Landsapotekarin
Landsapotekarin er ovasti leiðarin fyri apoteksverkið og hevur, mótvegis Heilsumálaráðnum, endaligu ábyrgdina av virkseminum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:
- Ábyrgd av ráðlegging, raðfesting, íverksetan og samskipan av arbeiðsuppgávunum í apoteksverkinum
- Ábyrgd av støðugari menning í apoteksverkinum, soleiðis at apoteksverkið á heilivágsøkinum lýkur nútíðarkrøv
- Ábyrgd av at gera uppskot til fíggjarætlan fyri stovnin
- Ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verður hildin
- Ábyrgd av, at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluna í føroyska samfelagnum eru tøk
- Ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar myndugleikauppgávur og ráðgeva Heilsumálaráðnum um heilivág í síni heild. Eftirlit við at lóggávan viðvíkjandi apoteksverkinum v.m. verður hildin dagførd
- Ábyrgd av samstarvi um heilivágsviðurskifti við útlendskar stovnar og myndugleikar
Heilivágsnýtslutøl
Landsapotekarin savnar saman, skipar og framleiðir føroysk heilivágsnýtslutøl.
Landsapotekarin letur regluliga hagtalstilfar til Hagstovu Føroya, og eru tey at finna á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Sí kunning um viðkomandi hagtøl her.









