Óviljað vatnlát hjá børnum

Óviljað vatnlát (Enuresis nocturna) hjá børnum er vatnlát um náttina, tá barnið vanliga hevur hildið uppat at pissa í song. Tað vil siga um 4-5 ára aldur. Áðrenn barnið hevur nátt hendan aldur, er vantandi stýring á vatnláti vanlig. Viðgerð fyri hetta byrjar oftast um 6 ára aldur. Óviljað vatnlát sæst hjá umleið 10% av børnum í 1. flokki. Við tíðini heldur hetta uppat hjá flest øllum, men hjá 1 út av 100 heldur hetta áfram til tey gerast vaksin. Fleiri dreingir enn gentur hava óviljað vatnlát um náttina. 

Snýr tað seg um óviljað vatnlát um dagin, verður viðmælt at kanna barnið fyri sjúkur. Í fyrstuni er enuresis nocturna ein praktiskur trupulleiki, fyrst og fremst fyri foreldrini, men tá ið barnið nær skúlaaldur, gerst tað í størri mun ein sosialur trupulleiki.

Óviljað vatnlát kann vera arvaligt. Børn eru í 5-7 ferðir størri vanda fyri at fáa enuresis nocturna, um foreldrini sjálvi hava havt trupulleikan, men tað kann raka øll.

Hvør er orsøkin til óviljað vatnlát?
  • Nógv framleiðsla av urini um náttina. Urinframleiðslan verður millum annað stýrd av einum hormoni, ið kallast tað “antidiuretiska" hormonið. Verður nógv av hesum hormoni úrskilt, verður minni urin framleitt. Børn, sum hava óviljað vatnlát um náttina, úrskilja ofta ov lítið av hesum hormoni. Tá ov nógv urin verður framleitt í mun til tað, bløðran rúmar, vaknar tú og fer á vesi, ella vaknar tú ikki og pissar í song (óviljað vatnlát).
  • Óviljað vatnlát kann eisini koma av lítlari bløðru. Um bløðran rúmar minni, enn hon eigur í mun til aldurin á barninum, kann hetta hava óviljað vatnlát um náttina við sær, hóast urinframleiðslan er vanlig. Nøkur hava ov lítla bløðru í mun til aldurin, uttan at talan er um sjúku, meðan hjá øðrum kann sjúka vera orsøkin. Er talan um sjúku, hevur tú ofta eisini trupulleikar um dagin.
  • Summi sova so tungt og merkja ikki trongdina at kasta sær av vatninum og pissa tí í song.
Nær skal eitt barn kannast?

Sum heild er ikki neyðugt at gera tær stóru kanningarnar fyri at staðfesta, at talan er um óviljað vatnlát. Fyri at útihýsa sjúkur, eigur urinið at vera kannað fyri ígerð og sukur. Serliga um barnið hevur trupulleikar um dagin, er tað týdningarmikið, at tað verður kannað av lækna, tí óviljað vatnlát um dagin kann vera tekin um sjúku.

Ofta verður tú biðin um at skráseta í eitt skema, hvussu nógv verður drukkið gjøgnum dagin, fyri at kanna um tú drekkur ov nógv á kvøldi.

 

Hvørji eyðkenni skal ein serliga ansa eftir?

Um barnið, aftaná at hava verið turt eitt tíðarskeið, aftur fær trupulleikar við vatninum, so eigur urinið at verða kannað fyri ígerð og sukur.

Kann óviljað vátnlát viðgerast?

Tú skalt gera tær greitt, at óviljað vatnlát er vanligt. Tú kanst tó royna at skunda undir gongdina við viðgerð. Tað týdningarmesta fyri at viðgerðin skal eydnast er, at barnið sjálvt dámar at vera ein virkin partur av viðgerðini. Barnið eigur sjálvt at taka ábyrgd av viðgerðini og hjálpa til at skráseta vatnlátið og hvussu nógv verður drukkið. Endamálið er at vita, um trupulleikin er bløðrurúmd ella økt framleiðsla av urini um náttina.

Gransking vísir, at um tú ynskir at hjálpa barninum, er best at byrja so tíðliga sum gjørligt, helst um 6 ára aldur, tá børn í hesum aldri ofta sjálvi ynskja at gevast og eru búgvin til tess. Fyrr tú byrjar at viðgera, gagnligari er tað fyri sjálvsvirðið hjá barninum.

Teir mest nýttu viðgerðarhættirnir í dag eru antin viðgerð við heilivági ella við einum ringitóli:

  • Ringitól (ávaringartól) er fyrsta val av viðgerð til børn, sum hava minni bløðrurúmd 
  • Viðgerð við heilivági verður nýtt, tá framleiðslan av urini um náttina er stór

Tað er ofta gagnligt at avmarkað, hvussu nógv verður drukkið áðrenn songartíð. Nøkur foreldur halda, at tað hjálpir at vekja barnið og fylgja tí á vesi, beint áðrenn tey sjálvi fara í song, møguliga eisini aftur um náttina. At vekja barnið hevur ikki við sær, at barnið gerst varðandi turt. Foreldrini skulu vera tolin, vísa at tey skilja barnið og ikki gera støðuna til ein stóran trupulleika.

Fyri at eggja barninum eyka kanst tú gera skema við puntum og geva barninum t.d. eina gull stjørnu fyri eina turra nátt og okkurt eyka fyri 5 á rað o.s.fr. Hetta kann vera nóg mikið til, at barnið gerst turt, tí barnið lærir betur at kenna á sær, at tað vil pissa. Týdningarmikið er at varðveita tað sum nakað jaligt og vísa tolsemi, hóast barnið aftur byrjar at pissa um náttina.

Tú kanst nýta undirløg at verja madrassuna, hesi eru at fáa í ymsum handlum og kunnu nýtast fleiri ferðir. Tú kanst eisini keypa einnýtisundirløg á apotekinum.

Hvørjum heilivági kann barnið viðgerðast við?

Desmopressin (eitt nú Minirin®) virkar sum tað natúrliga antidiuretiska hormonið í kroppinum. Hetta kann nýtast, um skrásetingar týða á eina stóra framleiðslu av urini um náttina. Heilivágurin verður givin áðrenn songartíð og kann antin verða givin sum ein smeltitablett at leggja undir tunguna (her verður vatn ikki drukkið samstundis) ella sum ein vanlig tablett. Desmopressin nasapístr og -dropar skulu ikki nýtast til viðgerð av óviljaðum vatnláti orsaka av vanda fyri krampum vegna ov lágt natrium.

Góð ráð, tá barnið er í viðgerð:

  • Vætan, sum barnið fær, skal avmarkast til minst møguligt 1 tíma áðrenn og 8 tímar aftaná, at heilivágurin er tikin.
  • Heilivágurin virkar í umleið 6-14 tímar.
  • Tað verður viðmælt at hava steðg í viðgerðini 3. hvønn mánað, tí trupulleikin kann vera hildin uppat.
  • Við manglandi virknaði kanst tú royna at taka heilivágin 1-2 tímar áðrenn songartíð.
  • Verður etið samstundis, kann tað minka tann antidiuretiska virknaðin.
  • Viðgerðin er sum oftast uttan hjáárin, tó kunnu nøkur børn fáa høvuðpínu. Tað týdningarmesta er, at barnið ikki drekkur nógv aftaná, at heilivágurin er tikin.
Hvussu virkar viðgerðin við ringitóli?

Ávaringartól/ringitól er tann besta viðgerðin, um barnið hevur minni bløðrurúmd. Ringitólið hevur ein mátara, sum aktiverar eina ávaring, tá hann kemur í samband við urin. Mátarin er antin á eini tunnari máttu ella verður heftir á undirbuksurnar. Tað er meiningin, at barnið skal vakna og verða hjálpt út á vesið at pissa liðugt. Barnið skal læra at knýta ljóðið frá tólinum saman við tí at pissa.

Viðgerðin tekur eini 8-12 vikur. Málið er, at barnið skal liggja turt 2 vikur á rað. Hetta krevur nógva orku bæði frá barni og foreldrum, og tískil er neyðugt, at øll stuðla viðgerðini. Byrjar barnið aftur at pissa í song, verður viðmælt at byrja aftur við viðgerðini. Gott er at skráseta, meðan tólið verður nýtt og minst 4 vikur aftaná, at viðgerðin er steðga.

Tá tú nýtir ringitól, verður frárátt at nýta blæu um náttina. Apotekið kann bíleggja hesi ringitól, sí meira kunning um tólini her:

Í summum førum verður viðgerð við heilivági nýtt saman við ringitóli.

Hvat kann eg gera?

  • Ikki lasta barnið fyri at pissa í song og skelda ongantíð barnið í hesum sambandi. Barnið er óivað sjálvt forharmað um hetta, tí ger tað bara støðuna verri. Foreldur skulu tískil vísa tolsemi
  • Fá barnið at kenna seg sannført, tað er týdningarmikið fyri, at viðgerðin skal eydnast. Barnið skal skilja støðuna og vera við í viðgerðini. Fortel barninum, hví tað skal hava viðgerðina
  • Um læknin viðmælir tað, skráset tá, hvussu nógv verður drukkið, og um vatnlát er. Lat barnið vera við í skrásetingini
  • Ger møguliga eitt skema at seta klisturmerki á, alt eftir hvussu náttin hevur verið. Barnið kann t.d. fáa eyka klisturmerki, tá tað hevur 5 nætur á rað uttan vatnlát
  • Avmarka hvussu nógv barnið drekkur áðrenn songartíð
  • Minst til, at um foreldrini eru ótrygg við viðgerðinga, smittar hetta á barnið
Upplatingartíðir