Tjaldurs Apotek søkir 3 farmakonomnæmingar

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving, við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru 3 lærupláss sum farmakonomur leys at søkja á Tjaldurs Apoteki. Farmakonomútbúgvingin

tekur 3 ár (telur 180 ECTS) og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum Pharmakon í Hillerød. Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

Útbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, samskifti, lóggávu, marknaðarføring og góðskustýring.

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólkum í sambandi við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, Landssjúkrahúsið, røktarheim og bústovnar.

Ein av næmingunum verður kombinæmingur, t.v.s. at hann, umframt at arbeiða á apotekinum, eisini verður knýttur at apoteksframlei›sluni og Landssjúkrahúsinum.

Á Framleiðslueindini lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu. Harafturat er kombinæmingurin partur av kliniska toyminum á Landssjúkrahúsinum.

Á Tjaldurs Apoteki er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastu. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Til farmakonomútbúgvingina krevst at tú:

- ert røkin, struktureraður og góðskutilvitaður

- dámar nýggjar avbjóðingar

- ert búgvin og tekur ábyrgd

- hevur góð evni at samskifta bæði á føroyskum og donskum

- brennur fyri at veita eina góða tænastu og hevur áhuga í sølu

- hevur góð samstarvsevnir

- hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari

- ert væl fyri í støddfrøði og kt

Ynski er, at tú byrjar sum hjálparfólk 1. mai 2018 ella eftir nærri avtalu. Lærutíðin byrjar 1. septembur 2018.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at skriva til Doru Nónstein á telduposti doran@apotek.fo

ella at ringja á tlf. 341100.

Umsókn saman við viðkomandi prógvi og cv skal sendast til input@input.fo í seinasta lagi sunnudagin 11. mars 2018. Skriva “Farmakonomnæmingur” í yvirskriftina.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00