Tjaldurs Apotek

Tjaldurs apotek er einasta apotek í Tórshavn og er eisini einasta apotek, sum framleiðir heilivág til fólk og til fæ.  Apotekið er harumframt sjúkrahúsapotek og veitir sjúkrahúsunum heilivág og tænastur.  Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum, sum umfata vørur til heilsurøkt, vælveru, vakurleikarøkt, kostískoyti, nátturuheilivág og vørur til tekniska nýtslu. At veita skipaflotanum heilivág og  tænastur er eisini apoteksins uppgáva.  Apotekið bjóðar eisini heilsukanningar (sí Heilsukanning) og skamtluting (sí Skamtluting).

Apotekið letur heilivág til Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 28.000 fólk.

Í økinum eru: Landssjúkrahúsið, 5 ellis/røktarheim, 16 kommunulæknar, 26 tannlæknar, 5 djóralæknar, 11 handkeypssølur, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, fleiri eldrasambýli og sambýli fyri  menningartarnað.

Apotekið avgreiðir á leið 700 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, av teimum eru 350 – 400 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra. Harumframt sendir Tjaldurs Apotek 100-200 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Umleið 80 fólk starvast á apotekinum í Havn.

Apotekið er ISO 9001 góðkent. Tað tryggjar dygdina og lyftir og mennir tænastustøðið.

Tænastumál 
Aðalmálið hjá apotekinum er at veita høga tænastu, fakliga ráðgeving og skjóta avgreiðslu av kundunum. At menna og bøta um tænastustøðið hevur apotekið framkomnan robott, sum verður kallaður Tjalvi. Tjalvi er ein tvíarmaður knassi, sum setur flest allar vørur upp á pláss og tekur vørurnar fram, tá ið bílagt verður – ella tá ið forskriftirnar verða takseraðar, sum tað kallast á apoteksmáli.

At stytta bíðirøðirnar hevur skapt umfatandi broytingar í tí dagligu arbeiðsgongdini við sokallari LEAN-skipan. Lean merkir: Rak, klænur, men tað merkir í veruleikanum at gera arbeiðsgongdina einfaldari. Fyri kundan merkir tað, at hann verður skjótari avgreiddur,  og at forskriftin verður avgreidd beinleiðis við skrankan, um kundin bara hevur ein ella tveir tilbúningar á forskriftini. Tær stóru forskriftirnar verða avgreiddar, áðrenn kundin kemur og kann tí eisini avgreiðast rættiliga skjótt. Eisini eru nú sonevndar E-forskriftir settar í verk. Tað merkir, at læknin kann senda apotekinum forskriftir elektroniskt, og harafturat styttir tað eisini um avgreiðslutíðuna.

Ein ávís bíðitíð er tó altíð, tí allur forskriftarfyriskipaður heilivágur er undir neyvum eftirliti og mannagongdum. Í stuttum er mannagongdin tann, at tá ið forskriftin er nærlisin, finnur Tjalvi heilivágin fram, og merkiseðlar verða settir á tilbúningarnar. Síðan  skulu tveir  farmakonomar/farmaseutar kanna, um talan er um rætta heilivágin, og um samsvar er millum skamt og, hvat heilivágurin er fyri. Forskriftin verður lisin gjølla, og er okkurt ivamál við henni, ringir farmaseuturin til læknan. Eftir hetta kann heilivágurin útflýggjast og vegleitt verður, hvussu kundin skal brúka hann.  

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00