Svane Apotek

Á vári 1883 læt Alfred Nicolai Benzon (1823-1884), sum átti Svane Apoteket í Keypmannahavn, upp  Svane Apoteket i Thorshavn við cand. pharm. Olaf Finsen (1859-1937)  sum fyristøðumanni. Íbúgvaratalið í Føroyum var um hetta mundið uml.12.000 fólk. Av teimum búðu 1500 í Havn.

Í 1898 gjørdist Svana Apotekið sjálvstøðug eind, og Olaf Finsen varð nú sjálvstøðugur apotekari.

 

Tjaldurs Apotek

Í 1882 tók Johannes Djurhuus (1861- 1933) prógv sum cand. Pharm.  og var í starvi hjá Finsen fyrsta summarið, apoteksdeildin var opin. Tá ið Johannes í septembur 1883 fór aftur úr Føroyum, fekk hann starv  á ymsum donskum apotekum fram  til 1887, tá ið hann keypti ein part í einum vínhandli og fór tá at starvast við vínsølu burturav.

Í 1909 fer Olaf Finsen á eina longri Danmarksferð, og eftir áheitan frá Olafi flytir Johannes  aftur til Føroya, har hann skal arbeiða sum vikarur fyri Olaf. Men tað er greitt, at Johannes Djurhuus hevði  lagt sær eina greiða ætlan, nú hann fór aftur til Føroya. Hann sendir løgmálaráðnum og Tórshavnar Býráði umsókn um loyvi til at stovna og reka apotek í Havn. Fólkatalið í Føroym vaks støðugt og  somuleiðis fiskiflotin. Í flotanum vóru tá 150 skip, sum skuldu hava heilivág til kistu. Í Havn var sjúkrahús, og í 1908 læt bróstsjúkrahúsið í Hoydølum upp við 32 seingjum, umframt at sjúkrahús vóru í Klaksvík og á Tvøroyri. Tórshavnar Býráð er í síni niðurstøðu fyrikomandi við grundgeving um, at kapping innan apotekarafakið fór at verða gagnligt. Úrslitið av tingviðgerðini gjørdist tað øvugta: Løgmálaráðið fekk at vita, at løgtingið ikki tók undir at seta á stovn nýtt apotek  í Havn.

Støðið í táverandi Svana Apoteki bygdi á gamla danska apotekslóg frá 1672, men hendan lóg var ikki lýst at galda fyri Føroyar. Tó tá Olaf Finsen kom heim aftur av Danmarksferð síni, fór Johannes  Djurhuus av Svana Apoteki, og við vanligum handilsloyvi stovnaði hann ein sonevndan “medicin- og materialehandil” við navninum Tjaldurs Apothek.

Í 1913 samtykkir løgtingið ta nýggu donsku apotekaralógina at galda í Føroyum  “Lov om apotekervæsenet Færøerne”.  Soleiðis fekk Johannes Djurhuus kongaliga tilnevning sum apotekari. Svane Apoteket hóraði ikki undan kappingini, somuleiðis var Olaf Finsen farin at rigga av alt annað virksemi, hann hevði í Føroyum. Johannes Djurhuus keypir sama árið innbúgv og vørugoymsluna frá Finsen.

Í 1931 verður apoteksdeild latin upp á Tvøroyri, og árið eftir letur apoteksdeild upp í Klaksvík.

Tá Johannes Djurhuus doyr í 1933, verður tað danin Johannes Aage Juul, sum fær loyvisbræv til Tjaldurs Apotek og tekur við apotekarastarvinum í 1934; tað fevndi eisini deildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík.

Eitt tað fyrsta, Juul fór at fyrireika, var at keypa ogn, so byggjast kundi nýtt og tíðarhóskandi apotek við framleiðslu. Í 1934 letur nýtt apotek upp á Vaglinum, og helt apotekið til har, heilt fram til apotekið flutti niðan á Trapputrøðna í juli 1977.

 

Frá privatum til alment apotek

Eftir krígslok í 1945 fóru stórar rembingar fram í føroyska samfelagnum. Arbeitt verður við heimastýrislógini, sum verður samtykt 1. apríl 1948 – í henni er ein listi yvir føroysk sermál, sum skulu yvirtakast.

Eftir at apotekið varð rikið á privatum grundarlagi, samtykti løgtingið, at apotekið skuldi gerast alment. Apotekið varð yvirtikið í 1949 sum fyrsta yvirtøkumál eftir heimastýrislógini. Í 1979 verða deildirnar á Tvøroyri og Klaksvík sjálvstøðug apotek, nevnd Suðuroyar Apotek og Norðoya Apotek.

Í 1993 læt søludeild hjá Tjaldurs Apoteki upp í Runavík, og verður hendan sjálvstøðugt apotek í 2005, nevnd Eysturoyar Apotek.

Heilivágsøkið er ein týðandi partur av heilsuverkinum. Tær skipanir og siðvenjur, sum gjøgnum tíðina er mentar í stýringini av Apoteksverkinum, hava givið góðar, tryggar og álítandi tænastuveitingar.

Apoteksverkið hevur ein týðandi lut í fyribyrgjandi og fólkaheilsuligum tænastum til borgaran.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00