Handilstreytir

Við at bíleggja vøru á okkara heimasíðu er neyðugt, at tú upplýsir tínar persónligu upplýsingar, fyri at vit kunnu handfara tína bílegging. Sum dátuábyrgdari av teimum persónligu upplýsingum, sum vit í Apoteksverkinum hava um teg, er tað okkara ábyrgd at tryggja, at allir upplýsingar sum vit hava um teg verða viðgjørdar á lógligan og tryggan hátt, og í trúnaði.

Treytir fyri bílegging av diabetes útgerð

Prísur:

Allir prísir eru listaprísir. Hevur tú valt at heinta bíløgdu vøruna, verður vøran goldin á apotekinum. Verður vøran send heim, so skal vøran gjaldast við móttøku. Ert tú skrásettur diabetikari, so verður gjaldið fyri vøruna íroknað egingjaldið sambært §18 í Løgtingslóg. nr. 178/2009 við seinni broytingum.

Sending (útkoyring):

Vøran verður send við Posta, um tú hevur valt at fáa vøruna senda heim. Ert tú skrásettur diabetikari, so er onki eyka gjald fyri sending út á bygd. Ert tú ikki skrásettur diabetikari, so er eyka gjald á 25 kr fyri sending út á bygd. Útkoyring við Posta í Tórshavn hevur altíð eyka gjald á 50 kr og krevur tí, at tú ert heima, tá vøran verður borin út. Um tú hevur bústað í Klaksvík, Runavík ella á Tvøroyri, verður vøran ikki send heim, men skal heintast á apotekinum.

Avgreiðslutíð:

Vøran verður avgreidd/send fyrsta yrkadag eftir bílegging. Apotekið mælir til, at tú altíð bíleggur vøruna í góðari tíð. Apotekið útflýggjar vøruna eftir førimuni og tekur tí fyrivarni fyri vøru sum ikki er á lagur, antin tí hon er í restbílegging ella tí vøran ikki kann útvegast av veitara. Í slíkum førum setur apotekið seg í samband við teg.

Ymiskar tíðarfreistir eru á avgreiðslu. Tíðarfreistin er tengt at, um vøran skal heintast ella um hon skal sendast, og á hvørjum apoteki vøran verður avgreidd.

Heintast: Vøran kann heintast á valda apotekinum aftaná kl. 16 fyrsta yrkadag eftir bílegging. 

Sendast til bygd: Vøran verður borin út í seinasta lagi seinnapart fyrsta yrkadag eftir bílegging. Fyrivarni verður tikið fyri serligum útberingartíðum til smærri oyggjar.

Sendast frá Tjaldurs Apoteki til bústað í Tórshavn, í Hoyvík ella á Argjum: Vørur bílagdar áðrenn kl. 13 yrkadagar verða bornar út millum kl. 16-19 sama dag. Vørur bílagdar eftir kl. 13 verða bornar út millum kl. 16-19 fyrsta yrkadag eftir bílegging.

Umbýting:

Útflýggjaða vøran er ikki fevnd av umbýtingarrætti. Tó kann útflýggjað vøra latast inn aftur á apotekið innan 8 dagar, um fylgjandi treytir eru loknar og kvittan fyri bílegging fyriliggur:

  • At vøran er plomberað og sær órørd út
  • At tað ikki eru serligar treytir fyri goymslu av vøruni
  • Um apotekið hevur gjørt ein avgreiðslufeil, ella um brek hevur verið á vøruni, tá hon bleiv keypt, verður vøran tikin inn aftur.

Treytir fyri handkeypssølur

Vísandi til kunngerð – skriv frá Landsapotekaranum – er fylgjandi galdandi:

  • Handkeypssølan skal hava umstøður at hava handkeypsheilivágin standandi.
  • Heilivágurin skal standa fyri seg sjálvan og ikki millum aðrar søluvørur.
  • Bert starvsfólk skulu hava atgongd til vøruna. Heilivágurin skal standa aftanfyri kassan. Handkeypssølan ger sjálv av, um hann skal standa á hillum ella í læstum skápi.
  • Pínustillandi heilivágur kann bert seljast brúkara, ið er 18 ár og eldri og bert 1 pk á 20 stk/dag.
  • Um serlig krøv eru til goymsluhita, er tað áteknað antin á pakkanum ella í kunningalepanum inni í pakkanum. Kravið skal haldast. Heilivágurin skal ikki standa í beinleiðis sólarljósi, tí tað ávirkar haldgóðskuna. Ongar kølivørur verða veittar handkeypssølum. Reinføri og goymsluumstøður skulu vera í lagi.
  • Heilvágurin skal seljast óskalaður og tað er ikki loyvt at bróta pakning, pakka um e.l.. Elsti heilivágur eigur at verða seldur fyrst.
  • Tá selt verður, skal heilivágur hava minst 3 mánaðir eftir av haldtíðini. Ov gamal heilivágur skal burturbeinast.

Handkeypssølan hevur ikki skyldu at kunna um heilivág. Tó kann handkeypssølan vísa á ta kunning, ið stendur á pakkanum ella á kunningalepanum inni í pakkanum. Handkeypssølur hava ikki loyvi at viðmæla ella at eggja viðskiftafólk til at taka heilivág. Heldur ikki er loyvt at taka støðu til sjúkueyðkenni og harvið møguliga viðgerð.

Um viðskiftafólk hava serligar spurningar, skulu tey vísast víðari til apotekini.

 

Afturkallingar av vøru frá handkeypssølu

Tað kemur fyri, at ein vøra verður afturkallað av marknaðinum. Vøran kann eisini verða afturkallað vegna broytta útflýggingarreglu (t.d. gjørd forskiftaskyldug).

Um ein vøra verður afturkallað frá handkeypssølu, verða boð send handkeypssøluni umvegis bræv ella telefon. Handkeypssølan hevur skyldu at taka afturkallaða vøru av hillini stundisliga, soleiðis at hon ikki verður veitt viðskiftafólki.

Afturkallað vøra skal sendast apotekinum stundisliga. Apotekið rindar fyri postgjaldið og góðskrivar handkeypssøluni fyri vøruna.

 

Upplatingartíðir