Húðrøkt

Tá tú skal keypa okkurt til húðina hjá barninum, eigur tú at hugsa um, at børn hava viðkvæmari húð enn vaksin. Húðin hjá børnum er følin, og hetta kemst av, at húðin hjá børnum er ikki ment sum hjá vaksnum. Hetta verður ikki fyrr enn barnið er 5-6 ár.

Tað er av týdningi at brúka milda sápu, ið holdið tolir væl (pH virði 5 - 7). Eisini fæst sápufrítt reinsigel frá A-derma. Er húðin serliga turr, ber eisini til at brúka baðolju.

Brúka ikki sápu saman við baðolju, tí sápan oyðileggur virknaðin av oljuni. Tá húðin er rein, kann húðkrem ella lotión smyrjast á, um neyðugt.

Barnahold um veturin

Á vetri er luftin turrari, og tað ávirkar eisini holdið. Tá luftin er turr, gerst húðin eisini turrari og støkkur skjótari enn annars.
Vanliga virkar holdið sum ein verja, ið ger, at vætan ikki fer úr kroppinum og verjir fyri, at sjúkuelvandi bakteriur koma inn í kroppin. Tann turra húðin, ið er farin at støkka, verjir ikki eins væl. Tí er tað av týdningi at hjúkla um tað turra holdið fyri at fyribyrgja, at vernd okkara fyri vætumissi og bakteriuálopi verður skadd.

Eini góð ráð eru at smyrja holdið við feitum smyrsli hvønn dag. Ymiskar vørur eru, m.a. A-derma Exomega, Danatekt ella Decubal. Krem, ið innihalda vatn, eiga at vera smurd á í minsta lagi ½ tíma, áðrenn barnið fer út.

Barnahold um summarið

Um summarið nýtist húðini ikki so nógv feitt. Um barnið ikki hevur turt hold, er ikki neyðugt at nýta krem ella lotión. Um tørvur er á tí, kann smyrjast við Apotekets Babylotion, A-derma Exomega lotión ella Danatekt lotión.

Sólverja til børn

Smábørn, ið ikki duga at flyta seg, skulu ikki liggja í sólini og nýtast tí ikki at brúka sólkrem. Hetta kemst av, at húðin hjá børnum er ikki fullstyrknað. Best er, um barnið er í tunnum buksum, tunnari troyggju við longum ermum og sólhatti. Um neyðugt, ber til at smyrja eitt tunt lag av sólkremi á kjálkarnar, nøsina og handarbakið. Sólkrem til smábørn skal hava høgan sólfaktor, alt eftir hvussu húðin er.

Um barnið verður eitt sindur sólbrent, ber til at brúka Apotekets after-sun lotionAloe Vera gel ella Zink-liniment, sum kølir. Um børn yvir 2 ár verða illa sólbrend, ber til at smyrja eitt tunt lag av Hydrokortison kremi á. Um barnið hevur sóleksem, ber eisini til at nýta Hydrokortison krem. Hetta skal ikki nýtast í longri tíð, ei heldur til børn undir 2 ár uttan samráð við læknan.

Er barnið illa sólbrent og undir 2 ár – far til lækna!

Apotekið hevur í samstarvi við Astma-Allergi Danmark framleitt hesar vørur, sum eru góðar hjá børnum:

  • Apotekets Baby Shampoo og Bad
  • Apotekets Baby Jojoba Olie
  • Apotekets Baby Lotion
  • Apotekets Baby Salve
  • Apotekets Baby Zinksalve
  • Apotekets Baby Sæbe

Á apotekinum finnur tú eisini nógvar aðrar góðar vørur til bæði yngri og eldri børn:

  • Apotekets Engangs vaskeklude – serstakliga bleytir klútar og tí vælegnaðir til barnarøkt.
  • Apotekets Sikkerhedsvatpinde – vattpinnar, ið eisini eru serliga gjørdir til barnarøkt. Skapið á vattpinnunum tryggjar, at innoyrað barnsins ikki fær skaða.
Upplatingartíðir