Søgan um Apoteksverkið

Við avtøkuni av kongaliga einahandlinum í 1856 spruttust nýggir vinnumøguleikar hjá handilsmonnum í Føroyum. Hvør tann, sum fekk handilsloyvi, kundi nú selja tað hann vildi eftir egnum tykki – eisini heilivág. Áhugin at innflyta og selja heilivág í Føroyum var stórur.

1856

Kongaliga einahandlinum avtikin.

1883

Suane Apotheket í Tórshavn letur upp.

1910

Tjaldurs apotek letur upp.

1913

Løgtingið setur nýggju donsku apotekaralógina at galda í Føroyum.
Tjaldurs apotek verður einaráðandi.

1931

Apotekið letur upp deildir á Tvøroyri og í Klaksvík.

1936

Tjaldurs apotek flytir í nýggj apotekshús á Vaglinum í Tórshavn.

1948

Heimatstýrislógin verður samtykt, og apotekserkið verður fyrsta yvirtøkumál sum føroysk málsoik. Yvirtøkan fór fram í 1949.

1961–1964

Deildirnar í Klaksvík og á Tvøroyri flyta í egin høli.

1977

Tjaldurs apotek flytir í nýggjan bygning á Trapputrøðni í Tórshavn.

1978

Bygnaðurin í apoteksverkinum verður umskipaður. Deildarleiðarar verða settir á teimum trimum apotekunum.

1983

Deildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík gerast sjálvstøðug apotek við settum apotekara.

1993

Tjaldurs apotek letur upp deild í Runavík.

2005

Apotekið í Runavík verður ein sjálvstøðug eind nevnd Eysturoyar apotek.

2014

Framleiðslan hjá Tjaldurs apoteki flytur niðan á Staraveg 15 í Tórshavn.

2016

Framleiðslan, ið hevur verið partur av Tjaldurs apoteki, verður ein sjálvstøðug eind nevnd Framleiðsluapotekið.
Tjaldurs apotek letur upp søludeild í Steinatúni í Tórshavn.

2022

Apoteksverkið kemur á Vangan.

2024

Fyrsta sjálvtøkan við handkeypsheilivági letur upp við Tjaldurs apotek.
Framleiðslan av heilivági til alivinnuna verður flutt til Rituvíkshals.

2025

Vága apotek letur upp.

1883: Svane Apotek letur upp

Í 1883 lat Svane Apoteket í Tórshavn upp sum eitt deildarapotek undir Svane Apotek í Keypmannahavn. Apotekið varð rikið á privatum grundarlagi og stjórnað av dønum. Olaf Finsen, ið var føddur í Føroyum, varð settur sum leiðari. Seinni yvirtók Finsen apoteksvirksemið og flutti í nýggj høli uttast á Tinganesi.

Í 1910 kom kapping á føroyska apoteksmarknaðin. Við vanligum handilsloyvi lat Johannes Djurhuus upp ”medicin- og materialehandel” undir navninum Tjaldurs Apotek. Nú vóru tveir aktørar á føroyska apoteksmarknaðinum, men hetta hóvaði ikki øllum eins væl. Finsen stevndi Djurhuus fyri ólógliga heilivágssølu, men av tí, at gamla apotekslógin frá 1672 ikki var lýst at galda fyri Føroyar, varð Djurhuus frídømdur.

1913: Tjaldurs apotek verður einaráðandi

Í 1913 samtykti Løgtingið ta nýggju donsku apotekaralógina at galda í Føroyum “Lov om apotekervæsenet Færøerne”, og fekk Djurhuus tá kongaliga tilnevning sum apotekari. Svane Apoteket hóraði ikki undan í kappingini um heilivágssølu, og Tjaldurs apotek var nú einaráðandi á føroyska apoteksmarknaðinum.

1931 og 1932: Apotekið letur upp deildir á Tvøroyri og í Klaksvík

Í 1931 og 1932 lat Tjaldurs apotek upp deildir ávikavist á Tvøroyri og í Klaksvík. Í 1936 flutti Tjaldurs apotek í nýggj apotekshús á Vaglinum í Tórshavn. Tá heimastýrislógin varð samtykt í 1948, varð apoteksverkið, sum fyrsta yvirtøkumál eftir heimastýrislógina, yvirtikið sum føroyskt málsøki. Yvirtøkan fór fram í 1949, og var apoteksverkið nú almennur stovnur undir føroyskum ræði. Sama ár varð fyrsti føroyski landsapotekarin, Dávur Magnussen, settur. Eisini varð føroyskur apoteksgrunnur settur á stovn, og apotekseftirlitið kom í føroyskar hendur.

Apoteksvirksemið veksur

Miðskeiðis í fimtiárunum varð bygt aftur at føroyska apoteksvirkseminum. Deildirnar í Klaksvík og á Tvøroyri fluttu í egin høli í ávikavist 1961 og 1964, og í 1977 flutti Tjaldurs apotek í nýggjan bygning á Trapputrøðni í Tórshavn, har tað framvegis húsast.

Árið eftir varð landsapotekarin loystur frá skyldu sínari at hava dagligu ábyrgdina av Tjaldurs apoteki og deildunum á Tvøroyri og í Klaksvík. Hann fekk nú yvirleiðsluna, eftirlitsskyldu og skuldi umboða apoteksverkið úteftir, samstundis sum deildarleiðarar vórðu settir á teimum trimum apotekunum, sum nú vóru at meta sum tríggjar deildir, leysar hvør av aðrari.

1983: Bygnaðurin broytist

Í 1983 varð bygnaðurin á Tjaldurs apoteki umskipaður. Deildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík gjørdust sjálvstøðug apotek við settum apotekara. Apotekið á Tvøroyri varð nevnt Suðuroyar apotek við Hera Mørkøre sum apotekara, og apotekið í Klaksvík varð nevnt Norðoya apotek við Any Magnussen sum apotekara.

1993: Apotekið í Runavík letur upp

Í 1993 lat søludeild hjá Tjaldurs apoteki upp í Runavík, og í 2005 gjørdist hon sjálvstøðugt apotek undir heitinum Eysturoyar apotek. Hjalti Gunnarstein varð settur sum apotekari á Eysturoyar apoteki.

2014: Framleiðslan verður flutt

Í 2014 flytur Framleiðslan niðan á Staraveg 15 í Tórshavn, og verður allur føroyskur heilivágur framleiddur her. Framleiðslan skiftir seinni navn til Framleiðsluapotekið. Framleiðsluapotekið hevur fingið GMP-góðkenning og framleiðir bæði humanan og veterineran heilivág. Allan Nolsøe verður settur sum fyrisitingar- og rakstrarstjóri á Framleiðsluapotekinum.

2016: Apotekið í Steinatúni letur upp

Í 2016 víðkar Tjaldurs apotek um virksemi sítt og letur upp útsølu í gamla bankabygninginum við Steinatún í miðbýnum í Tórshavn.

2022: Apoteksverkið 
kemur á Vangan

Í 2022 verður Apoteksverkið partur av Vanganum. Hetta er ein týdningarmikil liður at gera Apoteksverkið meira talgilt, og enn nærri borgaranum. Nú ber til at síggja reseptir, velja hvussu heilivágur skal útflýggjast, geva og fáa fulltrú og annað.

2024: Fyrsta sjálvtøkan við handkeypsheilivági letur upp við Tjaldurs apotek

Tann fyrsta í røðini av sjálvtøkum kring landið. Sjálvtøkan er opin alt samdøgrið, og hevur mest vanliga handkeypsheilivágin. Sum nakað serligt brúkar sjálvtøkan Skjáttuna hjá Talgildu Føroyum sum samleikaprógv, so bert fólk yvir 18 ár kunnu keypa handkeypsheilivág. Hetta er fyrstu ferð Skjáttan verður nýtt talgilt sum samleikaprógv í Føroyum. Komandi árini koma fleiri og fleiri sjálvtøkur kring landið.

2024: Framleiðslan av heilivági til alivinnuna verður flutt til Rituvíksháls

Apoteksverkið tænir eisini vinnuni. Og fyri at gera hetta enn betri verður framleiðslan til alivinnuna flutt á Rituvíksháls í Eysturoy – beint í miðdeplinum av alivinnuni í Føroyum.

2025: Vága apotek letur upp

Nýggja apotekið er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Sostatt er Vága apotek sætta apotekið í Føroyum.

2025: Vága apotek letur upp

Nýggja apotekið er liður í ætlanini hjá Apoteksverkinum at røkka øllum borgarum í landinum enn betri. Sostatt er Vága apotek sætta apotekið í Føroyum.