Femidom

Femidon er ein hít til konufólk, sum leggur seg innanfyri í skeiðini. Femidom er eitt eingangshylki, sum er viðgjørt við sáðdrepandi kremi og verður sett upp undan samlegu. Hylkið er gjørt av tveimum ringum (ein uttari og hin innari) í hvør sínum enda og verður sett upp í skeiðina. Innari ringurin hjálpir til at seta femidomið rætt og forðar sáðkyknunum at sleppa upp í lívmóðurina. Uttari ringurin, sum er opni endin av hylkinum, verður verandi uttan fyri skeiðina. Eftir samlegu skal uttari ringurin klemmast saman fyri at goyma sáðið innií, og síðan verður hálað varliga út.

Gev gætur!

  • Femidom verjir eisini fyri kynssjúkum
  • Femidom kann keypast í handkeypi á apotekinum
  • Trygdin er upp til 97%, um femidomið verður brúkt rætt undir samlegu
Upplatingartíðir