Útkoyring av heilivági
Møguleiki er hjá tær at ringja til apotekið og fáa heilivágin bornan út.
Býrt tú í Tórshavn, Hoyvík ella á Argjum? Ring á tlf. 40 40 40 innan kl. 13.00 gerandisdagar. So fært tú heilivágin koyrdan til dyrnar millum kl. 16 og 19 sama dag. Tað er umráðandi, at tú ert heima í hesum tíðarskeiði, tá heilivágurin verður koyrdur út.
Hendan tænastan kostar 65 kr.








