At roykja laks
Ráur træetikkur til at roykja laks við fæst til keyps á apotekinum.
Leiðbeining
- Reinsa fiskin væl. Flakasker og reinsa flakið fyri beini.
- Blanda 1 kopp av sukri og 1 kopp av salti saman. Legg fiskin á eitt stórt fat við skræðuni niður. Salta fiskin væl við blandingini, tó bara fiskasíðuna. Endurtak viðgerðina dagin eftir. Turka fiskin væl og pensla hann við ráum træedikki frá apotekinum.
- Ger hetta 2-3 ferðir, alt eftir hvussu tjúkt flakið er.
- Verður fiskurin ikki etin beinanvegin, skal hann frystast.









