Les kunningarlepan væl, áðrenn tú byrjar at taka Carnitin-tilbúningarnar.
Kemiskt er Carnitin ein kvaterner ammoniumbinding, biosyntetiserað út frá aminosýrunum Lysine og Methionin. Carnitin finst í næstan øllum kyknum í kroppinum. Carnitin finst sum D- og L-carnitin. Tað er bara L-carnitin formurin, ið er aktivur. Carnitin hevur ein avgerandi leiklut í framleiðslu av orku í kroppinum. Carnitin flytur langketu-feittsýrur (við meir enn 12 C-atomum) inn í mitochondriini, har tær verða brúktar til at framleiða orku. Carnitin flytur eisini eitrandi evni út úr kyknunum. Í vøddum við beinagrindina og hjartanum eru ketonir, ið hava sín uppruna frá feittsýrum, høvuðsbrennievni. Tí er tað serliga umráðandi at hesar kyknur hava nóg mikið av carnitin.
Kroppurin framleiðir vanliga nóg mikið av carnitin. Ein frískur persónur framleiðir vanliga umleið 0,16-0,48 mg/kg kropsvekt/samdøgur. Carnitin finst eisini í lutfalsliga stórum nøgdum í mati, og tá serliga í reyðum kjøti. Fólk við genetiskum ella medisinskum breki kunnu mangla carnitin. Tá er tað av alstórum týdningi at fáa carnitin ískoyti.
Les eisini meira um Carnitin Transporter Defekt (CTD) her.
Primer og sekunder carnitinmangul. Persónar, ið hava fingið staðfest CTD (Carnitin Transporter Deficiency) og persónar, ið hava fingið staðfest lágt carnitin innihald í blóðinum vegna status sum berarar ella annað ólag.
Skamtur verður ásettur av lækna út frá úrsliti av carnitinkonsentratiónini í blóðroynd. Dagligi skamturin skal helst býtast í 3 - 4 fyri at fáa eina so javna konsentratión sum møguligt. Tað er ymiskur skamtur til tey, ið ikki hava CTD og til tey, ið hava fingið staðfest CTD. Vanliga er byrjanarskamturin til tey uttan CTD: 20-25 mg/kg/samdøgur og til tey, ið hava fingið staðfest CTD er byrjanarskamturin til børn: 100 – 200 mg/kg /samdøgur til børn og til vaksin 1 gramm 3 ferðir um dagin. Skamturin verður reguleraður út frá mátingum av carnitininnihaldinum í blóðinum.
Tá carnitindepotini eru fylt, er langtíðarskamturin hesin fyri ein miðal persón (70 kg):
Berarar: ½ Carnitin 333 mg tablett 3 ferðir um dagin ella
1,5 ml Carnitin mikstur 100 mg/ml 3 ferðir um dagin.
CTD-sjúk: 3 Carnitin 333 mg tablettir 3 ferðir um dagin ella
10 ml Carnitin Mikstur 100 mg/ml 3 ferðir um dagin.
Kropsvekt | Mongd um samdøgrið | Mongd um mánaðin | |
---|---|---|---|
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
10 kg |
1 ml x 2 |
60 ml |
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
20 kg |
2 ml x 2 |
120 ml |
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
30 kg |
3 ml x 2 |
180 ml |
Tablettir 333 mg |
15 kg |
1/2 tabl. x 2 |
30 tabl. |
Tablettir 333 mg |
25 kg |
1 tabl. x 2 |
60 tabl. |
Tablettir 333 mg |
40 kg |
1 tabl. x 3 |
90 tabl. |
Tablettir 333 mg |
60 kg |
2 tabl. x 2 |
120 tabl. |
Tablettir 333 mg |
75 kg |
2 tabl. + 1 tabl. + 2 tabl. |
150 tabl. |
Tablettir 333 mg |
90 kg |
2 tabl. x 3 |
180 tabl. |
Kropsvekt | Mongd um samdøgrið | Mongd um mánaðin | |
---|---|---|---|
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
10 kg |
5 ml x 2 ella 2,5 ml x 4 |
300 ml |
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
20 kg |
10 ml x 2 ella 7 ml x 3 |
600 ml |
Carnitin Mikstur 100 mg/ml |
30 kg |
15 ml x 2 ella 10 ml x 3 |
900 ml |
Tablettir 333 mg |
upp til 25 kg |
1 tabl. x 3 |
90 tabl. |
Tablettir 333 mg |
> 25 kg |
3 tabl. x 3 |
270 tabl. |
Bróstakonur kunnu væl geva bróst, sjálvt um tær eru í carnitinviðgerð.
Pivalinsýra lækkar carnitin í kroppinum munandi – heilt niður í 50 %.
Pivalinsýra er í hesum heilivági: Pondocillin® (pivampicillin) og Selexid® (pivmecillam). Tí er ikki ráðiligt at taka hendan heilivágin saman við carnitin. Valproatsýra (antiepileptika) og hesi evni móti HIV-infektiónum: zidovudine (AZT), didanosine (ddI), zalcitabine (ddC) og stavudine (d4T), kunnu elva til sekundert L- carnitin-trot. Ifosfamid og cisplatin (cytostatika) kunnu økja um vandan fyri sekunderum L-carnitin-troti. Tað eru eisini sannlíkindi fyri, at L-carnitin-ískoyti kann fyribyrgja cardiomyopati (sjúka uttan orsøk í hjartavøddunum) elvt av doxorubicin-viðgerð (Adriamycin®).
Kelda: lpi.oregonstate.edu/infocenter/othernuts/carnitine/ (accessed 11.6.2009)
Sodningarleiðin kann ávirkast, um tú tekur stórar nøgdir av carnitin í longri tíð. Talan er um t.d. kvalmu, spýggju, magakrampar og leyst lív (diarré). Eisini kann kroppurin fáa ein fiskakendan lukt.