Hjáárin

Hjáárin eru tey óynsktu árinini av heilivági, sum kunnu koma fyri, hóast bara tilmælta mongdin av heilivági verður tikin. Her er talan bæði um mild hjáárin, t.d. stutttíðar hjáárin, so sum vaml og nívan í búkinum, men eisini álvarsom hjáárin, ið geva varandi mein.

Allur heilivágur hevur hjáárin, men fyri størsta partin av heilivági er talan um mild stutttíðar hjáárin, sum bara síggjast hjá einum lítlum parti av brúkarum. Ofta steðga hesi hjáárin, tá ið nýtslan av heiliváginum steðgar. 

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu heilivágurin ávirkar hvønn einstakan. Ein fær ikki altíð tey hjáárin, ið eru nevnd. Áðrenn heilivágur verður góðkendur, hava heilsumyndugleikarnir mett um hjáárinini av heiliváginum eru rímilig, samanborin við gagnið, ið heilivágurin gevur.

Hvar finni eg kunning um hjáárin?

Á min.medicin.dk finnur tú tín heilivág, og undir “Bivirkninger” sæst ofta ein listi við hjáárinum, sum eru býtt sundur eftir títtleika. Øll tey vanligastu hjáárinini eru við og eisini tey heilt álvarsomu. Fyri at tey vanligastu hjáárinini ikki detta burtur í mongdini av teimum sjáldsomu hjáárinunum, eru hjáárin við lágum títtleika bara tikin við, um tað verður hildið at vera álvarsamt. 

Hjáárinini verða býtt upp í:

  • Ógvuliga vanlig: Fleiri enn 1 av 10 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Vanlig: Millum 1 og 10 í viðgerð av 100 hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Ikki vanligt: Millum 1 og 10 í viðgerð av 1000 hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Sjáldsom: 1-10 av 10.000 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárinini.
  • Ógvuliga sjáldsom: Færri enn 1 av 10.000 í viðgerð hava fingið tey nevndu hjáárini.

Fyri at síggja øll hjáárin kanst tú hyggja í kunningarlepan í pakkanum, sum eisini finst her: www.indlaegsseddel.dk. Apotekið kann eisini altíð veita tær kunning um hjáárin. 

Tað er ymiskt frá heilivági til heilivág, hvussu ofta hjáárin síggjast, og hvussu álvarsom tey eru. 

Hjáárin av heilivági fyri álvarsamar sjúkur, eitt nú krabbamein, verða lættari góðtikin enn hjáárin av heilivági fyri minni álvarsamar sjúkur. Onkuntíð verður ein annar heilivágur latin fyri at minka um hjáárinini.

Hvussu handfari eg hjáárin?

Tey flestu hjáárini eru óskaðilig og forða ikki fyri, at tú kanst halda fram við heiliváginum, tó møguliga við niðursettari mongd. Ofta hvørva hjáárinini, eftir at heilivágurin hevur verið brúktur í eina tíð. Næstan øll hjáárin hvørva skjótt, um hildið verður uppat at taka heilivágin.

Týdningarmikið er at tosa við læknan, um ynskt verður at steðga við at taka heilivágin orsakað av hjáárinum. Tað kann vera vandamikið at halda uppat at taka heilivágin brádliga. Tí er umráðandi altíð at tosa við læknan ella apotekið, um ikki tað eru heilt serligar orsøkir til at steðga beinanvegin við viðgerðini.

Tó er eisini týdningarmikið at lurta eftir teimum boðunum, kroppurin sendir. Tað verður í hvørjum einstøkum føri mett um fyrimunir og vansar við at halda fram við viðgerðini. Neyðugt er at tosa við læknan, tá ið talan er um hjáárin.

Hjáárin kunnu eisini vísa seg brádliga við t.d. álvarsomum ovurviðkvæmi. Tá er neyðugt við læknahjálp beinanvegin.

Hvar boði eg frá einum hjáárini?

Eru eitt ella fleiri hjáárin, sum gera teg ótrygga/n við nýtslu av heiliváginum, skalt tú seta teg í samband við læknan. Fært tú ikki fatur á læknanum, kanst tú spyrja á apotekinum. Ert tú ógvuliga ávirkað/ur av hjáárininum, er sjálvandi týdningarmikið rættstundis at fáa fatur á læknanum. Her er umráðandi at greiða læknanum frá, hvønn heilivág talan er um, og um tú tekur onnur sløg av heilivági, tí teir kunnu ávirka hvør annan.

Eru tey hjáárin, ið tú merkir, ikki nevnd á kunningarlepanum, er neyðugt at boða heilsumyndugleikunum frá. Tað kann læknin, apotekið ella ein sjálvur gera á www.meldenbivirkning.dk. Heilsumyndugleikarnir nýta ta nýggju vitanina til at gera metingar, um nýggj kunning skal sendast út um hjáárin tengd at heiliváginum, og um heilivágurin enn er tryggur at nýta.

Kann eg fyribyrgja hjáárin?

Tú mást altíð tryggja tær, at tú tekur heilivágin sum fyriskrivað. Í summum førum kanst tú sjálv/ur avmarka hjáárin ella sleppa undan hjáárinum við at tryggja tær:

  • at heilivágurin verður tikin tær røttu tíðirnar á degnum (t.d. á morgni, middegi og/ella á kvøldi), ella um heilivágurin skal takast saman við mati ella millum máltíðirnar.
  • at tann rætti skamturin (ásetta mongdin av heilivági) verður tikin, hvørki meir ella minni.
  • at heilivágurin verður goymdur á rættan hátt, t.d. í køliskápi ella undir 25˚C.
  • um heilivágurin kann økja um viðkvæmi fyri sólini (fotosensibilisering) - t.d. nøkur sløg av antibiotika. Tá er neyðugt at brúka sólkrem við høgum faktori, um neyðugt er at vera úti í sólini.
  • at tryggja sær, at heilivágurin ikki er ov gamal.

Fyri at nevna nøkur dømi, so skal Alendronat (fyri beinbroyskni) takast standandi ella sitandi, og tablettin skal svølgjast heil og skolast niður við einum glasi av kranavatni (og ikki mineralvatni) vegna vanda fyri pínu í spísirørinum. 

Eitt annað dømi er, um tú tekur fyribyrgjandi heilivág fyri astma, verður viðmælt at skola munnin aftaná, fyri at minka um vandan fyri at fáa sopp í munnin.

Tekur tú fleiri sløg av heilivági, kann vandin fyri hjáárini økjast, tí virknaðurin av heiliváginum kann økjast.

Hvat kann eg gera?

Áðrenn tú byrjar eina viðgerð, er týdningarmikið, at tú verður kunnað/ur um møgulig og álvarsom hjáárin, so tú sjálv/ur kanst meta um, hvørt viðgerðin er rímilig.

  • Týdningarmikið er, at bæði tú og læknin eru ansin, um tit varnast eitthvørt óvanligt ella óvæntað eyðkenni, sum kann vera hjáárin, undir eini heilivágsviðgerð.
  • Tá ið tú kennir møguligu hjáárinini av heiliváginum, veitst tú betur, nær best er at seta teg í samband við læknan.
  • Hevur tú verið úti fyri einum álvarsomum hjáárini, er týdningarmikið, at hetta gerst greitt allastaðni í skipanini, so tú ikki aftur kemur í viðgerð við líknandi evnum, sum t.d. geva ovurviðkvæmi av penisillini. 
  • Les kunningarlepan, men hav í huga, at tað als ikki eru øll, ið fáa tey hjáárinini, ið eru nevnd á kunningarlepanum.

Kunningarlepin nevnir øll tey hjáárin, sum eru staðfest av heiliváginum - eisini tey, ið eru staðfest eina einstaka ferð. Neyðugt er tí at tosa við læknan, um okkurt er, ið gevur ampa, tí umráðandi er, at tú kennir teg tryggan við viðgerðina. Støða skal takast eftir, hvat tú tolir ella ikki tolir. 

Upplatingartíðir