Heilivágur og barnakonur

Tað verður sum heild viðmælt, at barnakonur taka so lítið av heilivági sum gjørligt. Her verður eisini hugsað um handkeyps- og náttúruheilivág.

At vera við barn viðførir broytingar í kroppinum. Tað kann gera, at heilivágurin verður niðurbrotin við einum øðrvísi skjótleika. Viðkvæmi fyri heiliváginum kann broytast undir barnsburðinum, og neyðugt kann tískil vera at broyta skamtanina. Barnakonur við ávísum sjúkum ganga oftari til kanningar, har hugt verður eftir, um skamtanin skal tillagast.

Spyr lækna ella á apotekinum, um tú sum barnakona heldur teg hava tørv á onkrum heilivági. Minst eisini til at lesa kunningarlepan (sí kunningarlepar), ið fylgir við heiliváginum.

Vandi fyri at skaða fostrið

Vandin fyri at skaða fostrið er størstur teir fyrstu 3 mánaðirnar av barnsburðinum, har gøgnini hjá fostrinum verða skapt. Vandin er tó til staðar undir øllum barnsburðinum.

Seint í barnsburðinum kunnu ávís sløg av heilivági ávirka barnið og viðføra hjáárin, eitt nú tá ið sovitablettir verða tiknar, kann barnið gerast dølskt. Morfinlíknandi heilivágur kann gera, at barnið venist við hann – og vísir frávenjingareyðkenni, eftir at tað er føtt. Tað er tó týdningarmikið, at ein møgulig sjúka er nøktandi viðgjørd, eitt nú epilepsi, diabetes ella ov høgt blóðtrýst. Her er vantandi viðgerð ein størri vandi fyri bæði barnakonuna og barnið enn ein viðgerð við tí neyðuga heiliváginum.

Gev gætur!

Ert tú í fastari heilivágsviðgerð, er neyðugt at ráðføra teg við læknan um viðgerðina, helst áðrenn tú gerst við barn. Nøkur sløg av heilivági skalt tú halda teg frá, tá ið tú ert við barn, men onnur eru alneyðug at halda fram við. Læknin kann meta um, hvør heilivágur ger minstan skaða á fostrið.

Upplatingartíðir