Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Kanska verður tín næsta høvuðpína av ongum?

Góð ráð, tá tú hevur spenningshøvuðpínu

 

 

 

 

 

 

Spenningshøvuðpína er hin mest vanliga høvuðpínan.

Næstan øll vaksin hava havt høvuðpínu av onkrum slag. Nógv kenna til høvuðpínu, sum sjúkueyðkenni av krími, og eisini til høvuðpínu uttan aðra sjúku sum orsøk.

Spenningshøvuðpína er hin mest vanliga høvuðpínan. Uml. 1/3 hevur spenningshøvuðpínu fleiri ferðir um mánaðin.

Orsøkirnar til spenningshøvuðpínu eru ofta spenningar ella infiltratiónir í høvdi, nakka, akslum ella ryggi. Tað kennist, sum eitt band er spent um høvdið. Pínan versnar oftast eftir nøkrum tímum og kann halda á í 1 viku ella meira. Spenningarnar kunnu koma av vánaligum arbeiðsstøðum, strongd, siti-arbeiði, ov lítlum svøvni, ov lítlari vætu – ja, stutt sagt viðurskiftum, sum flestu okkara kenna i gerandisdegnum.

Her eru nøkur góð ráð, hvussu tú kanst fyribyrgja spenningshøvuðpínu, og hvat tú kanst gera, um høvuðpínan longu er komin.

Hetta kanst tú gera

Royn at fáa rætt lag á svøvnin, máltíðirnar og arbeiðslagið. Alkohol kann elva til verri svøvnlag, og tí er best at minka alkoholnýtsluna. Um tú drekkur ov lítla vætu, kanst tú fáa ringa høvuðpínu, drekk tí ríkiliga vætu.

Rørsla er gott fyri mangt og kann eisini minka um høvuðpínu. Kanna at tú hevur rætta arbeiðsstøðu – at stólur og borð eru stilla rætt. Neyðugt er at reisa seg frá telduni av og á, og broyta arbeiðsstøðu, t.d. við einum borði, sum kann hevjast og lækkast. Um tú hevur spenningar í nakka og høvdi, kunnu úrspenningsvenjingar hjálpa.

Á apoteket.dk/hovedpine eru 6 styttri filmar við úrspenningsvenjingum.

Hevur ein fingið høvuðpínu, er skilabest at hvíla seg, ella fara ein túr í frískari luft. Ein flógv hitapúta á nakka og akslar kann hjálpa  at loysa vøddaspenningar. Ein kaldur ísposi á høvdið kann linna høvuðpínuna. Ísposin verður tikin av, tá tað kennist ov kalt, so er eingin vandi fyri, at høvdið verður kølt niður.

Heilivágur og høvuðpína

Hevur tú spenningshøvuðpínu av og á, kanst tú keypa pínustillandi heilivág á aptoekinum. Tað eru ymisk sløg, spyr tí á apotekinum, hvat hóskar best til tína støðu.

Týdningarmikið er at gera sær greitt, at brúkar ein nógv pínustillandi í longri tíð, er vandi fyri at erta fram heilivágsovurnýtsluhøvuðpínu. Heilivágsovurnýtsluhøvuðpína er eitt varandi høvuðpínuslag. T.e. at ein hevur høvuðpínu meira enn 14 dagar um mánaðin í einum tíðarskeiði á minst 3 mánaðar. Tá ein hevur heilivágsovurnýtsluhøvuðpínu, hjálpir pínustillandi heilivágur ikki eins væl, ið hann gjørdi, og høvuðpínan kann vera ógvusligari og vara longri. Hendan ónda ringrásin kann bert brótast,  um ein heilt gevst at taka pínustillandi heilivág í 2 mánaðir. Hendan viðgerð,  krevur ofta læknahjálp.

Ein góð loysn at fyribyrgja heilivágsovurnýtsluhøvuðpínu, er at fylgja við heilivágsnýtsluni. Skriva niður hvussu nógvar dagar um mánaðin ein hevur høvuðpínu og nær ein tekur pínustillandi heilivág. Høvuðpínukalendarin er ein góð hjálp, hann fæst á apotekinum og kann takast niður á apoteket.dk/hovedpine.

Meginreglan er, at tú í mesta lagi tekur pínustillandi tvær ferðir um vikuna, um læknin ikki hevur givið onnur boð. Í styttri tíðarskeiðum ( 2-3 vikur) kann ein taka pínustillandi hvønn dag. Minst til at skriva nýtsluna niður í tín høvuðpínukalendaran.

Hevur ein afturvendandi høvuðpínu, eigur ein at tosa við kommunulæknan. Gott er at hava høvuðpínukalendaran við.

(kelda: apoteket.dk/hovedpine)