Avgreiðslutíðir á páskum

Skírhósdag, langafríggjadag, 1. og 2. páskadag hava apotekini stongt. Hesar dagar hevur vaktlúkan á Tjaldurs apoteki opið eins og sunnudag. Uttanfyri hesa avgreiðslutíð verður bert bráðneyðugur heilivágur avgreiddur í samráð við vakthavandi lækna, tannlækna og djóralækna. Øllum okkara viðskiftafólki verða ynskt einar gleðiligar páskir