Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Hoyfepur

Talið av fólki, sum hava hoyfepur, hevur verið nógv vaksandi tey seinastu árini. Tað er galdandi fyri bæði børn og ung. Hoyfebur kann viðførða niðursetta lívsgóðsku og sjúkrafráveru og er ofta sambundin við astma og matvøruovurviðkvæmi.

Nógv fólk hava hoyfepur, men tað eru ikki øll, sum vita tað. Viðhvørt verða sjúkueyðkennini av ávikavist hoyfepuri og krími blandað saman.

Sjúkueyðkennini av hoyfepuri kunnu vera ymisk frá persóni til persón, eisini hvussu nógv tað órógvar tann einstaka, og í hvussu langa tíð eyðkennini plága hin einstaka. Hjá nógvum hevur hoyfepur eina keðiliga ávirkan á tað ”sosiala”, skúlan og arbeiðslívið. Sleppast kann undan hesum, tí tey flestu, ið hava hoyfepur, hava møguleika fyri at liva eitt vanligt lív uttan teir stóru trupulleikarnar - við  tí røttu viðgerðini og vitanini um sjúkuna.

Hvat er hoyfepur?

Hoyfebur, sum eisini verður nevndur allergisk rhinitis, er tá ið ein er ovurviðkvæmi fyri eitt nú pollen (blómusáð) og kann tí verða treyta av árstíðuni. Tað eru nógv ymisk sløg av pollen, men í Føroyum er tað gras-pollen, sum er orsøk til hoyfepur hjá fólki.  

Hoyfebur kann eisini standast av innandura andelvi sum t.d. djórahárum, dustmottum ella blámusoppi og kann tí geva sjúkueyðkenni alt árið.

Ofta kann, sum sagt, vera torført at kenna mun á, nær talan er um hoyfepur ella krím.

Sjúkueyðkenni av hoyfepuri eru:

·        Eygu: Reyð, skriði, rennur úr teimum, eru viðkvæmari fyri ljósi, eygnalokini og slímhinnan í eygunum hovna.

·        Nøs: Tipt, nasaútflotið  klárt, skriði, nýsur ofta.

Er talan um krím, er nasaútflotið tjúkt, óklárt, gult og onkuntíð febur. Viðkomandi nýsur bert av og á, og eyðkennini vara sjáldan meira enn 1 viku.

Góð ráð alt eftir, hvørjum tú er ovurviðkvom/ovurviðkvæmur fyri

  • Finn ta røttu heilivágsviðgerðina til júst tín
  • Lat onkran annan sláa grasvøllin
  • Sov ikki við opnum vindeyga
  • Lat vindeygu aftur, tá nógv grassáð er í luftini
  • Nýt sólbrillur, tá tú er úti
  • Vaska ella skola hárið, áðrenn tú fer í song fyri at fáa pollen úr hárinum
  • Hav vindeygu aftur, meðan koyrt verður í bili
  • Heingj ikki vaskiklæðini út á snórin, tá ið nógv grassáð er í luftini
  • Innrætta bústaðin væl (eingi teppir ella annað, ið elvir til dust)
  • Dustsúgvið ofta og ger javnan reint
  • Ongi pelsdjór
  • Skola eyguni og nøsina í isotoniskum saltvatni, um tú hevur verið, har pollen er
  • Sjúkueyðkennini kunnu gerast verri, um tú eitt nú er, har tubbaksroykur er, os frá stearinljósi, parfuma, roykur frá báli - avmarka tí hetta  

Á apotekinum eru útbúgvin starvsfólk altíð tilreiðar at kunna og hjálpa tær, skuldi tú havt fyrispurningar um hoyfepur og viðgerðina.