Heilivágur til seyð
Í talvuni niðanfyri ber til at síggja, hvønn heilivág seyður skal hava, og nær ymsu sløgini av heilivági eru best at nýta. Eisini ber til at síggja, hvør heilivágur fæst í handkeypi, og hvør heilivágur bert kann útvegast við djóralæknaforskrift. Heilivágur, sum verður givin um várið og um heystið, er útgreinaður niðanfyri. Niðast á síðuni er eitt yvirlit, sum kann takast niður.

Heilivágur til seyð á vári
Covexin® 10
Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri blóðsótt og bráðsótt. Hesin heilivágur virkar við at immunisera ólembda lambið fyri ymiskum sjúkum. Heilivágurin fæst í handkeypi og eitur Covexin® 10.
Blóðsótt er ein smittandi sjúka í vilum og gørnum við lívsýki og bløðing, ein blóðsjúka.
Bráðsótt er ein bráðsjúka við bruna í vinstrini
Ær, sum ikki fyrr eru koppsettar, skulu koppsetast 2 ferðir við í minsta lagi 4-6 vikum ímillum hvørja ferð. Ær, sum eru koppsettar, skulu koppsetast ímillum 8 og 2 vikur undan lembing.
Skamtur: 1 ml at spræna undir skinnið aftan fyri herðablaðið.
- Skal goymast kalt (2-8ºC).
- Skal ristast væl.
- Heldur sær bert í 8 tímar, eftir at ílatið er ásett.
Sproyta:
- Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
- Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. no. 530062
Nál: 1,1*25 mm
Covexin® 10
Nýlembd lomb undan óm, ið ikki eru koppsettar við Covexin® 10, kunnu koppsetast 2 vikur eftir lembing (skulu vera minst 2 vikur). Sí meira undir Apríl.
ENDOSPEC SC® 10%
Allar ær, sum lemba, skulu hava heilivág fyri rundormi í vinstrum, vilum og lungum og fyri bendilormi. Hesin heilivágur eitur ENDOSPEC SC 10% miksturur og er upp á forskrift.
Skamtur: Neyvt 1 ml fyri hvørji 20 kg livandi vekt.
- Seyðurin má ikki drepast til fólkamat fyrr enn 30 samdøgur eftir viðgerð við ENDOSPEC SC® 10%.
- Heilivágurin skal ristast væl.
- Verður givin sum miksturur, tvs. í munnin.
Sproyta:
- Sproyta Fasinex 100, 8 ml, Novartis
- Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420
- Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097
- Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708
- Sproyta 15ml. Drench Gun Novartis
NOROMECTIN VET
Møgulig viðgerð fyri ormi í vinstrum, vilum og lungum, lýs og skrubb. Heilivágurin er upp á forskrift.
Skamtur: 1 ml pr 50 kg – ella eftir leiðbeining frá djóralækna at spræna undir skinnið framman fyri herðablaðið.
Sproyta:
- Einnýtissproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml cat. no. 530153
- Sproyta til seyð Covexin Phillips 2 ml v/ fløskuadaptor, cat. No. 530062
Nál: 1,1*25 mm
CALCIJECT® CMD - 5
Møgulig viðgerð fyri mjólkafepur. Ær kunnu fáa mjólkafepur 1-2 mánaðir fyri lembing og til stutt eftir lembing. Orsøkin er, at innihaldið av kalcium í blóðinum verður ov lítið. Mjólkafepurin vísir seg við, at ærin verður lin, vøddarnir lammast, og ærin sleppur ikki á føtur. Kropshitin verður ov lágur. Verður ærin ikki viðgjørd, doyr hon. Heilivágurin fæst í handkeypi.
Skamtur: 30 – 40 ml í stóra einnýtissproytu, sum verður sprænt inn undir skinnið framman fyri herðablaðið.
Nál: 1,1*25 mm
Heilivágur til seyð á heysti
Covexin® 10
Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri blóð- og bráðsótt við Covexin® 10, sum er at fáa í handkeypi. Sí meira undir Apríl.
GUDAIR® - garnasótt
Øll sleppingarlomb og brundlomb skulu koppsetast fyri garnasótt, sum er at fáa í handkeypi.
Skamtur: 1 ml at spræna undir skinnið á miðjari høgru síðu.
- Heilivágurin skal ristast sera væl og goymast kalt.
Orsøkin til garnasótt er bakterian Mykobakterium paratuberkulosis: Seyðurin fær kroniskan bruna í viljarovuni. Hann missir holdini, sum frá líður, men annars er lítið at síggja til, at hann er sjúkur. Eingin viðgerð er, men sjúkan er ikki so vanlig, tí størsti parturin av seyðinum verður koppsettur.
COMBINEX ® MIKSTUR
Allur hagaseyður skal viðgerast fyri iglar og rundormar í vinstrum, gørnum og lungum við COMBINEX ® MIKSTUR. Hesin heilivágur er upp á forskrift.
Skamtur: 2 ml fyri hvørji 10 kg livandi vekt.
- Heilivágurin skal ristast væl.
- Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no.532420
- Sproyta til seyð Combinex Phillips 12,5 ml cat. no. 440097
- Sproyta til seyð Combinex Drench Gun 15 ml cat. nr. YA0708
- Sproyta 15 ml. Drench Gun Novartis
CROVECT ® POUR ON
Allur hagaseyður skal eisini viðgerast fyri førilýs og smáar lýs við CROVECT ® POUR ON. Hesin heilivágur er upp á forskrift.
Skamtur (eftir livandi vekt):
- Upp til 20 kg – 5 ml
- 21-40 kg – 10 ml
- 41-60 kg – 15 ml
- Meir enn 60 kg – 20 ml
Lat skamtin á skinnið mitt eftir bakinum úr nakkanum aftur á hárógvuna.
Afturhaldstíð til dráp: 15 samdøgur
NOROMECTIN VET
Møgulig viðgerð fyri ormi í vinstrum, vilum og lungum, lýs og skrubb. Heilivágurin er upp á forskrift. Sí meira undir Mai.
Yvirlit yvir árstíðir
Árstíð
Seyður at viðgera
Viðgerð fyri
Tilbúningar
Skamtur
Útfl.
Apríl
2-8 vikur undan lembing
Allar ær, sum lemba
Blóðsótt og bráðsótt
Ger ólembda lambið immunt gjøgnum rámjólkina
Covexin® 10 inj.
1 ml
H
Allar ær, sum lemba
Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb
Noromectin ® inj.
1 ml
R
Allar ær, sum lemba
Orm í vinstur, vilum og lungum
Endospec SC ® miksturur
1 ml pr. 20 kg
R
Mai
Minst 2 vikur eftir lembing
Nýlembd lomb undan óm, ið ikki eru koppsett við Covexin® 10
Koppsetast minst 2 vikur aftan á lembing
Blóðsótt
Text 4
1 ml
H
4-8 vikur eftir lembing
4-8 vikur gomul lomb
Beinveikleiki (D-vitamintrot)
Vitamin D3 vet. oralur loysingur
5 ml
H
Ær
Mjólkafepur
Calciject ® CMD-5 inj.
30-40 ml
H
Juli
Áseyðaroyting
Øll lomb
Bráðsótt
Covexin® 10 inj.
1 ml
H
Allur hagaseyður
Orm í vinstur, vilum og lungum
Endospec SC ® miksturur
1 ml pr. 20 kg
R
Allur hagaseyður
Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb
Noromectin ® inj.
1 ml pr. 50 kg
R
Okt. - nov.
Skurðfjall og klipping
Sleppingarlomb og brundlomb
Blóðsótt og bráðsótt
Covexin ® 10 inj.
1 ml
H
Sleppingarlomb og brundlomb
Garnasótt
Koppingarevni fyri garnasótt
1 ml
H
Allur hagaseyður
Iglar og orm í vinstur og vilum
Combinex ® miksturur
2 ml pr. 10 kg
R
Allur hagaseyður
Smáar lýs og førilýs
CROVECT ® pour on
ca. 15 ml pr. seyð
R
Allur hagaseyður
Orm í vinstur, vilum og lungum, lýs og skrubb
Text 4
1 ml
R
Nov. - des.
Ær
Beinveikleiki (D-vitamintrot)
Vitamin D3 vet. oralur loysingur
5 ml í nov. og
5 ml í des.
H
Um jóltíðir
Allir seyðahundar
Bendilorm
Milbemax
(0,5mg+5mg)/kg
R








