Rinda egingjaldið í smáum

Um tú nýtir sera nógvan heilivág, sum er tilskotsheimilaður, so rindar tú helst fult egingjald. Og um tú rindar fult egingjald, ella væntar at skula gera tað, so kann Partgjaldskipanin hjá Apoteksverkinum vera nakað fyri teg.

Vit kenna tað øll, at tað kann vera dýrt at keypa heilivág, tá ið eitt nýtt tilskotsár byrjar. Men nú kanst tú býta egingjaldið javnt yvir alt árið. So sleppur tú undan at rinda so nógv í senn.

Við Partgjaldskipanini hjá Apoteksverkinum verður mesta egingjaldið til Heilsutrygd býtt í 12 javnt stórar partar, sum tú rindar við MínRokning. Lætt, trygt og ómakaleyst.

Soleiðis gert tú

Fyll út umsóknarblaðið, sum tú fært á apotekinum, og lat tað inn. Tú kanst eisini taka tað niður her á heimasíðuni, fylla tað út og undirskriva og senda tað við telduposti til bokhald@apotek.fo.

Tað loysir seg best at byrja í Partgjaldskipanini tá ið eitt nýtt tilskotsár byrjar.

Tak niður umsóknarblað

Hvønn er Partgjaldskipanin fyri?

Um tú rindar fult egingjald, so kann hendan skipanin vera hent hjá tær. Hetta er vanliga tí tú nýtir nógvan tilskotsheimilaðan heilivág. Við Partgjaldskipanini verður fulla egingjaldið býtt í 12 partar, sum verða goldnir mánaðarliga.

Ert tú 18-67 ár, er mesta egingjaldið kr. 2.756,10*. Hetta verður so til umleið kr. 229,75 um mánaðin.

Ella um tú ert eldri enn 67ár, so er mesta egingjaldið kr. 1.862,20*. Í hesum føri kr. 155,25 um mánaðin.

*tølini eru fyri 2025. Egingjaldið verður regulerað hvørt ár.

Soleiðis virkar Partagjaldsskipanin

  • Tú søkir eina ferð umvegis eitt umsóknarblað – á apotekinum ella við at senda umsóknarblaðið til bokhald@apotek.fo
  • Um tú eitt nú skyldar Apoteksverkinum pening kanst tú ikki gerast partur av Partgjaldskipanini
  • Tú rindar 1/12 av mesta egingjaldinum hvønn mánað umvegis MínRokning
  • Partgjaldskipanin kann einans verða nýtt til egingjaldið fyri tilskotsheimilaðan forskriftaheilivág
  • Allur kostnaður fyri aðrar vørur – so sum merkivørur og handkeypsvørur – verður rindaður við kassan, tá ið keypt verður
  • Meirkostnaður fyri C-vørur, sum eru dýrari enn tann bíligasta av sama slagi, verður rindaður við kassan, tá ið keypt verður
  • Ársuppgerð verður send tær hvørt ár, sum vísir tínar inn- og útgjaldingar
  • Mánaðargjaldið verður tillagað hvørt tilskotsár. Um tú hevur goldið ov nógv, verður tað endurrindað – og um tú hevur goldið ov lítið, verður tað kravt inn
  • Tú kanst byrja í skipanini tá ið tú byrjar nýtt tilskotsár. Tú hevur ábyrgd at boða apotekinum frá og verkseta skipanina tá ið nýtt tilskotsár skal byrja
  • Umsóknin skal vera Apoteksverkinum í hendi í minsta lagi 14 dagar áðrenn avtalan verður sett í gildi
  • Allar flytingar eru tryggar og fara umvegis Mínrokning

OSS

  • Hvør kann søkja? Øll, ið rinda egingjald fyri heilivág
  • Hvar søki eg? Á apotekinum ella við at senda umsóknarblaðið til bokhald@apotek.fo
  • Nær kann eg byrja í skipanini? Tá tú byrjar nýtt tilskotsár
  • Hvussu veit eg nær tilskotsárið byrjar? Á Vanganum kanst tú síggja nær títt inniverandi tilskotsár endar. Títt nýggja tilskotsár byrjar tá tú keypir heilivág fyrstu ferð eftir tað.
     
Hvussu kann eg søkja?

Fyll út umsóknarblaðið Umsókn til Partgjaldskipan, og lat okkum skjalið, antin við at:

  • senda tað til bokhald@apotek.fo
  • lata tað inn á nærmasta apoteki ella
  • senda tað til: Apoteksverkið, Staravegur 15, 100 Tórshavn
Upplatingartíðir