25. oktober 2021

Útkoyring av heilivági

Borgarar í Tórshavn og Klakvík kunnu fáa heilivág koyrdan til dyrnar. Talan er um eina tænastu, sum Norðoya Apotek og Tjaldurs Apotek bjóða

Møguleiki er hjá tær at ringja til apotekið og fáa heilivágin bornan út. Talan er um eina tænastu, sum Tjaldurs Apotek bjóðar borgarum í Tórshavn, og Norðoya Apotek bjóðar borgarum í Klaksvík.

Býrt tú í Tórshavn? Ring á tlf. 40 40 40 innan kl. 13.00 gerandisdagar. So fært tú heilivágin koyrdan til dyrnar millum kl. 16 og 19 sama dag. Tað er umráðandi, at tú ert heima í hesum tíðarskeiði, tá heilivágurin verður koyrdur út.

Býrt tú í Klaksvík? Ring á tlf. 40 40 40 innan kl. 13.00 gerandisdagar. So fært tú heilivágin koyrdan til dyrnar dagin eftir. Tað er umráðandi, at tú ert heima, tá heilivágurin verður koyrdur út.

Hendan tænastan kostar 50 kr

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir