Sól og heilivágur

Um tú nýtir ávís sløg av heilivági, eigur tú at vera serliga ansin í sólini. Heilivágurin kann gera tína húð meira viðkvæma fyri sólstrálunum. Hetta verður ofta nevnt foto-sensibilisering (ljósviðkvæmi).

Tvey sløg av ljósviðkæmi

Ljósviðkvæmi vísir seg á tveir hættir: Annar er foto-toksiskur (ljóseitrandi), og hin er foto-allergiskur (ljósviðkvæmisskapandi). Tað eru tvær ymiskar reaktiónir, sum geva ljósviðkvæmi/fotosensilibilisering.

Tann ljóseitrandi reaktiónin kemst av, at heilivágurin verður aktiveraður, tá hann verður útsettur fyri sólarljósi. Reaktiónin kemur á tí staðnum á húðini, har sólarljósið rakar, og tað kann hava við sær bløðrur, eksem og skálding av tí ávísa staðnum á húðini.

Tann ljósviðkvæmisskapandi reaktiónin kemst av, at sólarljósið og heilivágurin reagera hvørt við annað. Tá heilivágurin verður útsettur fyri sólarljósi, broytist struktururin av evninum, so verjuskipanin í kroppinum fer í verjustøðu. Tað sæst sum útbrot á húðini og breiðir seg um kroppin.

Hesi hjáárin gera húð tína eyka viðkvæma. Jú størri mongd av heilivági tú fært, og jú longur tú ert í sólarljósi, jú størri er vandin fyri álvarsomum skaða. Hetta økir eisini um vandan fyri húðkrabba.

Hvørji eru eyðkennini?

Tey evnini, sum verða gjørd av sundurbróting av heiliváginum, kunnu skaða tann sunna vevnaðin. Hetta merkir, at tú kanst fáa:

  • Útbrot
  • Sólskálding (húðin gerst reyð)
  • Húðin hovnar
  • Smáar vætufyltar bløðrur
  • Møgulig broyting av húðarliti (sonevndar pigment-broytingar)

Tú kanst merkja sviða, skriða, bruna, pínu og prik.

Nøkur sløg av heilivági kunnu eisini skaða eyguni, um eyguni fáa sólarljós.

Hvørji sløg av heilivági kunnu geva ljósviðkvæmi?
  • Heilivágur til hjartað og blóðrenslið – eitt nú Amiodaron
  • Heilivágur fyri sálarligar sjúkur – eitt nú Nozinan
  • Heilivágur fyri bruna (antibiotika) og pirrur (akne) – eitt nú Tetracyklin, Ciprofloxacin, Isotretinoin
  • Heilivágur fyri malaria – eitt nú Doxycyklin
  • Brunatálmandi og pínustillandi heilivágur – eitt nú Salazopyrin, Methotrexate
  • Náttúruheilivágur - eitt nú Perikon

Hesin listi er ikki fullfíggjaður, og neyðugt er at kanna, um tín heilivágur kann føra við sær ljósviðkvæmi. Tú kanst lesa um tín heilivág á www.medicin.dk, finna fram tann einstaka heilivágin og hyggja undir hjáárin (“bivirkninger”) og varsemi (“forsigtighedsregler”), og í kunningarlepanum, ið fylgir við heiliváginum.

Hvat kann eg gera?

Oftast sæst ljósviðkvæmi á teimum beru støðunum so sum á andliti, nakka, hálsi, hondum og fótum, men tað kann breiða seg. Húðin er serliga viðkvom um várið, tá ið hon er bleik og tí meira følin.

Tað eru serliga UV-A-strálurnar, sum elva til ljósviðkvæmi. Tær eru bæði í sólarljósinum og í solarium, og hesar strálur treingja ígjøgnum glas. Tískil er eisini neyðugt at verja seg, tá ið tú situr í bili ella framman fyri vindeygað. UV-A-strálur kunnu eisini treingja ígjøgnum tunn klæði.

Tú skalt sjálvandi ikki halda uppat at taka heilivágin, fyri tí hann ger teg ljósviðkvæman, um tað er neyðugur heilivágur. Tá skalt tú ístaðin taka tey neyðugu atlitini. Ber tað ikki til, mást tú tosa við læknan og í samráði við hann finna eina hóskandi viðgerð.

Spyr læknan ella á apotekinum, um tín heilivágur kann gera teg ljósviðkvæma/n og les altíð kunningarlepan, ið fylgir við heiliváginum. 

Góð ráð

  • Hald teg frá sólini millum kl. 12-15
  • Ver í skugganum
  • Brúka sólkrem við høgum verndartali
  • Smyr teg inn fleiri ferðir um dagin, serliga tá ið tú hevur verið í vatni, sveittar illa ella turkar tær ofta
  • Dekka kroppin so væl sum gjørligt við eitt nú løttum klæðum, hatti og sólbrillum
  • Far ikki í solarium
Upplatingartíðir