Skiftisár

Tá ið kvinna fær mánasjúku í tannáringaárunum, eru mong egg í eggjarótunum. Í skiftisárunum, ið fyri flestu kvinnur kemur um 50 ára aldurin, fækkast eggini, og hormonið progesteron verður ikki gjørt regluliga. Eggloysnin heldur uppat, og einki progesteron verður gjørt meira. Fyri kvinnur merkir hetta, at mánasjúkan kann verða óreglulig, av tí at tað framhaldandi er ávirkan av østrogeni, inntil mánasjúkan heldur heilt uppat. Í onkrum førum kann hormongerðin koma aftur í styttri tíð, og tá kunnu kvinnur fáa bløðingar aftur.

Samstundis, sum østrogengerðin minkar, kunnu ávísir ampar í skiftisárunum fara at vísa seg. Vanligvís vara skiftisárini í 1-2 ár, men tey kunnu eisini vara frá fáum mánaðum og upp til 10 ár. Ymiskt er, hvussu kvinnur merkja hetta.

Hvørjir trupulleikar eru í skiftisárunum?

Ampar í skiftisárunum kunnu m.a. vera hesir:

  • Hita- og sveittabylgjur (umleið 80% av øllum kvinnum hava hita- og sveittabylgjur)
  • Skiftandi sinnalag
  • Ringt svøvnlag
  • Høvuðpína
  • Møði
  • Óvæntaður hárvøkstur

Hormonbroytingar kunnu gera, at slímhinnurnar (rovurnar) verða tynri, og tað kann elva til ampa í t.d.: 

  • Móðurskeiðini, sum verður turrari, og sviði kenst
  • Landrásini og bløðruni, sum kann viðføra óviljað vatnlát 
Ávirka skiftisárini bløðingina?

Broytta hormongerðin í skiftisárunum er orsøkin til óregluligar bløðingar hjá teimum flestu. Tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir til bløðingarnar, t.d. vøddaknútar ella polyppir á lívmóðurslímhinnuni. Um kvinna bløðir óvanliga illa, er tað av týdningi at fáa hetta kannað hjá lækna fyri at finna fram til, hvat gerast kann fyri at bøta um støðuna.

Er samband millum skiftisár og avkálking?

Beinagrindin avkálkast skjótari í skiftisárunum, og tað kann elva til beinbroyskni. 

Beinagrindin avkálkast oftast hjá kvinnum millum 60 og 70 ár. Kvinnur eru tí í størri vanda fyri at bróta handlið og mjadnar, um tær detta. 

Kvinnur hava størri møguleika at fáa beinbroyskni, um sjúkan er í familjuni, ella um kvinnan kemur í skiftisárini, áðrenn hon er 45 ár. Hetta er eisini galdandi, um kvinnan er rak ella hevur sjúku í evnisskiftinum.

Hvussu ávirka skiftisárini sinnalagið?

Nakrar kvinnur hava óró í kroppinum, hjartabankan og andvekur, umframt at tær kenna seg sálarliga illa fyri – verða keddar og illar lættari.

Hvussu ávirka skiftisárini undirlívið?

Slímhinnurnar í móðurskeiðini, landræsinum og bløðruni eru hormonviðkvæmar. Tá hormongerðin minkar ella næstan fer burtur í einki, kunnu slímhinnurnar gerast tunnar og viðkvæmar. Hetta merkist sum skriði, sviði og broytt útflot og í onkrum førum turr slímhinna og pína við samlegu. Eisini fáa fleiri kvinnur tíðum bløðrubruna og hava ilt við at halda sær (inkontinensur). Hormon (østrogen) til lokala nýtslu kunnu vanliga loysa hesar trupulleikar.

Hvør er viðgerðin fyri skifitisár?

Skiftisárini koma, tá ið tey koma, og eingin heilivágur er, ið kann fyribyrgja hesum. Tó kunnu hormon lætta um skiftisárini. Tilbúningar verða nýttir, sum antin innihalda annað konufólka-kynshormonið (østrogen) ella bæði tvey, altso bæði østrogen og gestagen. Gestagen líkist tí hormoni, sum gjørt verður í eggrótini eftir eggloysn (progesteron). Kommunulæknin ella serlækni í kvinnusjúkum vita, hvør viðgerð hóskar best til ta einstøku kvinnuna.

Hvørjir hormonviðgerðarhættir eru?

Vanlig viðgerð ella staðbundin viðgerð (lokal-viðgerð)

Tað eru fleiri ymiskir hættir at taka hormon. Í “vanligari viðgerð” verður allur kroppurin ávirkaður, men í “lokalari viðgerð” verða bara serstøk støð ávirkað. 

Verður østrogen tikið sum plástur ella gel, verður allur kroppurin ávirkaður, men skamturin er ikki so stórur. Tað er tí, at østrogenið fer ígjøgnum húðina og verður ikki niðurbrotið av at fara ígjøgnum livrina, sum tað verður, tá ið østrogen verður tikið sum tablett. Lokalviðgerð í móðurskeiðini verður bert brúkt, tá ið trupulleikin ella ampin er lokalur, tvs. er í móðurskeiðini ella bløðruni. Til vanliga viðgerð eru tablettir, depotplástur og gel. Til lokalviðgerð í móðurskeiðini eru vagitoriur, vaginaltablettir, vaginalkrem og ein lítil ringur, sum kann setast upp. Østrogen kann gevast einsamalt til lokalviðgerð í móðurskeiðini.

Stakviðgerð ella kombinatiónsviðgerð

Heilt stutt kann sigast, at kvinnur, ið hava tikið lívmóðurina, hava tørv á tí eina hormoninum – østrogen, meðan kvinnur, ið ikki hava tikið lívmóðurina, skulu hava bæði østrogen og gestagen. Hetta kemst av, at vandi er fyri krabbameini í lívmóðurini, um bert østrogen verður givið í longri tíð, og tað er gestagenið, ið verjir lívmóðurslímhinnuna og hervið eisini fyri krabbameini.

Bløðingarfrí viðgerð    

Spurningurin um viðgerð, sum gevur mánasjúku ella ikki, er treytaður av, hvussu mong ár eru, til mánasjúkan heldur uppat. Eru áleið eitt ella tvey ár liðin, síðani mánasjúkan helt uppat, verður givin bløðingarfrí viðgerð, annars má kvinnan í eina tíð sláa seg til tols við at hava mánasjúku í ávísa tíð hvønn ella annanhvønn mánað.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Vanliga verður viðmælt, at skamtanirnar eru so smáar sum møguligt, og heilsumyndugleikarnir mæla til, at viðgerðin er ikki drúgvari enn fýra ár.

Hvussu ávirkar royking hormonviðgerð?

Kvinnur, ið roykja, hava ein ávísan trupulleika í mun til val av røttu viðgerð – týdningarmikið er at siga læknanum frá, um tú roykir.

Tað, ið hendir, er, at evnabroytingin í livrini av tí hormoninum, ið verður tikið sum tablett, økist, um roykt verður. Evnabroytingin er til eitt óvirkið evni. Roykjarum gagnar tí at nýta østrogen, sum verður upptikið gjøgnum húðina (og sostatt ikki fer gjøgnum livrina), t.d. plástur ella gel.

Hvørjir fyrimunir eru við hormonviðgerð?
  • Viðgerðin tálmar hitabylgjum, og at illa verður sveittað
  • Slímhinnurnar í móðurskeið og landræsi verða, sum “tær eiga at verða”
  • Tú fært betri tamarhald á óviljaðum vatnláti
  • Viðgerðin tálmar, at beinagrindin verður avkálkað
  • Viðgerðin verjir fyri krabbameini í langanum (tjúkktarminum)
  • Viðgerðin betrar lívsgóðskuna

Velur tú at fara í hormonviðgerð, verður viðmælt javnan at fara til lækna, fyri at halda eyga við, um nøkur óheppin hjáárin eru til staðar.

Hvørjir vansar eru við hormonviðgerð?

Teir flestu vansar koma í teimum fyrstu 3 mánaðunum eftir, at farið verður í viðgerð. Fyrst og fremst á tann hátt, at bløðingarnar gerast óregluligar, tí at kroppurin skal venja seg við “ávirkanina uttanífrá”. Aðrar orsøkir til bløðingarnar eiga sjálvsagt at útilokast t.d. polyppir, bruni, sár á lívmoðurhálsinum og eisini krabbamein í undirlívinum.

Í fyrstani klaga summar kvinnur um høvuðpínu, og at tær hava lyndi til at fitna, men alt hetta javnar seg skjótt. Eisini er vandin fyri blóðtøppi í beininum størri, men hann er sera lítil. Nýggjastu royndirnar hava víst, at best er, at hormonviðgerðin steðgar eftir 4-5 árum. Ber tað ikki til, eigur mongdin at minka so nógv sum møguligt og helst sum bløðingarfrí viðgerð ella møguliga reint østrogen saman við hormonspirali. Hormonspiralur inniheldur gestagen, og tað verjir slímhinnuna í lívmóðurini.

Kann náttúruheilivágur og kostískoyti roynast?

Av ymiskum orsøkum vilja summar kvinnur ikki hava hormon. Tá kann náttúruheilivágur og kostískoyti roynast. Tað eru fleiri tilbúningar, men ávirkanin er ikki serliga væl prógvað.

Á apotekinum hava vit nakrar handkeypsvørur. Tó skal sigast, at í onkrari er blómusáð; tá ber so ikki til hjá teimum, ið eru ovurviðkvom fyri blómusáði, at nýta hesa vøru.

Er tú í iva um eitthvørt, so spyr teg endiliga fyri á apotekinum.

Upplatingartíðir