P-kubbi
Ein p-kubbi er ein stavur, sum læknin setur inn undir húðina á innaru síðu á yvirarminum, har eitt hormon spakuliga verður leyslatið. P-kubbin virkar soleiðis:
- Hann forðar eggloysnini
- Hann ger tað ringt hjá sáðkyknum at “vinna vegin fram”
Gev gætur!
- P-kubbin fæst til keyps á apotekinum eftir forskrift frá lækna
- P-kubbin kann halda í 3 ár, áðrenn hann skal skiftast
- Trygdin er næstan 100%
Leinki








