Starvsmøguleikar

Leys størv

Onki starv tøkt í løtuni

Arbeiðslívið á Apoteksverkinum

Fakbólkar í Apoteksverkinum

Farmakonomar

Farmakonomarnir eru størsti fakbólkurin á apotekunum í Føroyum. 

Farmakonom merkir heilivágskønur, ella ein sum tryggjar rætta heilivágsnýtslu.

Ein farmakonomur kann starvast m.a. á apoteki, sjúkrahúsi og innan heilivágsídnaðin.

Arbeiðsuppgávur eru m.a. at:

  • Vegleiða við dagførdari vitan um heilsu, sjúku og viðgerð
  • Samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágstænastur og kunning
  • Útinna heilsukanningar
  • Tryggja framhaldandi rætt vøruúrval, (Logistik- vørustreymsskipan) 
  • Undirvísa næmingum
  • Verkætlanarleiðari

Útbúgvingin tekur 3 ár og er lutvíst á apoteki og lutvíst á Pharmakon í Danmark (Hillerød). Tað eru 23 skeiðvikur á Pharmakon gjøgnum tey 3 árini.

Skeiðini eru býtt upp soleiðis: 7 skeið eru 3 vikur hvør og 1 skeið er 2 vikur. Próvtøkur eru aftaná 1., 2. og 3. ári.

Sjálv næmingatíðin byrjar 1. september, men næmingarnir byrja (sum oftast) at arbeiða á apotekinum nakrar mánaðir áðrenn lærutíðin byrjar sum hjálparfólk.

Møguleiki er fyri at taka eftir- og víðariútbúgving, m.a. diplomútbúgving.

Farmakonomar vegleiða og ráðgeva kundum hjá apotekinum um heilsu og fyribyrging av sjúkum og um viðgerð við hondkeypsheilivági og øðrum vørum frá apotekinum. Eisini ráðgeva farmakonomar kundunum um nýtslu av forskriftaheilivági. 

Flestu farmakonomar í Føroyum arbeiða á apoteki og eru tí dagliga í samband við brúkaran av heilivági og ráðgeva dagliga um røttu nýtslu av heilivági og um sjúkufyribyrging o.a. Í Føroyum eru uml. 60 farmakonomar.

Lesi meira um útbúgvingina á:

Farmaseutar

Farmaseutar eru serfrøðingar innan heilivág.

Farmaseutútbúgvingin tekur 5 ár, 3 ára bachelor og 2 ára kandidatútbúgving (Master of Science in Pharmacy). Í Danmark verður farmaseut-útbúgvingin tikin á “School of Pharmaceutical Science” á universitetinum í Keypmannahavn ella á Syddansk Universitet í Odense.

Farmaseutar hava serútbúgving í at framleiða heilivág og hava tí holla útbúgving innan náttúrufrøðiligar lærugreinir: Evna-, alis-, og lívfrøði, umframt hagfrøði og støddfrøði. Farmaseutar verða tí nógv brúktir innan heilivágsídnaðin og sjálvandi eisini á apotekum. 

Fleiri og fleiri farmaseutar eru nú eisini at síggja á sjúkrahúsum, og nevnast hesir kliniskir farmaseutar. Við síni servitan um heilivág, tryggjar farmaseuturin eina skynsama og optimala nýtslu av heilivági úti á sjúkrahúsunum.

Høvuðsevnið í farmaseutútbúgvingini er heilivágur. Hóast tað er útbúgvingin breið, tí hon inniheldur heilsuvísind, náttúruvísind og samfelagsvísind. Samskipan av evnafrøðiligum og lívfrøðiligum fakum saman við teimum farmaseutisku og samfelagsrelateraðu fakunum gera, at farmaseutar verða serfrøðingar í gransking, menning, framleiðslu, góðskutrygging og nýtslu av og vegleiðing um heilivág.

Av farmaseutlesnaðinum er ½ ár starvsvenjing. Tískil eru farmaseutnæmingar eisini at síggja á apotekunum í Føroyum tó bert á Tjaldurs Apoteki.

Defektrisa

Defektrisa er ein, sum hevur lokið eina 3-ára útbúgving. Lærutíðin var á apoteki ella sjúkrahúsapoteki, og sum endaði við lærubrævi. Útbúgvingin er ikki til longur, tí í 1972 broyttist útbúgvingin til apoteksassistent, og sum síðan broytti navn til farmakonom.

Defektrisur gjørdu ymiskt á apotekinum, so sum arbeiddu í áfylling av apoteksframleiddum vørum, logistikki, bókhaldi v.m.

Nakrar defektrisur eru í Føroyum og Danmark. Arbeiðsuppgávurnar eru tær somu sum hjá farmakonomum.

Ídnaðarlaborantar

Ìðnaðarlaborantar arbeiða eisini í apoteksverkinum. Laborant útbúgvingin er ein styttri framhaldslestur. Útbúgvingin tekur 2 ½ ár, har 1½ ár er á skúla og síðani 1 ár í starvsvenjing.

Á apotekinum arbeiða ídnaðarlaborantarnir við framleiðsluni av heilivági og á eftirlitsdeildini, har eftirlit við framleiðsluni verður gjørt.

Arbeiðið í framleiðsluni umfatar framleiðslu/blandingar av heilivági eftir uppskrift, bæði tablettir, galenika (t.d. krem og miksturar), sterilan heilivág, magistrellan heilivág og umfyllingar (sí Framleiðslan).

Á góðskudeildini inniber arbeiðið:

  • At gera identifikatiónsanalysur á rávørurnar til framleiðsluna. 
  • Gera eftirlitsanalysur á lidna vøru, áðrenn hon verður frígivin.
  • Gera reinføriseftirlit í framleiðslurúmum v.m.
  • Framleiða reagens til ymisk viðskiftafólk.

Í Danmark verður ídnaðarlaborant-útbúgvingin tikin í Hillerød, Holstebro, Odense, Roskilde, Slagelse, Ålborg og Århus.

Ídnaðarlaborantar hava holla vitan innan ymiskar rannsóknarstovur, frá kontrol- og analysurannsóknarstovum til granskingar- og útviklingsrannsóknarstovur. 

Lesi meira um útbúgvingina á:

Hjálparfólk

Hjálparfólk á apoteksverkinum hava ymisk starvsøki, so sum telefonvekslarin, skrivstovuarbeiði, reingerð, móttøku av vørum, matgerð, uppgávur sum húsavørður vm.

Aðrir fakbólkar

Á Apoteksverkinum hittir tú eisini aðrir fakbólkar, m.a. sivilverkfrøðingar, búskaparfrøðingar, skrivustovuútlærd og handverkarar.

Upplatingartíðir