Bygnaður

Bygnaðurin í Apoteksverkinum sæst á bygnaðardiagramminum niðanfyri. Landsapotekarin er ovasti leiðari í Apoteksverkinum, og undir sær hevur hann toymið Klinisk farmasi, leiðsluskrivaran, medisinsk útgerð, fyrisetingar- og rakstrarstjóran og so teir fýra apotekararnar.

Fyrisetingar- og rakstrarstjórin varðar av Fíggjardeildini, KT-deildini, Teknisku deild og Framleiðsluapotekinum.

Fíggjardeildin, KT-deildin og Tekniska deild eru tvørfakligar deildir og veita tænastu til øll apotekini og til Framleiðsluapotekið.

Apoteks-stjórnin

  • Ingun Hansen, fyribils landsapotekari, apotekari (Eysturoyar apotek)
  • Nanna Knudsen, apotekari (Norðoya apotek, Vága apotek)
  • Petur Oluf Joensen, apotekari (Tjaldurs apotek)
  • Durita Rask Olsen, apotekari (Suðuroyar apotek)
  • Allan Nolsøe, fyrisitingar- og rakstrarstjóri