Oyrnastingir
Oyrnastingir hjá børnum kunnu stava frá oyrnabruna, miðoyrnabruna, hálsbruna ella krími. Pínan kann eisini standast av, at oyrað er hovnað, ella tí eitthvørt er í oyrnagongini. Oyrnastingir kunnu eisini stava frá ígerð í tannrót.
Oyrnastingir kunnu eisini setast í samband við trýstbroytingar í miðoyranum t.d. á einari flogferð, tá ið flogfarið fer á flog ella setur seg.

Hvat kann eg gera?
- Gev barninum pínudoyvandi ella fepurlækkandi heilivág (Paracetamol). Er barnið yngri enn 2 ár, skalt tú ráðføra teg við lækna
- Legg pútur undir barnsins yvirkropp fyri at fáa høvdið hægri
- Lat barnið fáa ivaleyst at drekka
- Brúka nasadropar/saltvatn, um nøsin er tipt
- Far til lækna við barninum um vágur (gul væta) rennur úr oyranum, ella um barnið hevur fepur og hoyrir munandi verri
Sí eisini síðuna um miðoyrnabruna her.








