Skón hjá børnum
Skón (arp) er eitt serligt slag av flusi hjá nýføðingum. Tað sær út sum hvítar ella grágular skorpur í hárbotninum og kann breiða seg til nakka, oyru og andlit. Eisini verður húðin ofta reyð.
Skón er vanligt og er ikki vandamikið fyri barnið, men kann vera ódámligt á at líta. Skónin kann eisini geva barninum skriða.
Far til lækna ella heilsusystur, um tú ikki fært skónina burtur.
Fæst heilivágur á apotekinum?
- Tað finst ikki nakar heilivágur til viðgerð av skón.
- Til størri børn finst salva ella sjampo við salicylsýru (t.d. Sasha).
- Salisylsýra bloytir upp skónina og ger hana lættari at fáa burtur.
Hvat kann eg gera?
- Koyr eitt sindur av olju, t.d. babyolju ella vanliga matolju, í hárbotnin. Síðan skalt tú kemba við tættikambi. Tá oljan skal vaskast úr, skal sjampo fyrst í hárið, áðrenn vatn verður koyrt í.
- Er talan um ringa skón, kann tað verða neyðugt at smyrja olju ella vaselin í hárbotnin og lata tað vera í alla náttina. Síðan skalt tú kemba væl við tættikambi. Vaselin og salva eru lættast at fáa úr hárinum við fyrst at gníggja við olju, og síðani vaska við sjampo.
- Vaska hárið við Ducray Kelual emulsion, ið kann brúkast til pinkubørn, ella við salicylshampo (salicylshampo skal ikki brúkast til heilt smá børn, tí húðin er so tunn).
Leinki








