera torført at staðfesta. Kanningar vísa, at umleið 50% av teimum, ið dragast við tunglyndi, ongantíð hava fingið sjúkuna staðfesta, hóast tey hava verið hjá lækna.

Sálarlæknar skilja millum 1) lættar depressiónir 2) miðal depressiónir og 3) tungar depressiónir. Tað er talið av sjúkueyðkennum, ið ger av, hvat slag av depressión talan er um. 

Títtleiki

Tunglyndi er ein sálarlig sjúka. Staðfestast kann, at tunglyndi kann gerast ein fólkasjúka. Í Danmark stríðast í minsta lagi 200.000 fólk dagliga við tunglyndi, og summi eru verri fyri enn onnur. Fyri kvinnur er vandin fyri at fáa tunglyndi onkuntíð á lívsleiðini umleið 15%, og hjá monnum er tað umleið 8%. 

Orsøk

Tunglyndi er arvaligt. Er onkur í familjuni, sum hevur havt tunglyndi, er vandin fyri at fáa tunglyndi størri enn í familjum, har hetta ikki áður er staðfest. Ivaleyst er tað so, at evnini at stýra tørvinum av signalevnunum í  heilanum, eru arvalig. Man arvar ivaleyst niðursettu evnini  til at regulera tørvin av signalevnum í heilanum. Hóast ongin í familjuni hevur havt  tunglyndi, kann sjúkan eisini standast av ymiskum hendingum á lívsleiðini, sum t.d. álvarslig sjúka, vanlukka, strongd, barnsburður o.a. Ofta eru tað fleiri orsøkir, ið saman elva til tunglyndi. 

 

Sjúkueyðkenni

Tunglyndi kemur ofta sníkjandi, og sjúkueyðkennini verða sjónligari, so hvørt sum tunglyndið mennir seg. Sjúkueyðkennini eru mong:

  • Huglagið er á einum lágum støði, og hýrurin er ringur  
  • Tungar og daprar hugsanir, ið seinni føra til vónloysi á fleiri økjum
  • Vantandi áhugi fyri tí, ið áður var væl dámt 
  • Lítil og ongin orka
  • Trupult at taka avgerðir 
  • Sjálvábreiðslur og skuldarkensla
  • Pína í vøddum og liðum
  • Hugsar ofta um deyða og sjálvmorð
  • Hevur ringan matarlyst og lætnar 

Kanning

Læknin staðfestir tunglyndi við eini persónligari kanning. Spurningar verða settir um ymiskar støður í lívinum hjá viðkomandi. Læknin ger eisini eina umfatandi heilsukanning. Úrslitið av øllum hesum er avgerandi fyri, hvør viðgerðin verður.

Viðgerð

Týdningarmikið er, at sjúklingurin undir viðgerð við heilivági fær holla vitan um sjúkuna, samstundis at hann verður stuðlaður og vegleiddur um lekingarmøguleikar. Er talan um ikki so álvarsamt tunglyndi, so kann samtaluterapi vera nóg mikið.

Antidepressiva er heilivágur, ið kann gera, at tamarhald fæst á tunglyndið, og hesin heilivágur verður nýttur, um sjúklingurin er minni hart raktur av tunglyndi, og eisini um hann er hart raktur. Heilivágur kann eisini fyribyrgja, at tunglyndið er afturvendandi í framtíðini.

Tað eru fleiri sløg av antidepressiva. Sløgini virka ymiskt, og árinini eru eisini ymisk. Er talan um álvarsamt tunglyndi, verður altíð viðgjørt við heilivági.

Uttan viðgerð kann tunglyndi føra til eina vandamikla støðu, har sjálvmorðsroynd verður framd. Tí er sera umráðandi, at fólk, ið dragast við tunglyndi, verða tikin í álvara, og at alt fer fram í samráð við lækna.

Heilivágur (Antidepressiva)

Heilivágur fyri tunglyndi verður niðurbrotin í livrini, og tað er sera ymiskt frá fólki til fólk, hvussu drúgv niðurbrótingin er. Tí eru skamtaninar sera ymiskar. Við at taka blóðroyndir kann skamtanin ásetast so neyvt sum gjørligt fyri at minka um hjáárinini. Tað er ymiskt, hvussu heilivágurin virkar, og hvussu álvarsamt tunglyndið er. Tí er ofta torført at finna røttu viðgerðina beinanvegin.

Heilivágurin virkar ikki, fyrr enn viðgerðin hevur vart í einar  2-3 vikur, alt eftir hvør heilivágurin er, og í nøkrum førum kann viðgerðin vara í upp til 6 vikur, áðrenn úrslitið sæst. Í hesum tíðarskeiðnum kann gerast neyðugt at taka annan heilivág samstundis – t.d. Bensodiazepinir. Heilivágurin lekir ikki tunglyndi, men linnir. Tí skal heilivágurin takast, so leingi sum tunglyndið nívir. Í miðal tekur hetta o.u. ½ - 1 ár. Um ongi sjúkueyðkenni eru eftir ávísa tíð, so verða skamtaninar minkaðar, og so steðgar viðgerðin. Um sjúkueyðkennini koma aftur, so verður aftur viðgjørt við heilivági.

Eftir fyrstu depressónina er vandin fyri, at hon kemur aftur, størri. Nøkur hava tørv á lívslangari fyribyrgjandi viðgerð við antidepressivum heilivági.

Nýggjari antidepressivur heilivágur

Tey nýggjaru sløgini av antidepressiva, SSRI (Selektivur serotonin endurtøkutarnari) og SNRI (Serotonin- og adrenalinvirkandi tilbúningar), virka skjótari og hava færri hjáárin. SSRI virkar soleiðis, at mongdin av signalevninum serotonin verður økt í heilanum. SSRI seinkar, at tað natúrliga serotonini millum nervakyknurnar verður týnt. Tað ger, at serotonin virkar í longri tíð og er munabetri. SNRI tarnar endurupptøkuni av bæði serotonin og noradrenalin. Heilivágur, sum økir serotonin, er bæði fyri tunglyndi og angist. Hesir tilbúningar hóska eisini til eldri fólk við tunglyndi, og vandin fyri eitran av ov stórum skamti er væl minni.

Hjáárini kunnu vera:

  • Vaml
  • Spýggja
  • Ringt svøvnlag
  • Sveitti
  • Høvuðpína
  • Ristingar  (Tremor)
  • Kynsligt órógv

NaSSA (Noradrenerg og spesifikk serotonerg antidepressiva) tarna teim adrenergu reseptorunum, so at bæði serotonin og noradrenalin verða virknari. Evnið ávirkar eisini signalevnið histamin. Evnið kann brúkast einsamalt, men verður ofta brúkt saman við øðrum antidepressivum evnum, tí at tað er sissandi, og tí verður antidepressiva ávirkanin størri. Árinini kunnu vera, at fólk fitna, verða dølsk, turr í munni og høvuðpína.

SSRI er mest nýtti heilivágur. SNRI og NaSSA verða serliga nýtt, um SSRI árinið ikki er nøktandi. Harumframt verða SNRI og NaSSA nýtt, um hjáárin av SSRI darva ella um angist og ringt svøvnlag standast av viðgerðini, og tískil ynskiligt er við einum doyvandi evni. 

Klassisk antidepressiva

TCA (TriCyklisk Antidepressiva) vóru fyrstu tilbúningar, sum komu á marknaðin. Hesir tilbúningar tarna bæði serotonin og noradrenalin endurupptøkuni. TCA verður nýtt fyri álvarsamt tunglyndi, um tey nýggjaru evnini ikki hava hjálpt nóg væl. TCA virkar væl, men hjáárinini eru fleiri (tí at onnur signalevni verða ávirkað) t.d.:

  • Munnturrheit
  • Dølskni (svimbul)
  • Leyst lív
  • Trupulleikar við vatninum
  • Fiti
  • Sveitti

Hesin heilivágur er ikki væl egnaður at viðgera eldri fólki við tunglyndi. Um tey verða dølsk (svimbul), kunnu tey detta  og bróta seg sundur. Ov stórur skamtur  av hesum heilivágnum kann verða  lívshættisligur.

Mono-Amino-Oxidase-tarnarar (MAO-tarnarar) verða bara nýttir í viðgerð í samráði við serlækna, tí at hjáárinini eru fleiri og álvarsomt samvirkni sæst við onnur evnir.

tí hjáárini eru nógv og pga. deres alvorlige interaktioner med andre stoffer.

NARI (noradrenalin endurtøkutarnari) – evnið tarnar Noradrenalin reabsorptión úr synapsrivuni – verður sjáldan brúkt.

Lithium verður serliga brúkt, tá talan er um viðgerð fyri manio-depressiva sjúku. Lithium kann eisini verða brúkt sum ískoyti í viðgerðini fyri tunglyndi fyri at økja um virknaðin av antidepressiva.

Evni, ið ávirka melatonin-lagið: Fleiri kanningar hava víst, at samanhangur er millum depressión og órógv av vanligu gerandis gongdini. Agomelatin ávirkar melatonin-skipanina og kann gera, at gongdin í samdøgrinum aftur verður, sum hon vanliga var, og hetta í sjálvum sær linnir depressiónina. Evnið leysletur eisini meir av signalevnunum noradrenalin og dopamin.

Set teg í samband við lækna 

  • Um tú er tunglynt/ur og ikki er í viðgerð
  • Um støðan versnar
  • Um tú fær hug at gevast við heilivágnum
  • Um tú hugsar um sjálvmorð
  • Um tú hevur aðrar  trupulleikar í sambandi við viðgerðini 

Spyr á apotekinum

Um tú hevur spurningar um heilivág fyri tunglyndi, ber altíð til at spyrja starvsfólkið á apotekinum, ið hevur førleika  til at geva serkøna ráðgeving á økinum.

Faldarar:

apotek.fo (føroyskur)

apotek.fo (danskur)

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00