30. oktober 2019

Visti tú, at diabetes útgerð kann bíleggjast á apotek.fo?

Næstu 4 vikurnar fer apotekið at seta hesa tænastu í miðdepilin. Tænastan hevur verið nógv umbiðin frá kundum okkara, og hevur verið tøk síðan juni mánað í ár. Apoteksverkið hevur prentað eitt smárit, sum verður deilt út til diabetes kundar í næstum. Smáritið kann eisini takast niður niðast á síðuni her.

 

Apotekið ynskir at gera tað lættari og skjótari hjá diabetes kundum at bíleggja og fáa diabetes útgerð. Fyrr í ár varð ein tíðindagrein skrivað, sum lýsti hesa nýggju tænastu. Sí greinina her

Finn bíleggingarsíðuna við at trýsta á leinkið á ovasta bjálkanum, sum eitur "Bíleggingar" og vel síðani "Bílegging av diabetes útgerð".

 

Smárit diabetes bílegging

Yvirskrift, um tørvur er á tí

Upplatingartíðir