Søkt verður eftir starvsfólki til okkara vørumóttøkutoymið/innkeypsdeild at byrja skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 6. apríl.
Starvið er 20 tímar, tó krevst at man til tíðir arbeiður fulla tíð. Starvið er, í fyrstu atløgu, tíðaravmarkað til 1 ár frá setan. Tað krevst, at man er fleksibul bæði við atlit til arbeiðstíðir og arbeiðsuppgávur.
Sum partur av vørumóttøkutoyminum tekur tú ímóti vøru, setur vøru uppá pláss í handlinum, syrgir fyri at handilin er snøggur umframt annað fyrifallandi arbeiði. Sum heild vøruhandfaran, og tað sum har til hoyrur. Tú kemur eisini at vera avloysari í innkeypsdeildini og fevnir hetta um innkeyp av merkivørum til Tjaldurs Apotek.
Neyðugt er eisini, at man traðkar til, har tørvur er á tí.
Okkara fjølbroytta virksemi setur nógv ymisk krøv til logistikkin á Tjaldurs Apotek. Hesari deild kemur tú at vera partur av
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fríggjarmálaráðið, lønarflokkur 2
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elin Mouritsen, deildarleiðara í logistikk, á tlf. 404050 ella senda ein teldupost til elinm@apotek.fo
Skrivlig umsókn (við avriti av møguligum prógvi, viðmælum og upplýsingum um royndir) skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 28. februar. Umsóknir skulu sendast við telduposti til elinm@apotek.fo