Kambfjaðrar, verruca vulgaris, er ein av okkara vanligastu virussmittum í húðini.
Tað er ein ígerð við "Humant Papillomavirus" (HPV), sum elvir ampa á húðina, ið er atvoldin til kambfjaðrar, millum annað, at rovan (ytsta húðarlagið) tjúknar. Kamfjaðrar eru ymiskar í stødd frá 1 mm til 1 cm í diametri.
Vanligt er at skilja millum tvey sløg av kambfjøðrum. Tær eyðkendu kambfjaðrarnar, sum vaksa uppeftir, verða nevndar exofytiskar. So eru eisini kambfjarðar, ið vaksa inneftir, endofytiskar.
Á hondum taka kambfjaðrar seg ofta upp við neglirnar og á fingrunum. Viðhvørt eru tær átøkar smáum blómkáli. Kambfjaðrar á hondum eru tær eyðkendu upphorvandi (vaksa uppeftir), meðan tær, ið koma á føturnar, eru flatari. Ein kambfjøður á hondini kann síggja øðrvísi út enn ein kambfjøður undir ilini, hóast hon stavar frá sama virusslagi. Ein kambfjøður í naglarótini kann til dømis ávirka sjálva neglina.
Á fótunum taka tær seg aloftast upp, har skógvar mangan eru í so trongir undir iljunum. Tað er sárt, tá tær koma undir stigið (tá fóturin verður settur júst á tað eyma staðið). Verður hugt gjøllari at kambfjøðrum á fótum, síggjast ofta smáir svartir blettir (ella prikkar), ið stava frá tunnum blóðæðrum undir húðini.
Atvoldin til, at kambfjaðravirusið kann festa seg í húðina, er, at húðin er stokkin. Virusinum tørvar eitt op, tískil taka kambfjarðar seg mangan upp á støðum, har húðin oftast støkkur sundur.
Tað eru ymisk sløg av "Humant Papillomavirus" (HPV), og líkjast tey ikki hvørt øðrum, men avgerandi er, hvar á kroppinum tey bróta út.
Í andlitið kemur tað, ið vanliga verður kallað flatar kambfjaðrar. Atvoldin er eitt annað slag av virusi enn tað, ið elvir til kambfjaðrar á hondum og fótum.
Kambfjaðrar smitta við beinleiðis húðarsambandi - húð móti húð, men eisini óbeinleiðis, eitt nú av gólvi og møguliga eisini av handklæði. Kambfjaðravirusið kann yvirliva uttan fyri kroppin heilt leingi.
Ein tann eyðkendasta smittuleiðin er gólvið í svimjihøllum og í klivum í skiftirúmum.
Kambfjaðrar á fótum breiða virusbitlar við húðfløkum kring um á gólvinum. Ofta eru smáar rivur í teirri vátu húðini, ið eru viðkvæmar fyri smittu. Tú verður sostatt smittað/ur annaðhvørt við beinleiðis sambandi ella av kambfjaðravirusbitlum í húðfløkum á gólvinum.
Fyri at sleppa undan at smitta onnur, eiga tey, ið hava kambfjarðar á fótunum, ikki at ganga skóleys og skola seg væl og virðiliga eftir at hava verið í bað.
Roynt hevur verið at minka um smittuvandan við at smyrja glært neglalakk á kambfjaðrarnar, men tað munar ikki stórvegis.
Tilgerðartíðin er ymisk og kann vera drúgv. Virusið kann liggja í dvala eina tíð, áðrenn kambfjaðrarnar koma fram, frá vikum upp í mánaðir, so tað er ringt at siga, nær tú ert vorðin smittað/ur.
Summi kunnu renna runt skóleys í fimleikahøllum, svimjihøllum og baðstovum, har ørgrynna av kambfjaðravirusi er uttan at fáa eina kambfjøður.
Tey flestu eru helst fyri smittuvanda eina ella fleiri ferðir í lívinum, tað er ógjørligt at sleppa undan. Men summi hava eina sterka immunverju, ið basir virusinum. Onnur tykjast ikki at hava eins sterka verju.
Trupulleikarnir kunnu draga út í langa tíð. Tað er sera ymiskt frá einum til annan, hvussu smittuviðkvæmur/kvom man er. Enn vita vísindini ikki alt um hetta, men dúgliga verður granskað.
Best er at bíða og vita, um tú megnar at standa ímóti. Tað merkir, at immunverja kropsins fer í hernað ímóti kambfjaðravirusinum. Umleið helvtina av kamfjaðrum hjá børnum hvørva innan 1-2 ár uttan viðgerð. Tí er tað kanska tað frægasta at bíða, tá talan er um børn, av tí at viðgerðin mangan er pínufullari enn sjálvar kambfjaðrarnar. Annars eru eingi serstøk ráð, sum kunnu hjálpa børnum undir 6 ára aldri, men ein møguleiki er at royna plástrið (Compeed líktorn-plástrið) við ongari salicylsýru, tí sýran er ov sterk fyri húðina hjá børnum undir 6 ár.
Fert tú til lækna fyri at taka burtur kambfjaðrar, fært tú í flestum førum frystiviðgerð, sum kann vera pínufull. Kambfjaðrarnar verða frystar við flótandi kølievni í 5-15 sekund 2. til 3. hvørja viku hjá lækna. Hetta førir við sær, at tær detta av.
Mangan er neyðugt við fleiri viðgerðum, áðrenn kambfjaðrarnar hvørva. Men at enda hjálpir tað sjálvt fyri kamfjaðrar, ið eru ringar at fáa burtur, og sum tað ikki hevur eydnast við sjálvsviðgerð. Kortini er eingin viðgerð í dag, sum við vissu kann beina fyri kambfjaðrum.
Tað er eingin háttur at grøða kambfjaðrar, men plágast tú av teimum, ber til at royna eini ráð móti kambfjøðrum.
Í hesum tveimum ráðum er salicylsýra í, ið virkar bloytandi og upploysandi. Vortex plus inniheldur eisini mjólkasýru. Ansið eftir húðini uttan um kambfjaðrarnar, tá hesi evnið verða smurd á. Tú kanst smyrja vaselin og/ella seta ein filtring rundan um kambfjaðrarnar.
Neyðugt er at bloyta kambfjaðrarnar í sápubaði, og síðan verður tann deyði vevnaðurin tikin burtur við at skava/skera burtur av teimum (sí leiðbeiningina á hylkinum/kunningarlepanum.)
Í longsta lagi tríggjar mánaðir
Drúgv tíð gongur at viðgera kambfjaðrar, og viðgerðin skal halda fram, til kambfjaðrarnar eru horvnar. Gevist kortini við viðgerðini, um kambfjaðrarnar ikki eru horvnar eftir trimum mánaðum.