Medisinskt kannabis

Medisinskt kannabis er ikki góðkent sum heilivágur, men síðan apríl 2019 hevur tað verið møguligt hjá læknum at úskriva medisinskt kannabis í Føroyum. Í Danmark var royndarætlan sett í verk í januar 2018, har loyvi varð givið at útskriva medisinskt kannabis í eitt 4-ára tíðarskeið, og Føroyar hava síðani apríl 2019 verið ein partur av tí donsku royndarætlanini.

Í slíkari royndarætlan verða ikki sett somu krøv til framleiðsluna. Hetta eru m.a. krøv innan góðsku, trygd og virkna. Øll framleiðsla skal tó vera undir eftirliti og standardiserað. Av tí at somu krøv ikki verða sett, so er vitanin um møguligar váðar við viðgerðini meira avmarkaður, enn vitanin er um góðkendan heilivág. Tað verður mælt til, at góðkendur marknaðurførdur heilivágur altíð skal vera royndur, áðrenn viðgerð verður byrjað við medisinskum kannabis. 

Av tí, at vitanin innan viðgerð við medisinskum kannabis er avmarkað, so er eisini herd frágreiðingarskylda, um ein upplivir hjáárin í samband við viðgerðina.

Landsapotekarin og Landslæknin hava í felag gjørt eina vegleiðing um nýtslu av medisinskum kannabis í Føroyum. Vegleiðingin sæst niðast á síðuni.

Koyring og viðgerð við medisinskum kannabis

Tað er ikki loyvt at koyra, tá ein er í viðgerð við medisinskum kannabis. 

Barnakonur og bróstageving

Barnakonur eiga ikki at nýta medisinskt kannabis, av tí at vitanin er avmarkað. Evnir í medisinskum kannabis verða skild úr móðurmjólkini í týðandi mongd, og tí eiga kvinnur, sum eru í viðgerð, ikki at geva bróst.

Hjáárin í samband við viðgerð

Sum nevt so er herd frágreiðingarskylda, um ein upplivir hjáárin í samband við viðgerð við medisinskum kannabis. Tað eru ikki gjørdar skipaðar kanningar sum kunnu vísa á, hvørji hjáárin kunnu koma av medisinskum kannabis, og hvør títtleikin er. Tó eru summi hjáárin kend, og tey eru m.a. hesi:

  • Møði
  • Svimbul
  • Tunglyndi
  • Líkasæla

Mælt verður til at fráboða lækna, um ein upplivir hjáárin. Tó kann hjáárin eisini fráboðast á síðuni hjá danska Lægemiddelstyrelsen her.

Tilskot til medisinskt kannabis

Onki tilskot er til medisinskt kannabis. Lækni kann søkja tilskotsnevndina um einstaklingatilskot til medisinskt kannabis í ávísum førum. 

Upplatingartíðir