Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Stuðul til heilivág

Ì skrankanum fáa vit nógvar fyrispurningar um stuðul til heilivág. Heilsutrygd veitir vanligt tilskot til fleiri sløg av heilivági, men tilskot kann eisini verða veitt í serligum førum.

Stuðul til heilivág

Kunngerð nr. 77 frá 24. mai 2018 um prístalsviðgerð av tilskotið til tilskotsheimilaðan heilivág.

Heilsutrygd veitir vanligt tilskot til fleiri sløg av heilivági, men tilskot kann eisini verða veitt í serligum førum. Tað kann vera til heilivág til pensjónist ella til viðgerð fyri ávísa sjúku. Læknin skal tá átekna forskriftina P ella T (sí § 15). Harumframt ber eisini til hjá læknanum at søkja tilskotsnevndina um ávikavist einstaklingstilskot (sí § 16) ella hækkað tilskot (sí § 22). Einstaklingstilskot kann í ávísum førum veitast ávísum sjúklingi til heilivág, sum ikki er lýstur at vera tilskotsheimilaður. Í heilt serligum førum kann tilskotsnevndin játta ávísum sjúklingi tilskot til samheitaheilivag, ið ikki er tann bílagasti, sonevnt hækkað tilskot.

Hvussu stórt tilskotið verður, veldst um, hvussu stórar tínar árligu útreiðslur eru til tilskotsheilivág. Tað merkir, at tilskotsprosentið hækkar í samsvari við tygara heildarútreiðslur, sum árið líður. Jú størri útreiðslur í einum tíðarskeiði í eitt ár, jú størri verður tygara tilskotsprosent. Harumframt er tilskotsprosentið treytað av, um tygum eru yngri enn 18 ár, millum 18 og 67 ella eldri enn 67 ár, tá ið tilskotstíðarskeiðið byrjar. Tilskotstíðarskeiðið er 1 ár (hereftir nevnt tilskotsár). Fyrsta tilskotsárið byrjar fyrstu ferð, ið tygum eftir 1. apríl 2010 keypa tilskotsheilivág. Annað tilskotsárið byrjar fyrstu ferð, ið tygum keypa tilskotsheilivág, eftir at fyrsta tilskotsár er runnið. Síðan halda tilskotsárini fram á sama hátt.

Sambært Løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009, verður ásett:

1)   40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 513 kr. ella størri, men minni enn 1.025 kr.,

2)   60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.025 kr. ella størri, men minni enn 2.050 kr.,

3)   75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.050 kr. ella størri, men minni enn 5.434 kr.,

4)   100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.434 kr. ella størri, og

5)   100% av tí partinum sum er 2.440 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyri­tíðarpensjónistum.


Gevið gætur: Tað er sera umráðandi at fylgja við, nær tilskotsárið rennur út, tí fyrst í nýggjum tilskotsári er tilskotsheilivágurin dýrur, tí egingjaldið er 100% av kostnaðinum upp til 513 kr., og síðan økist tilskotið eftir útreiðslunum, eins og víst verður niðanfyri (sí § 18). Kunning um tilskotsárið sæst á kassaseðlinum, og snýr tað seg um sending, verður tilsvarandi kunning viðløgd. 

Persónar undir 18 ár gjalda ikki egingjald av tilskotsheilivági, legg til merkis at onkur heilivágur ikki hevur tilskot, og tískil skal ein gjalda fyri tann heilivágin, hóast ein er undir 18 ár ella ein hevur goldið alt egingjaldið.

UMBÝTI AV HEILIVÁGI

Mest sum allur heilivágur verður býttur um við bíligasta heilivág, um tað snýr seg um sama virkna evnið. Um tygum ynskja dýrara heilivágin, mugu tygum sjálv/-ur gjalda munin (sí § 21), sí samheitaheilivágur. Tó ber til hjá lækna at søkja tilskotsnevndina um hækkað tilskot (sí § 22).

Les meira á www.logir.fo ella www.heilsutrygd.fo