Spyr bara

Her ber til at seta spurningar um m.a. heilsu, heilivág og persónliga røkt. Spurningarnir verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14 dagar.

Eru tað átroðkandi spurningar, mæla vit til, at tú setur teg beinleiðis í samband við apotekið ella læknan.

Spyr okkum

Spyr okkum

Heilivágur

Vís allar spurningar
Goym allar spurningar
  • Hvør kann fáa skamtluting?

    Kunnu tit siga mær, hvørjar fortreytir eru, og hvussu mannagongdin er í samband við skamtanarheilivág til heimabúgvandi?

    Eg kenni til, hvussu lætt hetta kann fáast í lag til búfólk á røktarheimum í Tórshavn.

    Havi ein í familjuni, sum býr á bygd, sum fær ymiskan heilivág fyri m.a. høgt blóðtryst og minnisloysi. Havi í meira enn eitt ár roynt at fáa kommunulæknan at broyta, so at viðkomandi kann fáa skamtanarheilivág, tí javnan hendir, at viðkomandi manglar heilivág, men uttan úrslit og frágreiðing.

     

    Svar:
    Tað er altíð læknin, sum setur skamtluting í gongd. So tað er neyðugt tosa við læknan og biðja hann/hana skriva skamtanarforskrift, sum hann/hon sendir á apotekið.

    Fólk, sum taka heilivág støðugt, har ikki nógvar broytingar eru, eru egnaði til skamtluting. Vit pakka bert hylki og vanligar tablettir, ikki upploysiligar tablettir, smeltitablettir ella annað, ið er viðbrekið fyri vætu. Antibiotika, kynshormon og cytostatika verður ikki pakkað. Bert fá sløg av kostískoyti verða pakkað, t.e. ávísar vitaminir, kálk og jarn. Á heimasíðuni http://www.apotek.fo/fileadmin/apotek/download/oydubloed/skamtluting.pdf liggur ein faldari um skamtluting.

    Vinarliga,
    Óløf Briem
    Farmaseutur
    Skamtluting

  • Livralýsi

    Eg keypti toska lýsi, men fann ikki upplýsingar um innihaldið. Sølukvinnan segđi eg kundi finna alt “online”, men fann tíverri einki.

    Kundi eg fingið navnið á fyritøkuni og/ella upplýsingar um lýsið?

    Svar:
    Hey –

    Livralýsi, ið vit selja verður framleitt í  Íslandi av fyritøkuni Lýsi HF.

    Upplýsingar um innihald av orku, protein, kolvætu, vitaminum og fiti stendur á etikettini á fløskuni.

    Tað stendur ikki útgreina, hvussu nógv av omega-3 fitisýrunum eru EPA og DHA.

    Okkara Livralýsi inniheldur í minsta lagi:

    min.:  738 mg av EPA /10 ml og 
    min.:  831 mg av DHA/10 ml 
    Innihaldið er sum oftast hægri.

    Vinarliga heilsan
    Eyðhild Fuglø
    Farmaseutur

     

     

  • Hava tit “Bimuno prebiotic powder” ella líknandi á apotekinum? (hjálpir væl móti “irritable bowel syndrome”)

    Mjólkarsýru bakteriur eru til staðar í bakteriufloruni  hjá menniskjum og eisini í ymiskum mati, eitt nú í joghurt.

    Hildið verður, at hesar góðu bakteriur troka burtur tær bakteriur, ið elva til sjúku, og at tað hevur við sær eina normalisering av bakteriufloruni  í tarmunum. Tað er tó ikki endaliga staðfest.

    Tað eru nógvar ymiskar vørur við hesum mjólkarsýrubakterium í  og við ymiskum sløgum av mjólkarsýrubakterium. Her kann m.a. nevnast Lactobacillus acidophilus, Bifidobacterium longum, Enterococcus faecium, Lactobacillus gasseri og Lactobacillus rhamnosus. 

    Hesar bakteriurnar - nevndar probiotika - kunnu hava góðan virkna móti avleiðingum, ið standast av sjúkum, eitt nú magatrupulleikum. Tey probiotika, ið eru best kannað, eru Streptococcus thermophilus og ymisk sløg av bifidobakterium, enterokokkar, lactobacilli og saccaromyces.

    Apotekið hevur ymisk sløg av probiotika - bæði heilivág (Paraghurt®), nátturuheilivág (Idoform®, Vivag®  ) og kostískoyti (eitt nú Lactocare® og Duolac® ).

    Ymiskt er, hvussu stór mongd og hvussu nógv sløg av mjólkarsýrubakterium eru í. Ikki kann enn sigast endaligt, júst hvørji sløg av mjólkarsýrubakterium skulu vera í. Í Paraghurt, sum er heilivágur, eru milliónir av bakterium í, og er eitt av sløgunum, ið fáast á apotekinum, sum hevur verið longst á marknaðinum. Meðan hini innihalda milliardir av bakterium og eru nýggjari.

    Mjólkarsýrubakteriur verða ofta brúktar til at normalisera tarmfloruna fyri at fyribyrgja  leysan  maga, ið kann stava frá mati í fremmandum londum ella av ymsum øðrum orsøkum.

    Eisini verða  mjólkarsýrubakteriur brúktar  fyribyrgjandi og til viðgerð  av skriða, sviða, turrleika, lukti og/ella øktum útfloti vegna ójavnvág í normalu bakteriufloruni  í móðurskeiðini hjá kvinnum.

    Sum sagt er enn eitt sindur ivasamt, júst hvussu mjólkarsýrubakteriur virka, men ymiskar kanningar benda á, at tær í summum førum virka móti leysum maga.

    Teir skamtar, ið hava verið  brúktir í hesum kanningum, eru milliardir ella tíggjutals milliardir av bakterium.

    Fyri at svara tínum spurningi so dugi eg ikki at síggja, hvussu stór mongd av mjólkarsýrubakterium er í “Bimuno prebiotic powder”. Har stendur 5,5 g, og kundi eg  hugsað mær, at har stóð, hvussu stórt talið av bakterium var, so eg kundi samanborið tað við vørurnar, ið fáast á apotekinum.

    Upplýst verður, at bifidobakteriur eru í. Vit hava eina vøru, sum minnir um hetta við tað, at í henni eru 3 sløg av bifidobakterium íalt 3,6 milliardir  (+ 2,4 milliardir lactobacillus acidophilus) og er eitt pulvur. Í pulvurinum er fibur. Hetta er eitt kostískoyti, ið nevnist Lactocare Fiber®, og viðmælt verður at brúka 1-2 brøv um dagin.

    Eg tori ikki at siga, at Lactocare Fiber virkar móti “irritable bowel syndrome”, ei heldur um hin vøran, tú nevnir, ger tað. Eg kann bert svara, at Lactocare Fiber  inniheldur eina stóra mongd av bifidomjólkarsýrubakterium og er eitt pulvur á sama hátt sum tað, tú nevnir. Lactocare Fiber  smakkar av appelsin, og tú kann stroya tað yvir matin ella  upploysa tað í vatni. Lactocare Fiber  inniheldur ikki laktosu, gluten ella djóra gelatinu

  • Iðranartablett (fortrydelsespille) - Hey, eg ætlaði at vita, um tit selja iðranartablettir (fortrydelsespiller), og at vita hvussu virknaðurin er?

    Hey –

    Iðranartablettir ella sonevndi angri-bollin kann keypast á apotekinum.

    Hetta eru hormontablettir, ið man heldur tarna eggloysnini og forða gitnum eggi at festa seg í lívmóðurslímhinnuna. Angri-bollin við virknað evninum Levonorgestrel (Norlevo®, Levodonna®) skal helst nýtast innan 12 tímar og í seinasta lagi 72 tímar eftir ófyribyrgdari samlegu. Heilivágurin eigur ikki at nýtast í staðin fyri vanliga fyribyrging.

    Trygdin fyri at ikki gerast við barn er nógv minni enn at nýta p-bollar. Ikki verður viðmælt at nýta fyribyrgingar neyðloysnir ferð eftir ferð í eini mánasjúkuumferð, tí at so verður hormonskamturin ov stórur, og mánasjúkuumferðin kann verða álvarsamt órógvað.

    Angri-bollin, Norlevo®/Levodonna®, kann keypast í hondkeypi á apotekinum við vegleiðing.

    Har finst eisini eitt annað slag EllaOne®, við virknað evninum Ulipristalacetat, sum bert fæst við forskrift frá læknanum. Hetta skal helst nýtast skjótast gjørligt og ikki seinni enn 120 tímar (5 dagar) eftir ófyribyrgdari samlegu.

    Vinarliga heilsan
    Elin Mouritsen
    Farmaseutur

  • Eg havi bílagt malaria heilivág av slagnum malarone til 3. mðr. og havi nú funnið útav at tað er ov nógv. Eg havi ikki opnað pakkanar. Er tað møguligt at lata tað inn aftur sum eg ikki skal brúka?

    Hey -

    Vit taka tíverri ikki heilivág aftur.

    Apotekið skal kunnu vísa á, at heilivágurin er goymdur rætt. Hetta fyri at vit kunnu vera vís í, at heilivágurin hevur tann ætlaða virknaðin.

    Tá heilivágurin hevur verið úti av apotekinum, kunnu vit ikki tryggja hetta og kunnu tískil ikki selja heilivágin til ein annan kunda.

    Vinarliga heilsan

    Elin Mouritsen
    Farmaseutur

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00