Starvsfólkabólkar

 

Farmaseutar
Farmaseutar eru serfrøðingar innan heilivág.

Farmaseutútbúgvingin tekur 5 ár, 3 ára bachelor og 2 ára kandidatútbúgving (Master of Science in Pharmacy). Í Danmark verður farmaseut-útbúgvingin tikin á “School of Pharmaceutical Science” á universitetinum í Keypmannahavn ella á Syddansk Universitet í Odense.

Farmaseutar hava serútbúgving í at framleiða heilivág og hava tí holla útbúgving innan náttúrufrøðiligar lærugreinir: Evna-, alis-, og lívfrøði, umframt hagfrøði og støddfrøði. Farmaseutar verða tí nógv brúktir innan heilivágsídnaðin og sjálvandi eisini á apotekum. 

Fleiri og fleiri farmaseutar eru nú eisini at síggja á sjúkrahúsum, og nevnast hesir kliniskir farmaseutar. Við síni servitan um heilivág, tryggjar farmaseuturin eina skynsama og optimala nýtslu av heilivági úti á sjúkrahúsunum.

Høvuðsevnið í farmaseutútbúgvingini er heilivágur. Hóast tað er útbúgvingin breið, tí hon inniheldur heilsuvísind, náttúruvísind og samfelagsvísind. Samskipan av evnafrøðiligum og lívfrøðiligum fakum saman við teimum farmaseutisku og samfelagsrelateraðu fakunum gera, at farmaseutar verða serfrøðingar í gransking, menning, framleiðslu, góðskutrygging og nýtslu av og vegleiðing um heilivág.

Av farmaseutlesnaðinum er ½ ár starvsvenjing. Tískil eru farmaseutnæmingar eisini at síggja á apotekunum í Føroyum tó bert á Tjaldurs Apotek.

Les meira um farmaseut-útbúgvingina á:

http://pharmaschool.ku.dk/ 

 

Farmakonomar
Farmakonomarnir eru størsti fakbólkurin á apotekunum í Føroyum. 

Farmakonom merkir heilivágskønur, ella ein sum tryggjar rætta heilivágsnýtslu

Ein farmakonomur kann starvast m.a. á apoteki, sjúkrahúsi og innan heilivágsídnaðin.

Arbeiðsuppgávur eru m.a. at:

  • Vegleiða við dagførdari vitan um heilsu, sjúku og viðgerð
  • Samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágstænastur og kunning
  • Útinna heilsukanningar
  • Tryggja framhaldandi rætt vøruúrval, (Logistik- vørustreymsskipan) 
  • Undirvísa næmingum
  • Verkætlanarleiðari

 

Útbúgvingin tekur 3 ár og er lutvíst á apoteki og lutvíst á Pharmakon í Danmark (Hillerød). Tað eru 23 skeiðvikur á Pharmakon gjøgnum tey 3 árini.

Skeiðini eru býtt upp soleiðis: 7 skeið eru 3 vikur hvør og 1 skeið er 2 vikur. Próvtøkur eru aftaná 1., 2. og 3. ári.

Sjálv næmingatíðin byrjar 1. september, men næmingarnir byrja (sum oftast) at arbeiða á apotekinum nakrar mánaðir áðrenn lærutíðin byrjar sum hjálparfólk.

Møguleiki er fyri at taka eftir- og víðariútbúgving, m.a. diplomútbúgving

Farmakonomar vegleiða og ráðgeva kundum hjá apotekinum um heilsu og fyribyrging av sjúkum og um viðgerð við hondkeypsheilivági og øðrum vørum frá apotekinum. Eisini ráðgeva farmakonomar kundunum um nýtslu av forskriftaheilivági.

Flestu farmakonomar í Føroyum arbeiða á apoteki og eru tí dagliga í samband við brúkaran av heilivági og ráðgeva dagliga um røttu nýtslu av heilivági og um sjúkufyribyrging o.a. Í Føroyum eru uml. 60 farmakonomar.

Lesi meira um útbúgvingina á:
www.pharmakon.dk og vel síðani bjálkan ”Farmakonomuddannelsen”

www.farmakonom.dk 

 

Defektrisa
Defektrisa er ein, sum hevur lokið eina 3-ára útbúgving. Lærutíðin var á apoteki ella sjúkrahúsapoteki, og sum endaði við lærubrævi. Útbúgvingin er ikki longur, tí í 1972 broyttist útbúgvingin til apoteksassistent, og sum síðan broytti navn til farmakonom.

Defektrisur gjørdu ymiskt á apotekinum, so sum arbeiddu í áfylling av apoteksframleiddum vørum, logistikki, bókhaldi v.m.

Nakrar defektrisur eru í Føroyum og Danmark. Arbeiðsuppgávurnar eru tær somu sum hjá farmakonomum.

 

Ídnaðarlaborantar
Ìðnaðarlaborantar arbeiða eisini í apoteksverkinum. Laborant útbúgvingin er ein styttri framhaldslestur. Útbúgvingin tekur 2 ½ ár, har 1½ ár er á skúla og síðani 1 ár í starvsvenjing.

Á apotekinum arbeiða ídnaðarlaborantarnir við framleiðsluni av heilivági og á eftirlitsdeildini, har eftirlit við framleiðsluni verður gjørt.

Arbeiðið í framleiðsluni umfatar framleiðslu/blandingar av heilivági eftir uppskrift, bæði tablettir, galenika (t.d. krem og miksturar), sterilan heilivág, magistrellan heilivág og umfyllingar (sí Framleiðslan).

Á eftirlitsdeildini (sí Eftirlitsdeildin) inniber arbeiðið:

  • At gera identifikatiónsanalysur á rávørurnar til framleiðsluna. 
  • Gera eftirlitsanalysur á lidna vøru, áðrenn hon verður frígivin.
  • Gera reinføriseftirlit í framleiðslurúmum v.m.
  • Framleiða reagens til ymisk viðskiftafólk.

Í Danmark verður ídnaðarlaborant-útbúgvingin tikin í Hillerød, Holstebro, Odense, Roskilde, Slagelse, Ålborg og Århus.

Ídnaðarlaborantar hava holla vitan innan ymiskar rannsóknarstovur, frá kontrol- og analysurannsóknarstovum til granskingar- og útviklingsrannsóknarstovur. 

Lesi meira um útbúgvingina á:

http://www.ucn.dk/Forside/Uddannelser/Laborant 

 

Hjálparfólk
Hjálparfólk á apoteksverkinum hava ymisk starvsøki, so sum telefonvekslarin, skrivstovuarbeiði, reingerð, móttøku av vørum, matgerð, uppgávur sum húsavørður vm.

Samband/Upplatingartíðir

Tjaldurs Apotek

Tjaldurs Apotek
R.C. Effersøesgøta 31
Fo-110 Tórshavn

Telefon: +298 34 11 00
Fax:

+298 34 11 92

Teldupost:

tjaldur@apotek.fo
(ikki til átroðkandi boð)

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00
sunnu- & halgidagar 14.30 - 15.00
Annars eftir avtalu.

Apotekið Steinatún

Apotekið Steinatún

Telefon: +298 34 11 61
Teldupost:

steinatun@apotek.fo

V-tal:

323853

EAN:  5797100002373
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 10.00 - 14.00

Suðuroyar Apotek

Suðuroyar Apotek
Undir Heygnum 4 
800 Tvøroyri
Telefon: +298 36 03 00
Fax: +298 37 17 68
Teldupost: suduroyar@apotek.fo
V-tal: 345490
EAN:  5797100002632
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 12.00
Annars eftir avtalu.

Eysturoyar Apotek

Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6 
620 Runavík
Telefon: +298 47 34 00
Fax: +298 47 34 01
Teldupost: eysturoyar@apotek.fo
V-tal 549118
EAN  5797100002649
mán - frí: 10.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00

Bráðneyðugur heilivágur kann avgreiðast gjøgnum vaktlúku millum 9-10 mán.-frí.

Norðoya Apotek

Norðoya Apotek
Klaksvíksvegur 5
700 Klaksvík
Telefon: +298 47 25 00
Fax: +298 45 41 00
Teldupost: nordoya@apotek.fo
V-tal: 330833
EAN:    5797100002625
mán - frí: 9.00 - 17.30
leyg: 9.00 - 13.00
Annars eftir avtalu.

Landsapotekarin

Landsapotekarin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 52 00
Teldupost:
  landsapotekarin@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00

Fíggjardeildin

Fíggjardeildin

Staravegur 15

100 Tórshavn

 

Telefon: +298 35 01 50
Fax: +298 35 01 51
Teldupost: bokhald@apotek.fo 
   
mán - frí: 10.00 - 15.00