Hagtøl
Á hesi síðuni hava vit savnað standardiserað hagtøl um reseptheilivág í Føroyum. Dáturnar verða lagdar fram við ATC/DDD-háttalagnum og við fyrikomingarháttalagnum (Prevalence methodology).

Føroysk heilivágsnýtslutøl
Landsapotekarin hevur ábyrgd av at savna saman, skipa og framleiða føroysk heilivágsnýtslutøl.
Defined Daily Dose
DDD er ein mátingareind og er tengd at ATC-koduni. DDD verður definerað sum: tann væntaða miðaldagliga viðlíkahaldsdósin hjá einum heilivági, tá ið hann verður brúktur til sítt høvuðsendamál hjá vaksnum.
Prevalens
Hugtakið “prevalens” sipar til tann partin av íbúgvatalinum, sum hevur brúkt heilivág í einum ávísum tíðarskeiði.
Føroysk hagtøl
Landsapotekarin letur regluliga hagtalstilfar til Hagstovu Føroya, og eru tey at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni undir Heilsumál
Norðurlendsk hagtøl
Føroyar eru við í norðurlendskum samstarvi NOMESCO & NOSOSCO, har millum annað hagtøl um heilivágsnýtslu verða savnað og samanborin landanna millum.
Hesi hagtøl eru at finna á nýggju heimasíðuni hjá NOMESCO & NOSOSCO
Tørvar tær meira vitan?
Eru upplýsingarnar á heimasíðuni ikki nøktandi, kann nágreiniligur fyrispurningur sendast okkum. Vit gera eina meting av kostnaðinum at gera hagtølini og senda tær prísmetingina til góðkenningar.
Fyrispurningar um heilivágshagtøl í Føroyum kunnu stílast til Landsapotekaran á teldupostadressu: landsapotekarin(kurla)apotek.fo.








