Skrubb

Skrubb er ein húðsjúka, sum kemur av skrubbmottuni, sum grevur gongdir í húðina og síðani leggur egg. Skrubbmottugongdirnar kunna vera upp til umleið 10 mm langar. Her gerast eggini til larvur, og larvurnar fara úr gongdini og grava seg niður við síðunar av einum hársekki ella innast í einum húðarfaldi. Larvurnar gerast síðan fullbúnar. Hendan ringrás tekur á leið 2-3 vikur.

Gongdirnar eru oftast millum fingrarnar, um hondliðini, í húðini kring nalvan og á kynsgøgnunum.

Hvørji sjúkueyðkenni eru?

Skrubb gevur ringan skriða. Skrubbmottan, skarnið og eggini stimbra órinsskipanina, og hetta ber við sær ein ógvusligan skriða – hetta er ein ovurviðkvom reaktión. Umleið 2-6 vikur ganga frá tí, at tú ert smittaður, til skriðin byrjar. Skriðin kann gerast so ringur, at tú klórar, til tað bløðir. Skriðin er ringastur júst har, skrubbmottan er, men tað breiðir seg so við og við til restina av kroppinum. Tey flestu fáa reyðar prikkar, ið skriða, og onkuntíð eisini smáar bløðrur – serliga á fingrar og hendur. 

Skrubb sæst vanliga ikki í andlitinum og hárbotninum hjá vaksnum, men hjá smærri børnum kann tað síggjast har. Skrubbmottan trívist væl í hita, og tískil er skriðin ofta ringastur, tá ið tú liggur undir dýnuni um náttina.

Hvussu smittar skrubb?

Skrubb smittar við tættum kropsligum sambandi - serliga í seingjarhitanum. Børn kunnu eisini verða smittað, tá ið tey spæla saman. Motturnar klára at yvirliva eina tíð í seingjarklæðum (2-4 dagar), so tað kann í summum førum vera ein smittukelda.

Hvussu verður skrubb staðfest?

Fyri at vera vísur í, at talan er um skrubb, skal læknin finna eina skrubbmottu úr gongdini í húðini við eini nál og hyggja at henni í sjóneyku. Tað kann vera tíðarkrevjandi og torført, og tískil kann ein sjúkrasøga og útbrotið vera nøktandi til eina staðfesting av skrubb.

Hvør er viðgerðin?

Hevur tú illgruna um skrubb, eigur tú at fara til lækna fyri at fáa eina sjúkugreining. 

Skrubb verður viðgjørt við heiliváginum permethrin (t.d. Nix), ið drepur skrubbmotturnar. Permethrin fæst í handkeypi. Kremið verður gníggjað um allan kroppin, tó er ikki neyðugt at smyrja í hárbotnin og andlitið hjá vaksnum og børnum yvir 3 ár, har órinsskipanin er í lagi. Kremið skal vera á í 8-12 tímar, tí verður tilmælt at nýta tað á kvøldi áðrenn songartíð. Minst til, at tú ikki má vaska hendur hetta tíðarskeiðið. Les kunningarlepan, ið fylgir við heiliváginum.

Tað verður viðmælt, at alt húskið verður viðgjørt í senn fyri at sleppa undan nýggjari smittu. Ikki er neyðugt at viðgera hini í skúlaflokkinum ella barnagarðinum, uttan so at sjúkueyðkenni eru staðfest. Men neyðugt er at boða frá, so tey eru tilvitað um at fara til lækna og kanna, um okkurt skuldi víst seg.

Hvør er gongdin eftir lidna viðgerð?

Úrslitið av viðgerðini er oftast gott, og tey allarflestu verða frísk, um tey annars fylgja vegleiðingini. Verður tú ikki lekt/ur, kann tað skyldast eini endursmittu. Tú skalt tó hava í huga, at hóast viðgerðin er væleydnað, kann skriðin vara í 3-6 vikur eftir viðgerðina, hetta er orsakað av tí ovurviðkvomu reaktiónini. Varar skriðin í meira enn 3 vikur, verður viðmælt at fáa tað kannað hjá lækna fyri at tryggja tær, at tú ikki ert smittað/ur av nýggjum. 

Læknin kann viðmæla at smyrja glukokortikoid-krem á húðina, eftir at viðgerðin er liðug, fyri at taka skriðan, um hann heldur á. 

Kunnu børn við skrubb fara á dagstovn?

Smittuvandin heldur skjótt uppat, tá tú ert settur í viðgerð. Børn kunnu tískil fara á dagstovn dagin eftir, at viðgerðin er framd.

Hvat kann eg gera?

  • Vaska seingjarklæði, klæði og handklæði við 60ºC
  • Hong klæðir o.a., sum ikki kann vaskast við 60ºC vekk í eina viku
  • Lufta seingjarútbúnað og legg hann til síðis í eina tíð. Skrubbmotturnar kunnu liva í umleið 2-4 dagar í eitt nú seingjarklæðum
Upplatingartíðir